verið okkara meting, bæði út frá tí fundarvirksemi vit hava havt við politikkarar og skipasmiðju og eisini út frá tí tvørliga gerandissamferðslu, ið vit eru bundin av hvønn einasta dag. Sjálvsagt kann nýggja [...] við Tórshavnar Skipasmiðju og Strandferðaskip Landsins verið gott. Men nú brádliga eftir ¾ ár í góðum samskifti stendur fast! Nú ber ikki til at fáa pening til annað enn projektering. Tað kann ikki verða [...] skafti í 2007. Øll tey, ið eru von at verða í pappírsmeldrinum tá skip skal byggjast, vita at projektering, útbjóðing og meting av tilboðum kunnu fáast ígjøgnum á ½ ár. Harafturat eru øll tølini í sambandi
sum mál doyggja; og tað sigst vera vanligari nú, enn bert fá hava skil fyri. Eg sigi ikki, at vit eiga at fara at byrgja okkum inni málsliga; tvørturímóti eru hyggjuráðini, at summi leggja dent á at læra [...] hevði ræðið á øllum práti og orðaskifti. Tey eru ikki so fá, ið duga at síggja vandan í tí, at ikki bert ein heil tjóð, men víðari mentanarøki enn so, eitt nú øll norðurlond, geva seg undir at læra eitt [...] summi, onnur skuldu heldur lagt dent á týskt, franskt, japanskt o.s.fr. Tá høvdu vit havt fleiri gluggar úteftir, enn sum nú er. Sum felags millumtjóðamál verður hvørki enskt ella nakað annað tjóðarmál nakrantíð
tíðina, fingu teir eitt dømi um í fjør. ?Tá settu vit smolt út 9. mai. men tað var nakað tíðliga, so helvtin av teimum 60.000 smoltunum, vit settu út, doyðu. Vit settu so útaftur aftaná hálvan mei og tá var [...] fram um verkfallið, ljóðar ikki gott. ?Nú smoltið er sjóbúgvið, hava vit havt tað í kørum í hálvtannað ár, so tað verður ein vanlukka fyri okkum at missa tað nú. Á Guttansstøð í Fámjin hava teir 300.000 [...] arbeiðsdagar seinastu tíðina. Vanliga eru teir einir fýra mans til arbeiðis á smoltstøðini Guttansstøð, men akkurát í hesum døgum plaga teir at vera fimm, tí tað er nú, at smoltið av røttum skuldi verðið
Løgmansbø. ? Bæði lína, teymar og húkar eru nógv grefligari enn tað, sum roynt verður við, har tað er grunt. ? So royna vit ov innarliga, høvdu vit ikki dripið livandi. ? Og vit ætla heldur ikki at vera í vegin [...] . ? Tí umframt fiskiloyvi undir Føroyum, hava vit íslandsloyvi, og vit hava eisini søkt um at sleppa til Grønlands og á Flemmish Cap. Somuleiðis hava vit eisini møguleikar í altjóða sjógvi, t.d. við Rokkin [...] føroyingar alt ov lítið við, men har eru norðmenn nógv kringari. ? Tvs, at við at hava norðmenn við West Freezer í eini skiftistíð kunnu vit ogna okkum virðismikla vitan, sum vit ikki hava frammanundan um hendan
í politiska orðaskiftinum, hava spískað blýantin. Vit hava verið og eru í búskaparligari og politiskari kreppu, men tað er einki, sum bendir á, at vit fara at sleppa undan øllum blaðgreinunum, har nógv [...] sum teir kunnu fáa, nú fíggjarlógin verður viðgjørd, og orðaskiftið verður varpað út. Talutíðirnar hjá framsøgumonnunum, fíggjarmálaráðharranum og løgtingsmonnum og landsstýrismonnum eru ásettar í tingskipanini [...] aftur verið jabbað upp í saman um, at politiska arbeiðið skal spreiðast yvir alla tingsetuna, og nú fáa vit at síggja, hvør álvara verður í hesum, endar Jóannes Hansen. Talutíðirnar Tingskipanin sigur, at
Richard Schwartson Vit minnast óiva tekningina av lívsíns træi í samband við menningarlæru Darwins frá barnaskúlanum. David Berlinski ?Á sín mest einfalda hátt verður upprunin til lívið sambart menningarlæru [...] heldur familjubandið fram niðureftir - okkara cosa nostra - allan vegin niður eftur buli lívsins, til vit koma til eina einstaka heilt einastandandi kyknu, sum í sínum samanballaðu kromosomum goymir søguna [...] stavar aftur frá einum felags uppruna, eini felags frumkyknu.? Arvaeginleikar frá grannum Í dag vita vit frá nýggjastu granskingini innan mikrobiologi, at arvaeginleikar hjá m.a. bakterium sum flytast horisontalt
hevði svarta fólkið móti Herlufi Hansen. Vápnahvíld Av Oyrabakka frætta vit, at annað umfarið, sum var á skránni sunnudagin, og sum vit umrøddu í blaðnum í gjár, var heilt blóðugt, um tað ber til at siga tað [...] og tað var serliga orginali Fxc7 leikurin, sum varð nógv umrøddur. Hesar reglurnar eru skrivaðar fyri at tey, sum eru áhugað, men sum ikki út í æsir fylgja við, kunnu hava eina hilling á, hvussu tað gongur [...] ar, vóru mánakvøldið komnir á stigatalvuna. Tá vóru trý umfør løgd afturum. Við øðrum orðum kunnu vit siga, at triðingurin av kappingini var farin, tá teir fyrrapartin í gjár settust aftur við borðini
trummuspælarar eru komnir eftir hann, so hevur Riel fram til í dag megna at hildi seg á fremstu rók. Hansara stílur er í dag ikki so originalur, sum hann var í 60-70-80-unum, men hetta kemst nú mest av, at [...] heimavølli og kundi spæla og improvisera púra frítt. Í so máta eru jazzstandards nógv meira eitt upplagt upplegg til improvisation enn løg, sum eru verd at bíta so nógv merki í. Her ferðast menn frítt og kunnu [...] hevur havt so ovurhonds stóra ávirkan á norðurlendskt og altjóða jazztrummuspæl, og at har sostatt eru fleiri og fleiri sum nærkast hansara máta at handfara trummurnar. Men Alex Riel vil altíð verða ein
ikki sigur naka, undrar meg als ikki. Teir skulla jú tekkjast vinnulívinum, tað er jú tað tey eru vald til. Vit sóðu eisini Jan Cristiansen okkara borgarstjóra, sita so smílandi til háborðs, saman við "t [...] sær uppí hettar kjak. Um tit so eru fyri ella ímóti. Eg vil enda við at siga, at hettar als ikki er eitt álop á Eysturoyingar. Tey, so væl sum øll onnur í Føroyum, eru hjartaliga vælkomin til Havnar, men [...] veit tað fyri vist. Tunnilin avlastar ikki Havnina Pástandirnir sum Alfred Olsen her leggur fram, eru rætt og slætt "sludir og vrøvl". Ein tílíkur tunnil fer at belasta, (og ikki at avlasta) veganetið
bert fýra síl í. So settu vit garnið aftur. Síðan tóku vit smásteinar úr fjøruni í bátin, og so fóru vit at steina eftir sílunum! Hetta eydnaðist væl, og nú fingu vit 27 síl. Vit plagdu eisini at skjóta [...] tá vit vóru har inni og keyptu. Vit vóru bert 8-9 ár, tá vit róðu til Kaldbaks at keypa. Tað vóru tveir handlar í Kaldbak. Hin var hjá Petur Mohr Reinert, og hann hevði eitt stórt vøruúrval. Vit vóru [...] kilometur hvønn vegin. Vit gingu ikki framvið Hvítanes uttan so, at vit skuldu vitja fólk har. Annars gingu vit eftir Vatnaskørðum. Tað var eitt sindur tyngri, men tað var stytsta leið. Vit skóru eisini torv