Hvar verða jólini hildin í ár?
- Vit vænta at halda jólaaftan heima hjá okkum í J. Paturssonargøtu saman við mammu míni og yngru børnunum, sum bæði koma heim úr Danmark. Elsta dóttirin heldur jólaaftan við manni og børnum saman við verfamiljuni.
Tað sigur Ruth Vang, sum er landsstýriskvinna í fíggjarmálum.
Hon leggur aftrat, at jóladag verða øll savnað, og tá halda tey samstundis føðingardagin hjá dóttrini.
Hvat verður á borðinum jólaaftan?
- Okkara jól eru rættiliga siðbundin. Onkutíð hava vit etið gás, men oftast er dunna á borðinum, og soleiðis verður tað eisini í ár.
Hevur tú eitt jólaynski?
- Tímiligu jólaynskini gerast færri við árunum, men eg gleðist og hugni mær ta løtuna, vit lata gávur upp. Gjarna liggur ein bók ella tvær undir trænum til mín.
Hvønn týdning hava jólini fyri teg?
- Jólini snúgva seg fyrst og fremst um at vera saman við mínum kæru, men týdningurin broytist við árunum.
Ruth Vang sigur, at tá hon var yngri, og børnini vóru smærri, gekk hon høgt uppí fyrireikingarnar, og hon pyntaði og bakaði.
- Í dag dugi eg betri at hugna mær - uttan at alt er so perfekt rundan um meg.
Hon vísir á, at øll árini, hon hevur sitið á tingi, hevur hon verið limur í fíggjarnevndini, og nú hevur hon sum landsstýriskvinna ábyrgd av fíggjarlógini.
- Tá er tíðin undan jólum tann strævnasta á árinum, og friðurin kennist so mikið kærari, tá jólini koma.
Ruth Vang vísir á, at hetta er eisini tíðin, tá hon hugsar um, hvussu nógv hon hevur at vera takksom fyri.
- Í ár hugsi eg ikki minst um tey, sum tíverri ikki kunnu gleðast um jólafrið, leggur hon aftrat.