"PROFETURIN" Alfred!
Her fyri var boða til fundar, har menn í Eysturoynni vístu fram, væl ígjøgnumhugsaðar útrokningar. Víst var á at ein tunnil, ið "bara" kostaði uml. 800 milliónir kr. kundi borast úr Eysturoynniog til høvusstaðar øki, uttan at landi skuldi stuðla, við so mikið sum einum oyra. Alt gott um tað, tí hatta við roknistykkum havi eg, fyri at siga tað milt, ikki skil fyri. Eisini var víst á, hvussu bíliga, ein kundi koma ígjøgnum tunnilin, og hvussu gott tað var fyri vinnulívi. Og fyri at fáa øll við í hesa massapsykosu, so skrivaði Alfred Olsen, løgtingsmaður eisini eina grein. Hann "profeteraði" ikki bara við, at vísa á teir búskaparligu fyrimunirnar, og har við fyrimunirnar hjá vinnulívinum, men hann fór so langt sum, at gera tað til, ein familju- og umhvørvisvinarligan pakka. Í hesi grein, sum var at lesa í sosialinum 21. februar, og bar heitið; "Fast samband millum Skálafjørðin og Havnina", oysir harra Alfred Olsen út úr sínum brennandi vinnulívs hjarta.
Hann vísir á, hvussu gott tað er fyri kappingarførið innan flutningsvinnuna og handverkaravinnuna, at virkir í Eysturoynni tá gerast kappingarførð við virki í høvusstaðnum (og øvugt). Hann nevnir eisini hvussu gott tað er fyri umhvørvið. T.d kunnu fólk, sum búgva í Eysturoy og hava sítt dagliga yrki í Havn, men fáa síni børn passaði í heimbygdini, skjótt og "bekvemt" náða heimaftur, áðrenn børnini skulla heintast. Tunnilin styttir jú leiðina við "1 til 1 1/2 tíma", og tað er jú ikki at "kimsa" at.
Fólk, ið búgva í Havnini, vera so sanniliga heldur ikki gloymd av profetinum. Hann, vísir á, at ein tunnil fer eisini at "avlasta" Havnina. Grundgevingin er tann,: at fólk í størri mun, fara at búseta seg við Skálafjørðin. Og sum prikkin yvir i?ið roynir hann eisini at tekkjast sínum kvinnuligu veljarum, við at vísa á eina mein-ingsleysa lurtara- kanning, í útvarpssendingini "So-statt" mikudagin 19.02.03. Hendan kanning vísti, at ein stórur meiriluti av lurtarunum, var fyri at tunnilin skuldi borast, og at tað serliga vóru kvinnurnar í tóku undir við hesum.
Góðan morgum harra Alfred Olsen!
Mær lystir at vita hvørjir hesir lurtararnir vóru, og hvaðani úr landinum teir ringdu. Eg eri rættiliga vísur í, at nógv tann størsti parturin av teimum, sum ringdu og luttóku í atkvøðugreiðsluni, vóru úr Eysturoynniog ikki úr høvusstaðarøkinum. Tó skal sigast, at eg ikki veit tað fyri vist.
Tunnilin avlastar ikki Havnina
Pástandirnir sum Alfred Olsen her leggur fram, eru rætt og slætt "sludir og vrøvl". Ein tílíkur tunnil fer at belasta, (og ikki at avlasta) veganetið í Tórshavnar kommunu enn meir. Øll vilja jú sleppa til Havnar. Soleiðis er tað bara. Um tað er til arbeiðis, skúla ella bara til handils, so vilja tey bara sleppa til Havnar.
Tað er ein sannroynd, at høvustaðurin, ikki megnar at avlasta tað trýst, ið longu nú er á veganetið. Milliónir av krónum vera brúktar til rundkoyringar og annað, fyri at minka um trýstið. Hóast hetta, sýnist trýstið ikki at minka. Og ein tunnil úr Eysturoynni, fer at gera alt hvaðna verri. Spyr bara barnafamiljur í Tórshavnar komunu, um hvussu trupult tað er at koma frá húsum á morgni. Tað krevur nógva tíð, orku og tol, at fáa børnini í barnagarð og skúla, fyri síðani sjálvi at stríða seg til arbeiðis. Hvussu verður tað so ikki tá ið ein tunnil er komin? Ikki til at halda út!
So um tunnilin skal borast, so noyðist Tórshavnar býráð at taka stig til tess at fora fyri, at trýsti á veganetið í kommununi ikki gert enn størri, fyri ikki at siga, at tað heilt krasjar saman.
Eitt orð í dúgliga verður nýtt í hesum døgum, er orði "bummpeningur". Tað hevði kanska verið ein máti, at forða fyri einum veksandi trýsti á veganeti í Havn, um ein tunnil yvirhøvur kemur. Okkurt má í øllum førum gerast.
Fyri kortum, varð ein tílík skipan sett í verk, í London. Orsøkin er tann, at trýstið á vegirnar í London er alt ov stórt.
Nú vil onkur kanska siga, at Havnin ikki kann samanberast við London. Men har eri eg ósamdur. Tí hóðast Havnin er minni, so kann trýstið á vegirnar vera tað sama.
Ikki eitt orð úr býráðnum!
Eg má siga, at eg undrist eitt sindur á, at ikki so mikið sum ein tann einasti lokalpolitikkari í Tórshavnar komunu, tekur til orðanna í hesum máli. Teir eru kanska eisini raktir av hesari hysterisku tunnilspsykosuni, ið herjar landi, ella kanska tað stríðir ímóti teirra áhugamálum at siga naka. Tað, at tann borgarliga samgongan ikki sigur naka, undrar meg als ikki. Teir skulla jú tekkjast vinnulívinum, tað er jú tað tey eru vald til. Vit sóðu eisini Jan Cristiansen okkara borgarstjóra, sita so smílandi til háborðs, saman við "tunnilsvinnulívinum" í Eysturoyðni, til tann so umtalaða fundin, ið (eg haldi), var hildin á Toftum.
Har afturímótið er tað ótrúligt, at andstøðan ikki letur við seg koma. Hví gera tit einki? Hví sita tit bara har?
Víst havi eg hoyrt tykkara gremjan og grát, um at somgongan er ódemokratisk, og at tit ikki sleppa til orðanna. Um so er, má okkurt jú gerast. Eitt er vist, at tað nyttar ikki at sita og gráta, meðan teir borgarligu, skalta og valta við okkara býðið, sum teimum lystir. Reisist!, skrivi í hvørjum blaðið, ið kemur út, í framtíðini! Skapið eina debat! Geri okkurt! Um ikki annað so skriva aftur, og sigi um tit taka undir við mínum sjónarmiðum, ella ikki.
Spell er tað tó, at ímeðan vinnulívið í Eysturoyðni, situr á fundi, inni á Toftum og avgerð, hvussu skjótt og gott tey kunna koma til Havnar, at skapa størri ferðslukaos, enn tað longu er, so er tað ikki ein av okkara fólkavaldu í komm-ununi, sum kemur sær uppí hettar kjak. Um tit so eru fyri ella ímóti.
Eg vil enda við at siga, at hettar als ikki er eitt álop á Eysturoyingar. Tey, so væl sum øll onnur í Føroyum, eru hjartaliga vælkomin til Havnar, men tað má vera skil í galskapinum.
Vónandi, fær hetta bræv gongd á kjaki. Eisini her í Havnini.









