Norðdepil:
At koyra norður um Klaksvík. Til Norðdepils, Hvannasunds ella Viðareiðis krevur, at ein koyrir ígjøgnum teir báðar myrku, smølu og heldur ófantaligu tunlarnar á Borðoynni. Men tað skal til, um ein ætlar sær at koma til onkra av hasum bygdunum. Og tað eru tað so mong, sum gera. Men tey eru eisini mong, sum aftra seg við at koyra sjálvi. Hendan dagin má Sosialurin so í gjøgnum tunlarnar, tí hinumegin bíðar ein kvinna, sum hevur fingið eina útbúgving, sum ger, at hon við massasju í andlitið kann hjálpa børnum, sum hava trupult við at lesa. seingjarvætarum og mongum øðrum, sum hava trupulleikar av ymsum slagi. Húsið hjá Oslu stendur mitt í bygdini. Tað er gult og lætt at finna. Inni í hugnaliga køkinum angar av nýbakaðum bollum, og Osla dekkar borð. Uttanfyri er brennandi sól og hóast komið er út í september, so er tað sera heitt úti.
Á borðinum liggur ein bók um zoneterapi.
? Hetta er bókin, sum vit hava verið ígjøgnum seinastu átta mánaðirnar, greiðir Osla frá.
Hon tók hesa útbúgvingina í Danmark og er júst liðug. Hon gekk í skúla frá fríggjadag til mánadag. Og so var restin praksis í Føroyum.
? Mong ferðast ímillum, tá tey ganga í skúla í Havn ella okkurt. Eg ferðaðist í millum skúla í Danmark og praksis í Føroyum hvønn mánað, sigur Osla við einum skeivum smíli, sum hvørvur, tá hon sigur, at hon hevur goldið fyri alt sjálv.
? Men tað er tað vert, tí mær dámar hetta. Eg havi áhuga fyri tí, og nú kann eg hjálpa øðrum menniskjum, og tað kennist væl, sigur hon og fær sær ein kaffimunn.
Hjálpir móti nógvum
Fólk í hópatali venda sær til Oslu Sørensen, andlits- og fótzoneterapeutur í Norðdepli. Hon hevur egna klinikk í kjallaranum, men hon viðgongur, at hon hevði viljað havt klinikk í Klaksvík.
Andlitszoneterapi er í stuttum tað sama sum fótzoneterapi, men Osla greiðir frá, at tað er øðrvísi kortini, tí tá ein masserar andlitið og høvdið stimulerar ein heilan betur enn um ein bert masserar føturnir. Summi, sum koma ynskja bæði fót og andlit, meðan onnur vilja bara tað eina. Um ein bert tekur tað eina, so varir viðgerðin umleið 50 minuttir. Bæði tekur umleið hálvanannan tíma.
Men tað er ikki bara massasja, tað heila snýr seg um. Hon finnur eisini trykkpunktir í kroppinum, og hon mýkir tey, so at tað kemur javnvág í aftur.
Osla hevur havt nógv fólk í viðgerð, og hon sigur, at hon bert hevur fingið positiv aftursvar.
? Summi ringja stutta tíð aftaná og siga, hvat tey merkja øðrvísi, og onnur ringja bara fyri at siga, hvussu væl tey kenna seg, sigur hon.
? Serliga nógv børn havi eg eisini havt til viðgerð, sigur hon.
Foreldur hava vent sær til hana við børnum, sum hava havt trupulleikar við at lesa ella at halda seg turr um náttina. Og eftir nakrar viðgerðir frá henni, er glið komið á hjá teimum.
? Tey eru farin at lesa ella hava lagt av at pissa í song, sigur Osla púra órørd, sum um tað als ikki hevur tikið hana av bóli.
Av øðrum trupulleikum, sum viðgerðin hjá Oslu kann lekja, eru høvuðpína, forstoppilsi, menustratiónspínu og so framvegis.
Osla sigur, at tað eru mong, sum eisini bara gera tað fyri vælveruna.
? Fólk eru so stressað í dag, at teimum tørvar hesa løtuna fyri seg sjálvan, har ein koplar úr og bara slappar av, sigur hon.
Herfyri hevði Osla eitt høli í Klaksvík, har fólk komu til viðgerðar, men tað hevur hon ikki longur. Og hon heldur, at mong setast aftur, tí tey noyðast at koyra ígjøgnum tunlarnar.
? Tað er ein langur teinur at skula koyra til viðgerð, so eg hevði ynskt, at eg kundi fingið eitt høli aftur í Klaksvík, sigur hon.
Ikki falskar vónir
Tá prátið hevur gingið eina løtu, er tíð at fara niður í klinikkina. Osla hevur eina viðgerð nú, og hetta er ein, sum fær bæði andlits- og fótzoneterapi.
Tað sást væl, at hon tekur sær væl av sínum viðskiftafólkum. Persónurin hendan dagin fær eitt heitt umslag um føturnir, meðan hon masserar andlitið.
Friðarligur tónleikur streymar úr einum fløguspælara, meðan Osla arbeiðir. Tann, sum liggur á briksini og sær út til at hava tað gott.
Av og á spyr Osla, um viðkomandi hevur trupulleikar við einum og hvørjum. Og tað sigur hon, at hon merkir á andlitinum hjá viðkomandi.
? Hendan stríðist við migrenu og tunntarmurin letur heldur ikki til at vera í lagi, sigur hon. Júst hvat feilar, kann hon ikki siga, men hon masserar dúgliga tey ávísu støðini.
? Eftir nakrar viðgerðir fer viðkomandi at merkja eina broyting, men tað er umráðandi ikki at geva nøkrum falskar vónir, sigur hon og leggur afturat, at um tað ikki lekir eina sjúku ella fær pínu at hvørva, so kann zoneterapi í øllum førum gera tað meira liviligari.
Við eitt flytur Osla seg til føturnir og gevur eina massasju. Hon sigur, at tað er ójavnt frá fólki, um tað er báðir føturnir ella bara tann eini, har ein kann merkja trupulleikarnar.
Eftir ein góðan tíma er viðgerðin av, og persónurin liggur og hvílir seg eina løtu, meðan Osla riggar av.
Inni í klinikkini er sera heitt, og ein kann bert ímynda sær, hvussu heitt tað er at liggja á briksuni við varmapútu og einum teppi oman yvir seg. Persónurin á briksini letur væl at viðgerðini og sigur, at hon var líka við at sovna fleiri ferðir.
? Hetta fari eg at gera aftur, sigur hon við Oslu.
Tað er tað seinasta vit hoyra, áðrenn vit fara út aftur í sólina, sum enn stendur høgt á luftini.