Kina fyri brot á mannarættindini. TAÐ finnast óteljandi dømi um, at fólk eru dømd til deyða í USA, sum hava verið ósek ella har prógvini móti teimum ikki hava verið nóg góð. Hvussu mong eru ikki eisini dømini [...] heimsbúskapinum næstu 8 árini. Nú kann ein føroyingur kanska siga, at tað viðkemur ikki okkum, hvør verður valdur til forseta í USA. Men tað ger tað í veruleikanum, vilja vit vera ein partur av heimssamfelagnum [...] HESA seinastu tíðina hava vit hoyrt rættiliga nógv um uppstillingarvalini í USA. Heimsins mætasta tjóð skal til at kjósa sær nýggjan forseta, og hesin kann koma at stýra landinum og lutvíst øllum heim
skuldi verið opnað fyri meir enn hálvum ári síðan. Heldur Beata veruliga, at vit skulu bíða við Snarskivuni til eftir býráðsvalið? Vit mugu tó ikki gloyma, at Beata er úti í øðrum ørindum. Hon skrivar ikki sum [...] ger hon púra greitt, men tað sæst nú eisini týðuliga aftur í skrivingarlagnum. M.a. tá ið hon fær tað til, at Tjóðveldisflokkurin er næst minstur í býráðnum. Tað er hann nú ikki, hann er trið minstur. Eins [...] býráðnum. Men nú er Beata farin at seta girðingar upp. Og røttu megin girðingina verður ikki pláss fyri nøkrum Tjóðveldisflokki - í øllum førum má hann haldast í bandi. Hetta boðar ikki frá góðum. Eru sjónarmiðini
tørvurin á arbeiðsmegi stórur. Nú mugu vit tryggja, at líka lætt verður at fáa lærupláss, tá arbeiðsloysið hækkar aftur. Skipanin má framtíðartryggjast. Hetta er ein uppgáva, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum [...] taka á seg saman við politiska myndugleikanum. Ein avtalað varð undirskrivað tá Javnaðarflokkurin sat við róðrið. Men alt tað arbeiðið var tíverri skúgvað til viks av undanfarnu samgonur. Vit eru til reiðar [...] minst vinnuni fyri at takka. Hon hevur seinnu árini veruliga varpað ljós á yrkisútbúgvingarøkið, so metnógvir lærusáttmálar eru undirskrivaðir, stundum áleið helmingurin av einum árgangi. Tað er umráðandi
og sjálvrannsakan. Vit eru stødd á Tjóðpalli Føroya í Meiarínum á Tórsgøtu, har leikbólkurin Gríma framførur leikin Limbo. Og sum altíð er tað ein sonn fragd at líta á sanna leiklist á høgum støði. Men grímurnar [...] Heitið á leikinum, Limbo, kundi fevnt um rúmið millum himmal og helviti, ella ongamannalandi, sum vit kenna tað frá Dante. Og tað er júst tað vit uppliva í leikinum: Fimm kvinnur eru sendar út á Oynna, [...] tankar fúka um oyrini á okkum. Hann er á somu tíð komiskur og tragiskur, og sigur so ómetaliga nógv um, hvussu sárbar og viðbrekin, vit menniskju eru. Beint áðrenn steðgin røkka vit hæddirnar, og eg bleiv
til eina uppsøgn. Men, hvat hendir so nú? - Sum Liljan Weihe nevnir, so fara vit at hittast í næstu viku, og har fara vit at umrøða, hvussu leikur skal fara fram framyvir. Eg taki sjálvandi niðurstøðuna [...] seinnapartin í dag, nú Mentamálaráðið hevur ógildað uppsøgnina av tíðindaleiðaranum. - Mentamálaráðið metir, at eg heldur átti at havt roynt aðrar minni víðfevndar loysnir, sum eitt nú átalu, ávaring ella [...] kringvarpsstjóra á sømiligan hátt - og at hon møguliga eisini hevur brotið tagnarskylduna. Johnny í Grótinum ásannar kortini, at Mentamálaráðið tó ikki metir, at hesi viðurskiftini eru nóg álvarslig til
millum aðrar Martin Hendriksson, sum var stjóri í Ísbú í Føroyum. Saman við honum eru pápi hansara, sum er føroyingur, men nú býr í Svøríki, ein svii og ein norðmaður, sum er tann, sum hevur pengarnar í p [...] hesar menninar, sum nú bjóða seg fram. Men hann hevur ongan hug at gera viðmerkingar til hetta málið. Hann vísir til stjóran og virkisleiðaran í Ísbú, hóast hann samstundis leggur dent á, at tað er ikki Ísbú [...] nýggja virksemið. Samráðingarmaðurin hjá teimum fremmandu monnunum, sum nú ætla í gongd í Oyndarfirði, sigur, at hann kennir navnið á norðmanninum, sum hevur pengarnar, men veit einki telefonnummar. Sambandið
afturi í tíðini Um vit taka útgangsstøði í náttarlívinum í Havn, so kunnu vit siga, at tað eru sera stórar broytingar farnar fram, hvat viðvíkur dansiumstøðunum seinastu árini. Leita vit 10 ár aftur í tíðina [...] Dallas, ið helt til á ovara horni av Bøkjarabrekku og Tinghúsvegnum. Í Discoteque Dallas var eisini skipa fyri barnadansi tíðliga á kvøldi til tey 10 - 14 ára gomlu. Longur niðri á Tinghúsvegnum var so [...] havt opið til klokkan hálvgum sjey á morgni. Støðan í dag Hjá teimum ungu, sum hava hug at leita sær í býin eitt leygarkvøld, eru ikki nógvir møguleikar í at velja. Eru tey yngri enn 18 ár, so sleppa tey
Sea Shepherd-fólk verið á gátt hjá Sands kommunu. Sum in.fo skilir, vóru ørindini eitt nú at bera aftur wc-pappír, sum tey eru løgd undir at stjala á almenna wc’inum á Munkinum á Sandi. Myndamaðurin, sum [...] sinni, eru húsini á Munkinum stongd, og nú verður húsið aftur brúkt til undirhús. - Sea Shepherd-fólkini, sum vitjaðu í dag, høvdu ilt við at góðtaka, at vit hava sýtt teimum fasilitetirnar. Tey gjørdust [...] Brandur Sandoy, váttar, at Sea Shepherd-fólk hava verið á gátt hjá kommununi. Hann vísir á, at tey vórðu biðin um at taka tað við sær aftur, sum tey komu á gátt við. Brandur sigur tó ikki beinleiðis, at talan
álit á eini framtíð í Suðuroynni. ?Og tað eru júst tær vinnuligu umstøðurnar, sum eru fremsta fortreytin fyri at fólk kann støðast her.Vit kunnu hava so nógvvr skúlar og aðrar ?hentleikar?, sum vit vilja [...] sigur Bogi Mortensen. Annars heldur hann, at suðuroyingar eru hampiliga væl fyri á nógvum øðrum økjum. ? Her eru nógv viðurskifti, har vit eru væl fyri. Barnaansingin er útbygd og eldrarøktin er hampliga [...] Búskaparráðnum hevur. ? Í Suðuroynni hava vit sett vónirnar til, at hon skuldi koma. Tað, sum vit harðliga hava brúk fyri, er oyggin fær nýggjan íblástur. Tølini eru ljót Hann sigur, at í álitinum, sum Økisnevndin
Hetta eru fólk, sum eru liðug við sína útbúgving, men sum hava valt ikki at flyta heimaftur. Óbrúktu ansingarplássini í Tórshavnar kommunu eru í dag 157 í tali. Bera vit tað talið saman við talið á føroyingum [...] Fara vit aftur til aldaskiftið, so vóru um 300 børn fødd í høvuðsstaðnum um árið, meðan talið nú er dalað niður á 240-260 børn um árið. Tað eru ikki meira enn um fýra mánaðir síðani, at stór heildarætlan [...] innganginum í heildarætlanini, og tí eru átøkini skrivað við hesum í huga. Men tað hevur ikki verið nógv at hoyrt um hesa heildarætlan í politisku skipanini. Hvørki lokalt, ella á landsplani. Øll tann politiska