Leo Poulsen
Tey høvdu verið par í okkurt um hálvtannað ár, men fóru so hvør til sín í november 2012.
Longu tá hevði verið ein hending, har ákærdi skal hava verið harðligur móti unnustuni, har millum annað ein stólur hevði rakt hana í høvdið.
Hetta fór fram 3. apríl 2012, men hóast kvinnan segði, at ákærdi javnan sló hana, fór hon ikki frá honum fyrr enn í november sama árið.
Ákærdi maðurin segði, at tey vóru komin upp at skeldast, og at hon sló hann á nøsina, og tá hevði hann sligið hana við flatari hond einaferð, fyri at fáa hana burtur frá sær.
Hann greiddi eisini frá, at hann hevði tað fyri, at bróta ting, tá hann gjørdist illur, og at hann hevði tikið ein lenistól og ætlaði at tveita hann í sjónvarpið, men at órættaða kvinnan, sum sat á sofuni, í somu løtu bukkaði seg fram, so at stólurin í staðin rakti hana.
Kvinnan, hvørs frágreiðing var nakað trilvandi, kendi seg vísa í, at ákærdi ætlaði at raka hana við stólinum. Hon segði, at tað so javnan hendi, at øði kom í ákærda mannin sum snarljós av klárum himli, og so sló hann hana.
Hesaferð segði hon, at hann bæði sló og sparkaði, og myndir, sum vórðu tiknar av kvinnuni eftir hendingina vísa, at hon var bæði reyð og blá í andlitinum. Hon hevði eisini pínu í síðuni.
Frágreiðingin hjá manninum var, at hann bert hevði sligið kvinnuna veikan, og at hetta við stólinum í pannuna var eitt óhapp.
Nýggjan mann
Eftir at tey bæði vóru farin frá hvørjum øðrum í november, hevur kvinnan funnið sær ein nýggjan mann. Og hesin hevur verið óheppin vi herverki móti bilinum síðani tá.
Í januar vóru tey bæði í suðri, og sótu eitt kvøldið barnagentur fyri onkran kenning. Hetta sama kvøld kemur ákærdi til Suðuroyar, og millum klokkan 21 og 22 - um hálvan tíma eftir, at Smyril er komin á Krambatanga, varnast nýggi maðurin hjá kvinnuni, at bilurin er punkteraður á øllum fýra hjólunum, og at hann var skøvaður á aðrari síðuni, á motorhjálminum og á baklúkuni.
Seinni fær kvinnan eitt sms frá ákærda manninum, sum ákæruvaldið tulkar sum eitt játtilsi fyri, at tað var hann, ið hevði framt herverkið.
Sambært teimum báðum órættaðu hevði ákærdi seinni viðgingið og umborið mótvegis hinum manninum, at tað var hann, ið hevði framt herverkið.
Hetta hendi 22. januar 2013, og aftur 12. februar varð enn einaferð herverk framt móti sama bili. Hesaferð i høvuðsstaðnum, og bæði hjólini á aðrari síðuni vóru stungin á hol.
Hesaferð sendi ákærdi maðuri aftur eitt sms við fyrrverandi unnustuna, og bað hana fara at hyggja at bilinum.
Ákærdi maðurin segði, at hann fór aftur á staðið, tí hann ætlaði at ræða hana. Hon hevði farið illa við sær, meðan tey bæði vóru par, greddi ákærdi maðurin frá.
Men bæði fyrrverandi unnustan og nýggi maður hennara høvdu eina heilt aðra uppfatan av, hví ákærdi maðurin kom á vitjan.
Tók kvørkratak
Ákærdi maðuri segði, at hann bíðaði, til politiið var farið aftur av staðnum í sambandi við herverkið, og at hann hareftir bankaði upp á hurðina, og síðani trýsti mannin burtur, fyri at sleppa sær inn.
Hann fór beinleiðis innar í kamarið, har fyrrverandi unnustan goymdi seg, og meðan hann royndi at halda hurðina aftur, tók hann kvørkratak á kvinnuna. Tað siga frágreiðingarnar hjá fyrrverandi unnustuni og hjá stungna manninum. Sjálvur segði ákærdi, at hann bert helt í blusuna ella troyggjuna og snaraði runt, so kvinnan kanska hevði ilt við at anda.
Kvinnan sjálv var ivaleys í, at ákærdi hevði hendurnar um hálsin á henni, og tað sama segði nýggi maðurin hjá kvinnuni.
Hansara frágreiðing, sum virkaði sannførandi, greiddi frá, at hann og ákærdi tókust í durunum, tá seinni nevndi kom inn, og hann datt á gólvið, so ákærdi slapp avstað. Hann fekk tó ikki bæði hildið hurðini og hildið kvørkratakinum, so órættaði maðurin slapp inn, og sambært honum sá hann týðiliga, at ákærdi hevði báðar hendur um hálsin á kvinnuni.
Hvussu var og ikki, fekk maðurin skrykt ákærda frá kvinnuni, men tá hevði hon mist vitið.
Teir fóru so aftur at takast, og áðrenn órættaði varnaðist nakað, sá hann ákærda høgga ein felliknív í vinstra arm. Hetta endurtok seg einaferð aftrat, og tá var stungan meira álvarsom, so blóðið stóð upp í leysa luft.
Tað var líkasum at ákærdi raknaði við tá, tí hann gavst við áganginum og fór út, greiddi stungni maðurin frá.
Deyðshóttanir
Ákærdi maðurin náddi to ikki langt, tí áðrenn henn kemur at úthurðini, kemur ei politistur inn. Kvinnan hevði beinanvegin, tá hon sá ákærda, ringt til politiið og boða frá, at hann trongdi seg innar til teirra, og sambært politinum vóru teir bert einar 500 metrar frá staðnum.
Meðan politiið var har fyrru ferð í sambandi við herverkið, yvirhoyrdu teir eina samrøðu, har ákærdi ringri til kvinuna og hótti hana.
Tú hevur ikki langa tíð at liva eftir í, segði ákærdi sambært politinum.
Eisini hevði ákærdi í fleiri sms boðum borið fram somu hóttan, eins og hann rópti á veg út í politibilin, at »næstu ferð drepi eg teg«.
Hvørki órættaði maðuri ella kvinnan vóru í iva um, at ákærdi kom á bústað teirra við tí í hyggju, at gera av við kvinnuna.
Í rættinum segði kvinnan, at »eg trúði eg fór at doyggja«, og órættaði maðurin var onga løtu í iva um, at hevði hann ikki sloppið innar í kamarið, hevði ákærdi gjørt enda á kvinnuni.
Í proseduruni segði ákærin, Steffen Møller Jørgensen, at hann metti málið verða prógvað, tó at hann gjørdi nakrar justeringar í ákæruritinum.
Verjin, Bjørn á Heygum, sáddi iva um at próvbyrðan var lyft, og mælti í fleiri førum til frídøming.
Rættarfundurin í gjár skuldi bert avgera skuldarspurningin, og ikki longdina á einari møguligari revsing, men hendan varð søgd eftir evstamark hjá blaðnum