Jeffrei Henriksen
Fordómur er tað sama sum dómur frammanundan. Vanliga er hann neitin; men hann kann eisini vera játin.
Ein fordómur er tann, at enskt skal vera mest framkomna málið í heiminum. Og aftaná kemur próvførslan, eitt nú tann, at við tað at enskt skal vera tað orðaríkasta málið í heiminum, so má orðaríkdómurin vera eitt dømi um, hvussu framkomið málið er. Orðaríkdómurin hjá Shakespeare er tiltikin; men kann tað ikki hugsast, at maðurin hevur smíðað summi orðini sjálvur?
Sjálvandi hevur eitt framkomið ídnaðarmál orð fyri øllum sínum ídnaði; men orð er skjótt at smíða. Og tað gera teir á enskum óvandnari enn vit á føroyskum. Orðasmíð sum "hardware" og "software", "Input" og "output" o.tíl. hevði valla verið góðtikið í føroyskum.
Orðamongd valdast. Á føroyskum finnast orð sum "hali, tagl, vel, stertur, sporl, sveiv, hamarstjølur, saks." Vit kunnu ikki við virðing fyri okkum sjálvum nevna alt hetta "hala," eins og teir á enskum kunnu nevna tað og annað slíkt "tail" alt samalt.
Kanska skuldi tað kortini ikki verið so nógv orðamongdin, ið telur, men heldur nýtslumøguleikarnir?
Tú, onkur og at siga munnu vera vanlig gerandisorð í øllum málum, somuleiðis eg, teg og at hoyra. Men máliskurnar "okkurt sigur tú!" og "eg hoyri teg," - munnu tær ikki vera rættiliga serføroyskar? líkar, og kortini er munur á meiningini, diplomatisk orðføring á hægsta stigi!
Ella tak orðalagið: "Eg havi aðrar vinir enn tú" og "Eg havi aðrar vinir enn teg." - Hvussu eitur hetta á enskum? - Jú, fleiri orð!
Orðalagið man heldur vera tað, ið týdning hevur í spurninginum um dygdarmál: Hvussu fá orð nýtast til greitt siga tað, ið sigast skal? Hygg at einihvørji týðing úr einum máli í annað og ber saman tekstlongdina. Enskur ella danskur tekstur er vanliga ólíka longri enn føroyskur. - Skal tað vera meir framkomið at noyðast at nýta fleiri orð enn annar til at siga tað sama? Heldur er tað orðalagið, ið ger munin. Og her gongur tíverri illa aftur á hondina við føroyskum. Hjá eldra ættarliðinum er merkingarmunur á, um tú t.d. blandar eitthvørt saman við einum øðrum, ella tú blandar tað saman við eitt annað, men nú er tíverri bland komið í.
At Ongland ta tíð, tað var, legði stóran part av heiminum undir seg og trokaði sítt mál inn allastaðni har, er ein onnur søga; og tað er so eisini ein spurningur, um restin av heiminum av fríum vilja skal geva seg undir hetta málsliga (og harvið mentanarliga!) harradømið.
Satt er tað, at enskt gongur fyri at verða nýtt sum millutjóðamál; men tey, ið ferðast hava í øðrum londum, hava mangan ásannað, at ikki øll tey, ið hava lært enskt, eisini duga tað.
Á eini vísindaligari rannsóknarferð við suðurpólin við fólki úr ymiskum tjóðum, m.a. einum breta, var sum vant enskt samskiftismálið. Onkur, sum við var, lovaði, at hann fór ikki oftari tílíka ferð, um nakar breti var við, tí bretin hevði so stóran fyrimun mótvegis hinum við at sleppa at nýta sítt móðurmál, at hann hevði ræðið á øllum práti og orðaskifti.
Tey eru ikki so fá, ið duga at síggja vandan í tí, at ikki bert ein heil tjóð, men víðari mentanarøki enn so, eitt nú øll norðurlond, geva seg undir at læra eitt og sama mál sum fyrsta frammandamál. Hesin vandin er ikki bara málsligur, so at skilja, at fremmandamálið trokar seg inn á móðurmálið; vandin er eisini mentanarligur, við tað at einum og hvørjum máli fylgir tann mentan, ið málið umboðar, hugsanarháttur, orðføring, skaldskaparháttur, tónleikur o.s.fr.
Fjølbroytni er virði, sum vert er at varðveita í heimsmentanini; men hetta fjølbroytni svinnur, m.a. so hvørt sum mál doyggja; og tað sigst vera vanligari nú, enn bert fá hava skil fyri.
Eg sigi ikki, at vit eiga at fara at byrgja okkum inni málsliga; tvørturímóti eru hyggjuráðini, at summi leggja dent á at læra seg enskt, men bert summi, onnur skuldu heldur lagt dent á týskt, franskt, japanskt o.s.fr. Tá høvdu vit havt fleiri gluggar úteftir, enn sum nú er.
Sum felags millumtjóðamál verður hvørki enskt ella nakað annað tjóðarmál nakrantíð góðtikið, so leingi onnur tjóðarmál og fólk við sjálvsvirðing eru til. So mikið hevur søgan prógvað.