Trupult uttan kunngerðir

Á matvørudeildini hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni vátta tey, at einki góðkent sláturhús er í Føroyum, og tí kann føroyskt seyða-og neytakjøt ikki seljast í handilsdiskunum, ei heldur borðreiðast á matstovum

Matvøra

 

Laila Jacobsen á matvørudeildini hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni sigur, at tað er trupult hjá teimum at góðkenna sláturvirki til seyð og neyt í Føroyum, tí kunngerðir vanta á økinum. Hon vísir á, at uppskot til nýggja matvørulóg hevur verið til hoyringar, men enn er ilt at siga, nær ein slík lóg verður sett í verk.

- Hoyringsfreistin er úti, men áðrenn lógin verður sett í gildi, skal hon fyrst samtykkjast í løgtinginum, leggur hon aftrat.

 

Rætt skilt

Laila sigur, at tað er rætt skilt, tá vit føra fram í hinari greinini á hesi opnu, at einki føroyskt seyða-ella neytakjøt kann keypast í føroyskum handlum, á føroyskum matstovum, ei heldur í føroyskum viðskera, sum verður seldur í handlum.

- Tá einki góðkent sláturhús er í Føroyum, hevði slíkt verið brot á galdandi ásetingar, sigur hon.

Hon sigur, at tá føroyskt kjøt kortini er at síggja í handlum kring landið, er hetta ikki sambært galdandi reglum.

- Tað nyttar einki, um framleiðsla fer fram á góðkendum stað, tá sláturvirksemi ikki er góðkent, leggur hon aftrat.

Laila sigur, at Føroyar í veruleikanum ongar kunngerðir hava um sláturvirksemi av seyði og neytum.

- Vit hava góðkend virki til slátur av eitt nú laksi, sílum og toski, men ikki av seyði og neytum.

Hon sigur, at tørvur er á eini nýggjari matvørulóg, og sum hon hevur skilt, verður nýggja lógin eisini smíðað sambært galdandi reglum í ES.

- Tað krevur so nógvar metingar, tá neyðugar kunngerðir ikki eru á økinum, og tí er tað so trupult at náa undir land við neyðugum góðkenningum.

 

Grundarlagið vantar

Laila vísir á, at tað hevði verið so nógv lættari og greiðari, um kunngerðir vóru.

- Vit hava matvøruvirkir í Føroyum, sum er góðkend til sína framleiðslu, og her hevur verið neyðugt at brúka galdandi reglur á fiskavirkjum sum grundarlag.

Hon sigur, at tá ræður um slátur av eitt nú seyði og neytum er tað eisini ein spurningur, hvussu djóralæknaeftirlitið skal vera.

- Neyðugt er við váttan um, at kríatúrini, sum verða dripin, eru frísk, leggur hon aftrat.

Laila sigur, at tá ongar kunngerðir eru á økinum, vantar sjálvt grundarlagið undir góðkenningini.

 

Lóglig durasøla

Á matvørudeildini hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni váttar Laila, at durasøla er lóglig.

- Um søla av seyði og neytum ikki var lóglig á henda hátt – millum seljara og keypara – hevði ikki borið til hjá bøndrum at sloppið av við sína kjøtframleiðslu, leggur Laila Jacobsen aftrat.