Ólavur bjóðar av í toppinum

FM í talvi: Teir báðir, sum vóru á odda eftir trý umfør, skulu hittast í síðsta umfarinum

Allir teir tíggju, sum sita í Eydnuni á Oyrabakka og telva um FM heitið fyri einstaklingar, vóru mánakvøldið komnir á stigatalvuna. Tá vóru trý umfør løgd afturum.

Við øðrum orðum kunnu vit siga, at triðingurin av kappingini var farin, tá teir fyrrapartin í gjár settust aftur við borðini. Níggjunda og síðsta umfarið er á skránni leygardagin.


Stóri týsdagurin

Tá teir yviri í USA skulu finna fram til, hvør skal umboða republikanska og demokratiska flokkin á forsetavalinum, plaga teir at tosa um super tuesday. Hetta gera teir, tí tað ein ávísan týsdag í mars mánaði verður avgjørt í fimtan av teimum hálvt hudrað statunum, hvør skal verða forsetavalevni.

Hetta hugtakið, super tuesdag, tosaðu teir nógv um á Oyrabakka í fyrrakvøldið og í gjár. Orsøkin var tann, at í gjár vóru tvey umfør á skránni í meistarabólkinum. Tað fyrra av teimum báðum umførunum roknaðu teir við fór at verða liðugt klokkan trý seinnapartin, og so skuldi seinna umfarið telvast seinni á degnum.

Tá hesi bæði umførini vóru liðug seint í gjárkvøldið var kappingin meiri enn hálvrunnin. Støðan, sum vit hava í blaðnum í dag, er gjørd upp, áðrenn teir norðuri á Oyrabakka vóru lidnir við ta fyrra av teimum báðum umførunum, sum vóru á skránni í gjár, og tí sigur tað seg sjálv, at møguleiki er fyri stórum broytingum, áðrenn hetta blaðið er komið haldarunum í hendi. Men tað venda vit aftur til í morgin.

Í tí fyrra umfarinum í gjár vóru kanska mest áhugaverda talvið tað millum John Rødgaad, sum við tí hvíta fólkinum telvaði móti Thorbirni Thomsen, og tað har Flóvin Þór Næs hevði svarta fólkið móti Herlufi Hansen.


Vápnahvíld

Av Oyrabakka frætta vit, at annað umfarið, sum var á skránni sunnudagin, og sum vit umrøddu í blaðnum í gjár, var heilt blóðugt, um tað ber til at siga tað soleiðis. Mesta tosið snúði seg um sigurin hjá John Rødgaard á Heina Olsen, og tað var serliga orginali Fxc7 leikurin, sum varð nógv umrøddur.

Hesar reglurnar eru skrivaðar fyri at tey, sum eru áhugað, men sum ikki út í æsir fylgja við, kunnu hava eina hilling á, hvussu tað gongur í FM kappingini. Hvat hesin serliga orginali Fxc7 leikurin akkurát hevði við sær, og nær hann kom fyri í talvinum ber til at síggja á heimasíðuni hjá Talvsambandinum. Hon finst á www.sam-teld.fo/talv.

Eftir blóðuga annað umfarið sunnudagin, tá einki talvið endaði remis, var tað so at siga vápnahvíld í triðja umfarinum mánadagin. Trý talv endaðu javnt. Størsti áhugin var fyri talvinum millum Flóvin Þór Næs og John Rødgaard. Flóvin legði fyri við at flyta riddaran á f3, og eftir 24 leikir samdust teir um javnt.

Heini Olsen, sum datt eitt sindur burtur ímillum í oddastríðnum, tá hann tapti fyri John Rødgaard í øðrum umfari, mundi tevja møguleikan fyri at lyfta seg uppaftur við sigri, tá hinir báðir frammanfyri nevndu samdust um javnt. Heini stríddist leingi fyri at vinna móti Torbirni Thomsen, men eftir at hann hevði mist eina finnu, snúði stríðið hjá Heina seg meiri um at fáa javnt. Teir samdust um eitt hálvt stig í part eftir 51 leikir.

Styttsta talvið var millum teir báðar Herluf Hansen og Carl Eli Nolsøe Samuelsen, sum í vetur hava telvað fyri føroyameistararnar úr Havnar Telvingarfelag. Eftir tíggju leikir samdust teir um remis. At teir gjørdu so skjótt av hevði við sær, at teir fingu nakrar tímar meiri enn hinir at hvíla og fyrireika seg til strævna týsdagin í.


Brøðrastríðið

Einastu vinnararnir í triðja umfarinum vóru Eyðun Nolsøe, sum vann á eldra bróðrinum Rana. Eyðun var tann síðsti av teimum tíggju í meistarabólkinum, sum kom á stigatalvuna. Brøðurnir báðir kenna sjálvsagt hvønn annan serliga væl, og teir hava mangan sitið yvir talvborðinum og analyserað, tosað og diskuterað og kanska ikki altíð verið samdur um, hví hesin leikurin júst var tann rætti, ella hví ein annar hevði verið betri.

Tá Eyðun mánadagin setti seg við hvíta fólkinum, hevði hann styrkistalið 2170. Rani Nolsøe hevði styrkistalið 2195.

Talvið gjørdist drúgvt. Fyrsti leikurin hjá Eyðuni var e4, Rani svaraði aftur við d6, Eyðun flutti d finnuna undir liðina av e finnuni, og so kom svarti riddarin fram á f6 og hvíti riddarin fram á c3. Tá Eyðun hevði flutt sín 56. leik, legði Rani kongin.

Sum sagt, so ber til at fylgja talvunum á heimasíðuni hjá Talvsambandinum.


Nýggjur avbjóðari

Í blaðnum í gjár og eisini í umrøðuni omanfyri hevur mesti áhugin fyri toppstríðnum snúð seg um John Rødgaard og Flóvin Þór Næs, og eitt sindur hevur eisini verið gjørt burturúr, at Heini Olsen, FM vinnarin í fjør, ikki rættuliga er komin fyri seg. Merkisvert er tað, at eftir trý umfør hevði Heini einki talvið vunnið og harvið var hálvt annað stig aftanfyri teir fremstu.

Meðan eyguni hava verið snarað móti hesum trimum, so hevur ein annar smoygt seg fram millum teir fremstu. Talan er um Ólavur Simonsen úr Klaksvíkar Talvfelag. Hann hevur í fleiri ár verið mettur at vera millum teir mest evnaríku ungu telvararnar, og á Oyrabakka mettu teir í gjár, at tað er ikki óhugsandi, at Ólavur fer at vera heilt drúgvur hesa ferð. Eftir hálva stigið móti Heina Olsen í fyrsta umfarinum vann Ólavur bæði móti Torbirni Thomsen og Martin Brekká.

Í gjár vóru mótstøðumenninir hjá Ólavi Rani Nolsøe og so Carl Eli Nolsøe Samuelsen. Í dag er mótstøðumaðurin Flóvin Þór Næs. Bæði John Rødgaard og Heini Olsen hava áður verið meistarar. Um ein nýggjur meistari skal finnast hesa ferð, so verður tað Flóvin ella Ólavur. Tí er talvið teirra millum í dag rættuliga spennandi og avgerandi.

Skráin er løgd soleiðis, at í níggjunda og síðsta umfarinum, sum er á skránni leygardagin, skal Ólavur Simonsen við hvíta fólkinum telva móti John Rødgaard.