Fara vit aftur til aldaskiftið, so vóru um 300 børn fødd í høvuðsstaðnum um árið, meðan talið nú er dalað niður á 240-260 børn um árið.
Tað eru ikki meira enn um fýra mánaðir síðani, at stór heildarætlan um fólkaflyting og fólkavøkstur varð løgd fram. Endamálið við hesi heildarætlan var at vísa á átøk, sum kundu vera við til at gera Føroyar til eitt meira lokkandi stað at búseta seg.
– Tað er í stóran mun unga ættarliðið, serliga kvinnur, sum tróta í Føroyum., stendur í innganginum í heildarætlanini, og tí eru átøkini skrivað við hesum í huga.
Men tað hevur ikki verið nógv at hoyrt um hesa heildarætlan í politisku skipanini. Hvørki lokalt, ella á landsplani. Øll tann politiska skipanin hevur seinastu vikurnar ikki hugsað ella tosað um annað enn tunnilsætlanir fyri milliardir.
Ítøkiligi trupulleikin er, at ikki bara útjaðarin, men eisini høvuðsstaðurin og harvið alt samfelagið er í minking.
Hvørki Skálafjarðatunnil ella Sandoyartunnilin loysa hendan trupulleikan. Her eru viðurskifti, sum bæði Tórshavnar kommuna og landsmyndugleikar eiga at taka í nógv størri álvara.
Vit hava sæð gongdina í fleiri ár, at fólk flyta úr útjaðaranum til størru plássini. Hetta er ein gongd, sum eisini er kend í øðrum londum. Men tá fólk í so stóran mun flyta úr landinum fyri ikki at koma aftur, tá er trupulleikin nógv størri.
Sambært hagtølum verður sagt, at 150 føroyingar hvørt ár, sum hava nomið sær útbúgving uttanlands, ikki flyta heimaftur. Hetta eru fólk, sum eru liðug við sína útbúgving, men sum hava valt ikki at flyta heimaftur.
Óbrúktu ansingarplássini í Tórshavnar kommunu eru í dag 157 í tali. Bera vit tað talið saman við talið á føroyingum, sum ikki flyta heimaftur hvørt ár, so er tað væl skiljandi, at barnatalið er í stórari minking.
Og tað at barnatalið minkar er ein trupulleiki, ið átti at verið tikin í nógv størri álvara, enn til dømis at stytta farleiðina av Skálafjørðinum til Havnar.
Verða munagóð politisk tiltøk ikki sett í verk sum skjótast, so endar alt galið, og so kunnu tunlar vera tunlar...