Ein stór byggiverkætlan í Hattarvík

Umframt tvey summarhús, sum skulu leigast út til ferðafólk, byggir Símun Gullaksen eisini eitt sonevnt listafólkabýli í Hattarvík

Símun Gullaksen er í holt við at byggja tvær marglætissmáttur í Hattarvík. Hetta er ein verkætlan, sum fevnir um tvey summarhús, sum hann ætlar at leiga út.

 

Men, samlaða verkætlanin hjá bóndanum í Hattarvík er størri enn so. Her verður eisini bygt eitt býli til listafólk, sum vilja leita sær íblástur á útoyggj.

 

- Samlaða verkætlanin fevnir soleiðis um tvey summarhús og eitt býli til listafólk. Verkætlanin er innilokað, og eftir er at innrætta smáttur og býli.

 

Sjey fólk kunnu sova í hvørjari smáttu, og ætlanin er, at smátturnar bæði kunnu leigast út serstakar ella saman, tá talan er um størri ferðaløg.

 

- Vit fara at bjóða smátturnar út til bæði føroyingar og útlendingar, sum hava hug at koma út higar at vitja.

 

Símun Gullaksen dylur ikki fyri, at ætlanin er, at smátturnar eitt nú skulu hava hitapottar og hitarúm, umframt allar vanligar hentleikar.

 

Tað er kendi arkitekturin í Gøtu, Ósbjørn Jacobsen, sum hevur teknað.

 

 

 

Listafólk í breiðum høpi

 

Um ætlaninar við listafólkabýlinum, sigur hann soleiðis:

 

- Listafólk skulu helst ikki gjalda fyri at búgva her í nakrar dagar, men hetta ætli eg mær at fáa fíggjað á annan hátt.

 

Í listafólkahøpi hugsar bóndin í Hattarvík breitt.

 

- Eg hugsi bæði um myndlistafólk, skrivandi fólk, tónleikalist og annars øll, sum fáast við list og ríka okkara mentanararv, sum hann tekur til.

 

Símun heldur, at tað kanska hevði borið til at flætta okkurt av tí, sum kemur burtur úr í listafólkabýlinum, við annað virksemi, sum hann hevur – antin á garðinum ella í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík.

 

- Vit hava eisini annað í gongd her í Hattarvík, umframt at arbeitt verður við ymiskum nýggjum, sigur hann.

 

 

 

Lidnar seint í summar

 

Gongst, sum Símun ætlar, standa smátturnar í Hattarvík lidnar einaferð seint í summar. Tað er Articon, sum hevur innilokað smátturnar.

 

Elementini eru smíðað í byggihøllini hjá byggifyritøkuni í Sandvíkarhjalla, og síðan eru tey flutt út til Fugloyar við Grønanesi.

 

- Tað var síðst í februar í fjør, at spakin varð settur í til byggiverkætlanina, og eg haldi, at arbeiðið hevur gingið óføra væl.

 

Símun Gullaksen sigur, at nú er eftir at fáa onkran at innrætta.

 

- Kanska fara vit at gera ein part av hesum arbeiði sjálvi, men tað fer tíðin at vísa, leggur hann aftrat.