Oddagrein· Sigur fyri Føroyar og tolsemið

Føroya Løgting samtykti fyrrapartin søguliga lógarbroyting. Ein meiriluti av tingmanningini tók undir við uppskoti um at víðka grein 266 B í revsilógini til eisini at umfata seksuella orientering. Hetta er sum tingformaðurin sigur við Sosialin í dag - ein sigur fyri Føroyar og fyri tolsemið.

Tað eru fá mál í føroyskum politikki, ið hava fingið so nógva umrøðu, og sjáldan hava so mong brúkt sín demokratiska rætt at siga sína hugsan. Og frá báðum síðum tvs. teimum, sum hava verið fyri at verja tey samkyndu í revsilógini, og teimum, sum hava verið ímóti. Málið hevur eisini vakt miklan ans í okkara grannalondum, hartað hevur verið funnist at royndunum hjá føroyskum politikarum at forða lógaruppskotinum, ið skal geva samskyndum rættarverju, verða hesi hartað ella niðurgjørd vegna sína seksuellu orientering.

Málið hevur verið fyri á tingi áður, og tá fall tað. Eftir eina hending í Havn, har samkyndur maður varð álopin, varð málið tikið uppaftur, og tingfólkini Finnur Helmsdal og Annita á Fríðriksmørk, settu fram nýtt uppskot til verju av teimum samkyndu. Orðaskiftið í kjalarvørrinum á hesi avgerð hevur verið sum at rætta hundi brand.

Nógv hevur verið gitt, hvussu fór at ganga við hesum sera turbulenta máli. Flestu tekin hava verið til, at tað fór at fella. Men so bleiv ikki. Málið varð samtykt, tí nakrir tingmenn tóku upplýsing og atfinningar til sín. Hava víst seg sum sannar demokratar. Hetta mál er gott dømi um, tá fólkaræðið virkar.

Vit fegnast um, at hetta gjørdist endin á einum máli, sum var við til at seta kílar í føroysku tjóðina. Nei-sigararnir fara at vísa á, at samtyktin er ein myrkur dagur fyri Føroyar. Ja-sigararnir harafturímóti fara fegnast um, at fordómar og intoleransa hava fingið eitt alvorligt skot fyri bógvin. Givið er at henda avgerð fer at gagna Føroyum ikki bert her og nú men serstakliga uppá longri sikt. Eisini úteftir. Og so kann hon eisini vera við til - á øðrum økjum - at byggja brýr millum upplýsing og tolsemi. At fylla demokratisku karmarnar út. Vera við til at geva sannari humanismu betri fótafesti her á landi, uttan at hetta skal taka grundarlagið undan trúgvandi Føroyum.

Trúgvandi Føroyar hava nevniliga gott av, at tolsemisvindar úr umheiminum eisini røkka okkum og geva okkum gott í beinið. Fyri tað ber væl til at varðveita og ikki minst menna góða og sunna trúgv og mentan.

Sosialurin