Valstríðið er av álvara byrjað. Beata L. Samuelsen er farin at girða. Og hon byrjar júst har, sum systirin slepti fyri skjótt 4 árum síðan. ?Duer ikke? segði prinsessan um fríggjaran. Tá var Tjóðveldisflokkurin ikki nóg góður. Og tað er hann framvegis ikki, skal greinin hjá Beatu í Dimmalætting mikudagin takast fyri fult.
Beata væntar, at býráðsformaðurin fer at gera sær dælt burtur úr teirri nógvu umrøðu, sum verður komandi dagarnar í sambandi við at Snarskiva býráðsins fer í gongd.
Sum góð tíðindakvinna er Beata væl kunnað um ætlanina. Kanska í so væl, tí ein kann undrast á, hvaðan hon hevur upplýsingarnar. Men lat tað fara, tí í hesum máli er ikki neyðugt við nøkrum myrkaspæli. Beata veit, hvussu nógv umsitingarligu fyrireikingarnar til Snarskivuna kosta, og at ætlanin er at upplýsa borgararnar um tiltakið við lýsingum o.s.fr.
Men okkurt letur Beata liggja. Sjálv upplýsingarherferðin kostar 100.000. Kanska er tað nógv, men 300.000, sum Beata skrivar, er tað so ikki. Eisini hevur Beata hug at knýta býráðsvalið og Snarskivuna saman. Í veruleikanum er Snarskivan nógv seinkað. Hon skuldi verið opnað fyri meir enn hálvum ári síðan. Heldur Beata veruliga, at vit skulu bíða við Snarskivuni til eftir býráðsvalið?
Vit mugu tó ikki gloyma, at Beata er úti í øðrum ørindum. Hon skrivar ikki sum tíðindakvinna, men sum valevni. Tað ger hon púra greitt, men tað sæst nú eisini týðuliga aftur í skrivingarlagnum. M.a. tá ið hon fær tað til, at Tjóðveldisflokkurin er næst minstur í býráðnum. Tað er hann nú ikki, hann er trið minstur. Eins og Sambandflokkurin er fimt minstur.
Men tað, sum Beata hevur mest ilt av, er, at hon skal síggja ?kontrafejið? hjá Leivi í tíð og úrtíð komandi dagarnar. Serliga fýlist hon á, at skattgjaldarin skal rinda fyri tað, sum hon kallar ?ókeypis valpropaganda? fyri Tjóðveldisflokkin.
Tað er sjálvsagt synd, um Beata missir svøvnin av hesi orsøk. Men hon hevur ikki fyri neyðini at liggja í andvekri, tí so galið verður tað ikki. Leivur er framvegis borgarstjóri í Havn, og heilt goyma hann burtur til eftir býráðsvalið ber nú einaferð ikki til. Men neyvan verður Leivur nógv at síggja í lýsingarherferðini.
Hóast tað er ógjørligt hjá Tjóðveldisflokkinum og Sambandsflokkinum at vera í samgongu landspolitiskt, so letur tað seg væl gera í býráðnum. Men nú er Beata farin at seta girðingar upp. Og røttu megin girðingina verður ikki pláss fyri nøkrum Tjóðveldisflokki - í øllum førum má hann haldast í bandi. Hetta boðar ikki frá góðum. Eru sjónarmiðini hjá Beatu umboðandi fyri Sambandsflokkin, verður einki samstarv flokanna millum eftir valið.
Eitt eru Beata og eg tó samd um. Bæði hava vit vónir um, at Snarskivan roynist væl. Tað verður so nakað, sum ein komandi borgarstjóri fær gleði av. Um hann so eitur Leivur ella Heðin.
Klæmint Olsen
Býráðslimur










