týðuligani, at hann var ikki sørt skuffaður yvir avrikið hjá vestmenningum. Einki hugflog í álopinum Martin helt eftir dystin, at tað var í álopinum, at vestmenningar taptu dystin. Serliga helt hann, at tað gekk [...] sum um eingin tordi at taka ábyrgd í álopinum og royna seg við skoti upp á mál. At málverjin hjá finnum stóð nógv betur í seinna dystinum, hevði eisini, sambært Martini, við sær, at leikararnir hjá VÍF [...] VÍF ikki tordu at skjóta upp á mál, og um teir gjørdu, so royndu teir at seta skotini so uttarlaga, at málverjin ikki fekk fatur á teimum, og tískil fóru nógvar royndir við síðuna av málinum. Somuleiðis helt
, vil bert siga um Edmund Joensen, at hann fyrst og fremt er løgmaður fyri tingið, og at hann hevur høvuðsábyrgdina. - Edmund Joensen eigur at leggja sær í geyma, at primera uppgáva hansara er ikki Fólkatingið [...] tingfomannin, og so er tað hansara uppgáva at taka málið upp. - Eg havi onga ábyrgd fyri løgmanni, men eg haldi at hann átti at gjørt sína støðu upp - nevniliga, at hann er løgmaður í tinginum og ikki í F [...] síðan 1970. Hann sigur at eyðkenni fyri løgmenn higartil, hevur verið, at teir allir hava vísti tinginum virðing. -Eg varð skakkur tá eg hoyrdi Edmund Joensen, løgmann, siga ósatt um at fíggjarlógar-orðaskiftið
eyðsæð er, at nógv fara at síggja filmin - og eins eyðsæð er tað, at fleiri føroyingar fara at síggja filmin fleiri ferðir. Filmurin verður frumframførdur í kvøld. Í blaðnum í morgin fara vit at greiða frá [...] Annars plagar at bera til at bíleggja atgongumerki framman undan, men tað hava teir valt ikki at gera hesaferð, tí tað hevði verið alt ov mikið arbeiði av tí. Tað er sjálvandi ringt at bera saman við [...] Jákup Eli fyr. Tað er eisini vert at merkja sær, at Barbara ikki bara verður vístur í Havnar Bio, men eisini í Klaksvík. Nils Malmros hevur mett, at 20.000 føroyingar fara at síggja filmin. Onkur er eitt sindur
Vit ætla okkum at gera havnina meiri sjónliga og at gera átak á ymsum økjum. Valdu ímillum at bíða og at bjóða seg fram Starvið hjá Rana Nolsøe er nýtt, og í Klaksvík vóna tey, at tað fer at kasta nakað av [...] Klaksvík. ? Vit kundu velja ímillum at sita og bíða eftir meira virksemi ella at taka kappingina upp við aðrar havnir í Norðuratlantshavið. Vit valdu tað seinna, og ætla nú út at bjóða okkum fram. Men hvat kann [...] Klaksvíkar Havn hevur til uppgávu at stýra virkseminum og at samskipa tænastur. Hann skal hava samband við vinnulívið á staðnum, við skipini og onnur. Og hann skal tryggja, at øll, sum brúka havnina í Klaksvík
sigur, at feløgini mugu arbeiða saman um hetta málið. Tað nyttar onki, at eitt nú Diabetisfelag einsamalt fer at arbeiða við málinum. Feløgini mugu arbeiða saman fyri at fáa myndugleikarnar at broyta [...] vakt størstan ans er, at sjúklingarnir nú sjálvir skulu rinda part av útreiðslunum. Steinbjørn í Lambanum, formaður í Diabetisfelag Føroya sigur, at hann heldur tað verða løgið, at landsins myndugleikar [...] Landsstýrið arbeiddi við ætlanum um at spara á pensiónsøkinum, við at minka um fólkapensiónina hjá summum pensiónistum. Tann ætlanin fór í vaskið, og tí fyrikemur tað mær, at onkur annar skal bøta fyri tað
óttur sigur, at síðan verður aftur farið til ymisk tiltøk og at hitta kenningar. - Ólavsøkudagur plagar at vera ein hugnaligur dagur, Ólavsøkukabarettin plagar eisni at verða - og ikki at gloyma sangurin [...] kappróðurin plagar leiðin at ganga út til fólkafundin á Føroya Fólkaháskula. Síðan er siðvenjan at ganga oman og niðan eftir Áarvegnum at heilsa upp á fólk, útimøti og ikki at gloyma útimøtið hjá Frels [...] útikonsertir, sum plaga at verða, fara vit eisini til. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur sigur, at eitt av hæddarpunktunum á ólavsøku sjálvandi er ólavsøkukappróðurin. Hon heldur, at í ár er tað serliga spennandi
februar í fjør, at spakin varð settur í til byggiverkætlanina, og eg haldi, at arbeiðið hevur gingið óføra væl. Símun Gullaksen sigur, at nú er eftir at fáa onkran at innrætta. - Kanska fara vit at gera ein part [...] smátturnar út til bæði føroyingar og útlendingar, sum hava hug at koma út higar at vitja. Símun Gullaksen dylur ikki fyri, at ætlanin er, at smátturnar eitt nú skulu hava hitapottar og hitarúm, umframt allar [...] eftir er at innrætta smáttur og býli. Sjey fólk kunnu sova í hvørjari smáttu, og ætlanin er, at smátturnar bæði kunnu leigast út serstakar ella saman, tá talan er um størri ferðaløg. - Vit fara at bjóða
iva at fáa gleði burturúr skúlanum. Okkurt smáputl er enn eftir at gera, men tað kemur ikki at órógva nakað. Lærarnir kunnu byrja at flyta yvir í skúlan aftur, so at tað verður klárt hjá børnunum at fara [...] hava tey ilskast um, at skúlin og ítróttarhøllin hava verið so leingi ávegis. Nógv hava havt hug at givið býráðnum í Havn skyldina. Summi hava enntá sagt, at tað var eitt mistak at gerast partur av Tórshavnar [...] kollfirðingum, tí at skúlabørnini hava havt sera vánaligar hølisumstøður í ár. Gamli skúlin var so illa farin og skitin, at skúlagongdin hevur verið í ymiskum øðrum hølum. Tað hevur gingið striltið at fáa skúlan
sigur Andy Steven, sum eisini heldur, at føroyingar áttu at duga betri at marknaðarført oyggjar okkara. Vónbrotnir av Smyril Line Fyri kortum boðaði Smyril Line frá, at Norröna gevst við hetlandssiglingini [...] vit fáa ein annan møguleika at ferðast út í heim. Men tað broytir ikki nakað upp ta sannroynd, at vit eru vónbrotin, sigur Andy Steven, sum heldur at tað væl hevði borið til, at samskipa flúgving og sigling [...] sjálvandi eiga vit at kunna lokka ferðafólk til okkum. Til London koma ferðafólk úr øllum heiminum, og vit eiga at kunna lokka fleiri teirra til Hetlands, heldur Andy Steven. Áttu at samstarva Andy Steven
á hesi avgerð hevur verið sum at rætta hundi brand. Nógv hevur verið gitt, hvussu fór at ganga við hesum sera turbulenta máli. Flestu tekin hava verið til, at tað fór at fella. Men so bleiv ikki. Málið [...] tá fólkaræðið virkar. Vit fegnast um, at hetta gjørdist endin á einum máli, sum var við til at seta kílar í føroysku tjóðina. Nei-sigararnir fara at vísa á, at samtyktin er ein myrkur dagur fyri Føroyar [...] til - á øðrum økjum - at byggja brýr millum upplýsing og tolsemi. At fylla demokratisku karmarnar út. Vera við til at geva sannari humanismu betri fótafesti her á landi, uttan at hetta skal taka grundarlagið