Trúgva ikki uppá eina framtíð í Suðuroynni

?Eitt betri vinnuligt grundarlag er heilt avgerðandi fyri framtíðina hjá Suðuroynni, sigur Bogi Mortensen, vinnulívsmaður í Suðuroy og formaður í økisnevndini, sum fer at handa landsstýrinum álit í næstum

 

Oljuhavn


? Vit hava brúk fyri nýggjum íblástri í Suðuroynni, sum kann geva fólki trúnna uppá eina framtíð her á plássinum.

Bogi Mortensen, vinnulívmaður í Suðuroy er ikki heilt samdur við Hermann Oskarsson, formann í Búskaparráðnum, um, hvønn týdning ein oljuhavn hevði havt fyri Suðuroynna.

Aðrastaðni í blaðnum sigur Hermann Oskarsson, at hann ivast í, um ein útgerðarhavn er tað, sum gagnar suðuroyingum best í løtuni.

Bogi Mortensen sigur tvørturímóti at ein oljuhavn hevði havt stóran týdning fyri Suðuroynna.

Í Økisnevndini hevur hann seinastu tíðina lagt stóra orku í at gera eina nágreiniliga lýsing av viðurskiftunum í útjaðaranum í Føroyum og hann hevur so eina aðra fatan av støðuni, enn formaðurin í Búskaparráðnum hevur.

? Í Suðuroynni hava vit sett vónirnar til, at hon skuldi koma. Tað, sum vit harðliga hava brúk fyri, er oyggin fær nýggjan íblástur.


Tølini eru ljót

Hann sigur, at í álitinum, sum Økisnevndin fer at handa landsstýrinum einaferð í næstum, sæst, at støðan í Suðuroynni er alt annað enn góð, tí bæði tølini fyri burðaravlop, fólkatal, aldursbýtið í fólkinum o.s.fr. eru ljót, sum hann tekur til.

?Hetta eru viðurskifti, sum ikki kunnu loysast við krónum og oyrum eins og onnur viðurskifti, eitt nú lønarspurningar og annað. Hesir trupulleikar stinga djúpari enn so.

? Tí er tað neyðugt, at oyggin fær nýggjan, vinnuligan íblástur, sum kann geva fólki trúnna uppá eina framtíð í Suðuroynna.

?Í løtuni halda fólk ikki, at tað er nakað at vera í Suðuroynni til - og tað er so slett onki at flyta í oynna til. ? Tí kundi ein nýggj vinna, sum oljuvinnan, givið fólkið eitt positivt signal. Í løtuni haldi eg, at tað er skilligt, at fólk hava ikki álit á eini framtíð í Suðuroynni.

?Og tað eru júst tær vinnuligu umstøðurnar, sum eru fremsta fortreytin fyri at fólk kann støðast her.Vit kunnu hava so nógvvr skúlar og aðrar ?hentleikar?, sum vit vilja, men tað er tær vinnuligu umstøðurnar, sum gera av, um fólk støðast ella ikki. Tí verða tað eisini tær vinnuligu umstøðurnar, sum gera av, antin gongdin í Suðuroynni kann vendast, ella ikki, sigur Bogi Mortensen.

Annars heldur hann, at suðuroyingar eru hampiliga væl fyri á nógvum øðrum økjum.

? Her eru nógv viðurskifti, har vit eru væl fyri. Barnaansingin er útbygd og eldrarøktin er hampliga væl skipað og útbygt. Sjúkrahús er í oynni, so ta trygdina hava vit eisini. So alt í alt eru vit hampiliga væl fyri, hvat trivnaði viðvíkur. Men er onki arbeiði, kann alt gera tað sama, leggur hann afturat.


Líka væl fyri sum aðrastaðni

Annars heldur hann, at vinnan í Suðuroynni er líka væl fyri at veita oljuvinnuni tænastur, sum vinnan aðrastaðni í Føroyum er.

? Men samferðslan til og úr oynni ger, at vinnan arbeiðir fyri tað mesta í Suðuroynni, tí hon hevur ikki serliga góðar møguleikar at átaka sær arbeiði aðrastaðni í Føroyum. Har hevur vinnan noðranfjørðs heilt aðrar møguleikar, tí har er tað mesta landfast og skjótt at ferðast ímillum.

? Tí høvdu vit vónað, at oljuvinnan kundi verið við til at ment vinnulívið her suðuri og skapt fortreytir fyri, at fólk kundi støðast í oynni.

Annars skilir hann ikki, hvussu tað ber til, at eitt felag, sum Danbor, ið hevur havt útgerðarhavn í 22 ár, kann verða vrakað.

? Tað er ógvuliga ilt at skilja, at Danbor hevur bjóðað eina ætlan fram, sum ikki kann brúkast. Nakrar orsøkir til, at Suðuroyggin varð vrakað, er at havnin á Drelnesi er ikki nóg djúp og samferðsluviðurskiftini eru ikki nóg góð.

?Bogi Mortensen vísir hinvegin á, at serfrøðingarnir hjá Danbor, sum altso hava drúgvar royndir, hava mett um støðuna og hava mett, at ein oljuhavn liggur væl fyri í Suðuroynni. Tí skilir hann framvegis ikki, at oyggin ikki kann brúkast, tí hann heldur, at tað er undarligt, at Danbor metir so skeivt.

Hinvegn noktar at at trúgva uppá, at landsstýrið hevur hevur havt ein fingur við í spælinum og hevur fingið oljufeløgini at vrakað Drelnes fyri at sleppa undan at gera eina nýggja samferðsluhavn í Suðuroynni.