Rani Nolsøe skal menna Klaksvíkar Havn

Nýggi stjórin skal selja og menna Klaksvíkar Havn

Mánadagin var fyrsti starvsdagur hjá Rana Nolsøe í nýggja starvinum sum sølu- og menningarstjóri hjá Klaksvíkar Havn. Í síðsta mánaði varð Rani settur í hetta starv, og nú skiftir klaksvíkingurin Norðurlandahúsið í Havn út við Havnarskrivstovuna í Klaksvík.

Nýggja starvið er ein liður í at menna havnina í Klaksvík sum søluvøru og harvið skaffa havnini fleri inntøkur.

? Hetta er ein stór og spennandi avbjóðing, og eg eri sannførdur um, at vit kunnu fáa nakað munagott burtur úr, sigur Rani Nolsøe.

? Vit ætla okkum at gera havnina meiri sjónliga og at gera átak á ymsum økjum.


Valdu ímillum at bíða og at bjóða seg fram

Starvið hjá Rana Nolsøe er nýtt, og í Klaksvík vóna tey, at tað fer at kasta nakað av sær til býin.

? Klaksvíkar Havn er ein forrætning, sum skal geva avkast av teimum íløgunum, sum vit hava gjørt í hana. Og vit halda, at inntøkurnar seinastu mongu árini eru vaksnar ov lítið, og tí hava vit nú sett ein handils- og menningarstjóra, sum skal menna og selja havnina, sigur Jógvan við Keldu, býráðsformaður í Klaksvík.

? Vit kundu velja ímillum at sita og bíða eftir meira virksemi ella at taka kappingina upp við aðrar havnir í Norðuratlantshavið. Vit valdu tað seinna, og ætla nú út at bjóða okkum fram.

Men hvat kann Klaksvík bjóða?

? Vit kunnu bjóða atløgupláss og allar tær tænastur, sum skipini hava fyri neyðini.


Øll skulu hava

góða tænstu

Nýggi stjórin í Klaksvíkar Havn hevur til uppgávu at stýra virkseminum og at samskipa tænastur. Hann skal hava samband við vinnulívið á staðnum, við skipini og onnur. Og hann skal tryggja, at øll, sum brúka havnina í Klaksvík, fáa eina góða tænastu.

Tá hugsað verður um at fáa meiri virksemi er tað millum annað í sambandi við ferðamannaskip og eina møguliga komandi frálandavinnu.

? Tíðin var nú komin til at gera okkurt fyri at fáa meiri virksemi í Klaksvíkar Havn, og vit vóna at vit, við at seta ein handils- og menningarstjóra, kunnu gera havnina í Klaksvík meiri sjónliga, og at tað vil føra við sær størri virksemi, sigur Jógvan við keldu, býráðsformaður í Klaksvík.