Samráðingar hava verið millum eigararnar av fiskavirkinum í Oyndarfirði, sum Ísbú byrjaði í, og menn, sum vilja fara undir nýtt virksemi í húsinum.
Sosialurin veit, at talan er um millum aðrar Martin Hendriksson, sum var stjóri í Ísbú í Føroyum. Saman við honum eru pápi hansara, sum er føroyingur, men nú býr í Svøríki, ein svii og ein norðmaður, sum er tann, sum hevur pengarnar í projektinum.
Ætlanin er at fara undir royndarvirksemi fyribils í tríggjar mánaðar. Og byrjast skuldi tann fyrsta september, men tann ætlanin er útsett.
Men tað verður ikki líka lætt sum seinast at koma inn.
Eigararnir av virkinum hava kravt leiguna goldna frammanundan.
Tað er ein føroyingur, sum hevur samráðst fyri hesar menninar, sum nú bjóða seg fram.
Men hann hevur ongan hug at gera viðmerkingar til hetta málið. Hann vísir til stjóran og virkisleiðaran í Ísbú, hóast hann samstundis leggur dent á, at tað er ikki Ísbú, sum fer undir nýggja virksemið.
Samráðingarmaðurin hjá teimum fremmandu monnunum, sum nú ætla í gongd í Oyndarfirði, sigur, at hann kennir navnið á norðmanninum, sum hevur pengarnar, men veit einki telefonnummar. Sambandið teirra millum hevur verið soleiðis, at norðmaðurin hevur ringt hann upp. Síðan hevur hann tosað við eigararnar av virkinum í Oyndarfirði. Og so hevur norðmaðirum ringt aftur, sigur hesin samráðingarmaðurin.
Ætlanin var, at menninir, sum vilja leiga í Oyndarfirði, skuldu koma hendan vegin í gjár, men eitthvørt óvæntað hevur stungið seg upp, so teir hava útsett og koma seinni í vikuni, verður sagt.
Samráðingarmaðurin, vit hava tosað við, er ikki heilt nøgdur við tað, sum staðið hevur í Sosialinum um virksemið hjá Ísbú í Oyndarfirði.
»Har er ikki alt rætt,« sigur hann, men vil ikki siga, hvat tað er, sum ikki passar. Hann sigur tó so mikið sum, at vit hava ikki fingið allar upplýsingar frá rætta viðkomandi.
Her sipar hann til stjóran í Ísbú, sum vit úrslitaleyst hava roynt at fingið samband við.