brúk fyri skannaranum. Fyrstu ferð var 2. hvítusunnudag síðsta ár. Her var móttøkan á LS framúr, og eftir stuttari tíð, fingu vit boð um støðuna, og at endaliga avgerðin um víðari viðgerð kom at verða tikin [...] dagar ringdi at fregnast um svar: Nei, tíanverri var einki svar komið frá RS. Lygn nr 3 kom , tá eg 17. dagin longdist at frætta nýtt. Nei, har var einki nýtt at frætta. Nú var mítt tol uppi, og neyðars [...] síðan bað eg um eitt telefonnummar at ringja til í DK. Skrivarin bað meg bíðja eina løtu, hon skuldi ringja meg upp aftur. Sannleikans tími Skrivarin gjørdi sum hon hevði lovað, men tað hon segði mær, fekk
sjúkrahjálpari á landssjúkrahúsinum. Frammanundan hevði hon gjørt sær greitt, at hetta ikki kom at vera hennara lívsstarv. Hon gjørdu ikki vandari enn at hon segði upp, og fór at taka sær av Fótbúna burturav [...] inni við stórum virðum. Marjun er framvegis røsk, so hon fer at hjálpa teimum ungu í handlinum. Men hon bedýrar, at hon fer ikki at blanda seg! Um at koma heim Bjarni heldur, at eitt tað besta við at vera [...] 2 í 1942. Nú gjørdist tað skógvarnir Nú var so liðugt hjá Karl at hugsa um sjólívið. Hereftir skuldi tað vera skógvarnar, hann helt seg til. Spurningurin var, um hann skuldi fara til Havnar ella Klaksvíkar
best Norsku Løvu. Mamma var ein dugnalig húsmóðir. Tað var ótrúligt, hvat hon kundi fáa burtur úr inntøkuni hjá pápa, sum ikki var stór, hóast hann var av bestu fiskimonnum. Mamma hevði eini ótrúlig evni [...] eftir lestur Tá ið pápi var burtur, var tað mamma, sum tók sær av okkara uppaling. Men tá ið pápi var heima tók hann yvir. Tað kundu eisini enda við eini fleingju, um vit ikki sótu friðarlig og lurtaði [...] Frida var ein vøkur genta, hon giftist niðri. Ernst las gudfrøði. Tað gekk ikki væl við honum. Hann fekk eitt gott prógv, og pápin hevði glett seg til at fáa hann sum hjálparprest. Men Ernst var ikki heilt
pakkunum, sum fara av húsunum. Eg tími ikki at tuska runt fyri at finna gávur ella keypa, so eg ikki havi fyri breyð í januar. Tað kann ikki vera meiningin við jólagávum. Og hon sigur víðari: - Okkum øllum dámar [...] Soleiðis segði hon nakrar dagar, áðrenn tey í Húsavíkar kommunu høvdu skipað seg, og vit kunnu bara gita, um jólaynskið hjá henni kanska var at gerast borgarstjóri. Men, tað sigur søgan einki um. Lesið eisini [...] n møguliga verður øðrvísi í ár, leggur hon aftrat. Hvat eta tit á jólum? - Sum hjá helst flestum øðrum, verður alt ov nógv etið á jólum, sigur hon brosandi. Hon vísir á, at jólaaftan er siðvenja at hava
Men tað er ikki bara massasja, tað heila snýr seg um. Hon finnur eisini trykkpunktir í kroppinum, og hon mýkir tey, so at tað kemur javnvág í aftur. Osla hevur havt nógv fólk í viðgerð, og hon sigur, at [...] lagi, sigur hon. Júst hvat feilar, kann hon ikki siga, men hon masserar dúgliga tey ávísu støðini. ? Eftir nakrar viðgerðir fer viðkomandi at merkja eina broyting, men tað er umráðandi ikki at geva nøkrum [...] har ein koplar úr og bara slappar av, sigur hon. Herfyri hevði Osla eitt høli í Klaksvík, har fólk komu til viðgerðar, men tað hevur hon ikki longur. Og hon heldur, at mong setast aftur, tí tey noyðast
framhald av »Argjafrensum« - og kortini ikki. Bøkurnar eru nevniliga rættiliga ólíkar. »Argjafrensar« var ætlað børnum, »Útiløgukattar« er ungdómsbók. »Argjafrensar« var ikki søgd í einari eyðsæddari tíðarrøð [...] aftur kom á seinnu helvt av 50unum. At pengarnir ikki eru nógvir, merkir lesarin, men annars ger kreppan ikki nógv vart við seg í frásagnunum hjá Onnu. Hon er tað, sum sigur frá og er alter ego hjá høvundanum [...] eru nettupp støk brot og ikki samansjóðaði til eina medvitna heild, sum t.d. »Tornið á heimsins enda« hjá Williami Heinesen. Lesarin hoyrir um alskyns spøl, kráku- og skurapisur, um jólahald og hjemmelavara
hetta er eisini tíðin, tá hon hugsar um, hvussu nógv hon hevur at vera takksom fyri. - Í ár hugsi eg ikki minst um tey, sum tíverri ikki kunnu gleðast um jólafrið, leggur hon aftrat. [...] fyrst og fremst um at vera saman við mínum kæru, men týdningurin broytist við árunum. Ruth Vang sigur, at tá hon var yngri, og børnini vóru smærri, gekk hon høgt uppí fyrireikingarnar, og hon pyntaði og bakaði [...] hugna mær - uttan at alt er so perfekt rundan um meg. Hon vísir á, at øll árini, hon hevur sitið á tingi, hevur hon verið limur í fíggjarnevndini, og nú hevur hon sum landsstýriskvinna ábyrgd av fíggjarlógini
sló hann hana. Hesaferð segði hon, at hann bæði sló og sparkaði, og myndir, sum vórðu tiknar av kvinnuni eftir hendingina vísa, at hon var bæði reyð og blá í andlitinum. Hon hevði eisini pínu í síðuni. [...] fekk tó ikki bæði hildið hurðini og hildið kvørkratakinum, so órættaði maðurin slapp inn, og sambært honum sá hann týðiliga, at ákærdi hevði báðar hendur um hálsin á kvinnuni. Hvussu var og ikki, fekk maðurin [...] kvinnan segði, at ákærdi javnan sló hana, fór hon ikki frá honum fyrr enn í november sama árið. Ákærdi maðurin segði, at tey vóru komin upp at skeldast, og at hon sló hann á nøsina, og tá hevði hann sligið
brot á galdandi ásetingar, sigur hon. Hon sigur, at tá føroyskt kjøt kortini er at síggja í handlum kring landið, er hetta ikki sambært galdandi reglum. - Tað nyttar einki, um framleiðsla fer fram á góðkendum [...] Starvsstovuni váttar Laila, at durasøla er lóglig. - Um søla av seyði og neytum ikki var lóglig á henda hátt – millum seljara og keypara – hevði ikki borið til hjá bøndrum at sloppið av við sína kjøtframleiðslu [...] góðkendum stað, tá sláturvirksemi ikki er góðkent, leggur hon aftrat. Laila sigur, at Føroyar í veruleikanum ongar kunngerðir hava um sláturvirksemi av seyði og neytum. - Vit hava góðkend virki til slátur av
við morgunmatarboðið um tær fýra. Brynhild Zachariassen byrjaði í starvi hjá Hans Olaf Hansen, tannlækna í Klaksvík, og seinni avloysti hon tann so kenda Erling Simonsen. Síðan varð hon sett í avloysarastarv [...] starvi í barnatannrøktini, so var hetta helst ein av teim fyrstu av slíkum, ið Almannastovan játtaði. Hon bleiv ein ordans fongur hjá Tannlæknastovuni. Millum annað stýrir hon í stóran mun floksundirvísingi [...] Thorsvig byrjaði sum klinikkassistentur á Tannlæknastovuni. Hon hevði útbúgving sum klinikkassistentur frá Jakku Heinesen, tannlækna, har hon var liðug við útbúgvingina í 1992. Anniku Thorsvig kenna tey flestu