Kollafjarðar skúli liðugur langt um leingi

Skúlin í Kollafirði hevur verið ávegis leingi. Í dag varð skúlin so endaliga liðugur, og tað skal ikki skiljast sum at tað er vorðið summarferia, men sum at nýggi skúlabygningurin er liðugur. Væntandi kann skúlin takast í nýtslu næsta skúlaár

Í dag varð skúlin í Kollafirði liðugur. Hetta er uttan iva til stóra gleði hjá kollfirðingum, tí at skúlabørnini hava havt sera vánaligar hølisumstøður í ár. Gamli skúlin var so illa farin og skitin, at skúlagongdin hevur verið í ymiskum øðrum hølum. Tað hevur gingið striltið at fáa skúlan lidnan. Ymiskir trupulleikar hava seinkað byggingini, og tí er hann næstan eitt heilt ár seinkaður.

Í Kollafirði hava tey ilskast um, at skúlin og ítróttarhøllin hava verið so leingi ávegis. Nógv hava havt hug at givið býráðnum í Havn skyldina. Summi hava enntá sagt, at tað var eitt mistak at gerast partur av Tórshavnar kommunu. Heðin Mortensen er borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, og hann sigur seg vera nøgdan við arbeiðið.
- Eftir teimum givnu fortreytinum kunnu vit bara vera nøgd við úrslitið. Tað vóru summi viðurskifti, sum vit ikki heilt vóru samd um, og tað gjørdi so, at byggingin varð seinkað. Eg haldi, at tað gekk væl, tá ið býráðið kom inn í myndina sum umsiting, og ein bygginevnd varð sett, sigur Heðin Mortensen

Fara at tosa um trupulleikarnar
Heðin Mortensen vil ikki úttala seg meira um ósemjurnar í byggigongdini enn. - Vit fara at seta okkum niður og tosa um tær ósemjur, sum vóru, ein av komandi døgunum. Nú er endamálið einans at fáa ein góðan skúla til børnini í Kollafirði, sigur Heðin Mortensen.

- Skúlin er helst tann mest framkomni í øllum landinum. Har eru allir hentleikar, so kollfirðingar fara uttan iva at fáa gleði burturúr skúlanum.

Okkurt smáputl er enn eftir at gera, men tað kemur ikki at órógva nakað. Lærarnir kunnu byrja at flyta yvir í skúlan aftur, so at tað verður klárt hjá børnunum at fara í skúla eftir summarfrítíðina.

Høllin skjótt liðug
Byggingin av høllini gongur eisini væl, og hon verður skjótt liðug. Heðin Mortensen sigur, at meiningin er at byrja at brúka høllina longu næsta vikuskifti í samband við Kollafjarðarstevnuna, men hon verður ikki tikin alment í nýtslu enn. - Vit vilja fegin hava hana ordiliga lidna, áðrenn hon verður tikin alment í nýtslu. Hon skal verða pakkað við band og sløjfu um. Hon verður helst vígd við einum ordiligum braki av einum hondbóltsdysti, sigur Heðin Mortensen.