Leygardagurin 27. februar, 1999 verður ein søguligur dagur í miðvágs søgu.
Tí á miðdegi hendan góðveðursdagin stevndi nýggi, stásiligi línubáturin, sum miðvingar hava keypt úr Noregi, flaggskrýddur inn á fjørðin.
Talan er sjálvandi um tann nógv umstrídda Frøyanes, sum nú eitur West Freezer.
Reiðarin Tummas Jacob á Løgmansbø, dylir ikki fyri, at hetta er ein gamal dreymur, sum nú er blivin veruleiki.
? Í eini 10 ár havi eg droymt um at fáa ein slíkan bát til Føroyar, sigur hann.
Í gjáramorgunin segði hann við Sosialin, at ætlanin var at fara til fiskiskap í gjárkvøldið.
Enn vóru nøkur skipasýniskrøv eftir at lúka, men arbeitt varð av kraft í gjár uppá at gera bátin lidnan, so at hann kundi fara til fiskiskap gjárvkøldið.
Tað verða 16 mans við West Freezer.
? Fyrsta túrin verða seks norðmenn við. Teir skulu leggja føroyingum lag á at brúka bátin og at arbeiða umborð, tvs, skilja fiskin í støddir, frysta o.s.fr.
Men annars er ætlanin at manningin verður føroysk.
Hendan fyrsta túrin skal Jón Frits á Løgmansbø, sonur Tummas Jacob, føra West Freezer. Men annars verður Olaf Sólsker av Eiði, skipari.
Ætlanin er, at minst hálvonnur manning skal verða knýtt at skipinum so talan er um eitt hampiliga stórt arbeiðspláss-umframt arbeiðið ið stendst av fiskinum, sum báturin førir til lands.
? Við hálvaðrari manning kann skipið verður úti alla tíðina, uttan at tað verður ov strævið hjá manningini.
Ætlanin er, at hýrurnar skulu útjavnast, so at menninir eisini skulu fáa løn ta tíðina, teir eru í landi, sigur reiðarin.
Síggja ikki nógv til hann
Tummas Jacob á Løgmansbø sigur, at hann væntar ikki, at teir smáu útróðrarbáyarnir fara at síggja nógv til West Freezer.
? Tað hevur verið nógv rumblað við hesum bátinum og vit hava ongar ætlaninir um at kasta meiri brenni á tað bálið, sigur Tummas Jacob á Løgmansbø.
Hann sigur tí, at teir hava ongar ætlanir um at fiska inn í klettin, ella at fiska á leiðum, har aðrir línubátar ikki sleppa at fiska.
Á pappírinum hevur West Freezer størri rættindi enn aðrir línubátar.
Tí hóast hann er so stórur, sum hann er, er hann bólkaður saman við útróðrarbátunum yvir 40 tons.
Og sostatt skal hann fylgja teimum avmarkingum, sum eru settar fyri tann bólkin og ikki teimum, sum eru settar í verk fyri línubátar annars.
West Freezer er endaður í línubólkinum, tí fyri at fáa innflutingsloyvi, hava teir keypt tríggjar bátar.
Og umsitingin í Tinganesi tulkar lógina soleiðis, at West Freezer skal í sama bólk, sum bátarnir vóru í, sum hann fær fiskidagarnir frá.
Men hesi serrættindini ætlar hann ikki at brúka, sigur reiðarin.
? Tann, sum hevur verið umborð, hevur sæð, at báturin er als ikki útgjørdur at fiska inn í klettin, sum tikið hevur verið til, sigur Tummas Jacob á Løgmansbø.
? Bæði lína, teymar og húkar eru nógv grefligari enn tað, sum roynt verður við, har tað er grunt.
? So royna vit ov innarliga, høvdu vit ikki dripið livandi.
? Og vit ætla heldur ikki at vera í vegin fyri teir, sum fiska undir landi. Tað hava vit ongan áhuga í.
Gagnnýta alt
Tummas Jacob á Løgmansbø sigur, at ein frystilínubátur, sum hesin er ein spennandi roynd hjá føroyingum og tí sær hann nakað stórt í hesum.
? Fiskurin, sum hetta slagið av línubátum fáa, er kendur fyri at vera fyrstafloks í Noregi, og teir norsku bátarnir fáa upp í 25-27 krónur fyri kilo fyri tann stóra toskin.
? Umborð verður fiskurin skildur í støddir og frystir í blokkum.
? Vit vóna so, at hesin góði prísurin fer at síggjast aftur í Føroyum, sigur reiðarin.
Hann sigur, at teir hava havt følara úti hjá ymsum fiskakeyparum og at tað vísir seg at vera ein ávísur áhugi.
? Av tí at fiskurin verður skildur í støddir, ber til hjá hvørjum fiskakeypara at bjóða uppá tað ávísu støddina, sum hann hevur áhuga í.
? Og vit ætla at bjóða keyparum ta tænastuna, at vit fara at sigla runt til teir ymsu keypararnar við fiskinum, sum teir keypa.
? Í Noregi er tað ikki óvanligt, at hesir bátarnir sigla runt til eina tríggjar ymsar keyparar við lastini.
? Tvs, at tað er onki í vegin fyri at vit fara at avreiða ein part av lastini í Miðvági, ein annan part í Havn og aftur ein part í Klaksvík, sigur Tummas Jacob á Løgmansbø.
? Hetta gera vit fyri at keyparin skal fáa akkurát tann fiskin, sum hann er útgjørdur til at virka. Sostatt fær hann mest burturúr og skuldi so verið førir fyri at latið so góðan prís, sum gjørligt.
Somuleiðis verða møguleikarnir kannaðir at seta maskinu umborð, sum sker lippur og kjálkar, so heldur ikki tað, skal fara fyri skeytið. Rogn og livur verða eisini fryst. Sostatt verður alt á fiskinum gagnnýtt, sigur Tummas Jacob á Løgmansbø.
Tað verður strævið
Men skal skipinum verða lív lagað, er tað eisini neyðugt, at teir fáa nógv burturúr fiskinum.
Tummas Jacob á Løgmansbø sigur, at teir fyrigykla sær ikki, at tað verður lætt.
? Vit eru fullvæl greiðir yvir, at tað verður strævið arbeiði at fáa hetta at bera til.
?Báturin kostar um 27 milliónir, harav 25 skulu forrentast, so tað skal nógv til, at fáa hann at bera seg, hóast fíggingin er lagalig
Teir skulu fiska fyri einar 17 milliónir um árið fyri at fáa raksturin at bera seg.
? Tí vónar reiðarin, at tann góði prísirin, sum er, fer at halda sær.
? Tann góða tænastan, vit veita keyparunum við at skilja fiskin í støddir, skuldi eisini gjørt møguleikarnar betri at bjóða góðan prís.
? Men skuldi tað knípt undir Føroyum hava vit nógvar møguleikar við einum slíkum frystibáti.
? Tí umframt fiskiloyvi undir Føroyum, hava vit íslandsloyvi, og vit hava eisini søkt um at sleppa til Grønlands og á Flemmish Cap. Somuleiðis hava vit eisini møguleikar í altjóða sjógvi, t.d. við Rokkin o.s.fr.
Men teir hava heldur onganatíð dult fyri, at teir halda, at tað átti at borið til at fingið meiri burturúr longu og brosmu á djúpum vatni undir Føroyum.
? Tað liggur ein hópur av norskum línubátum undir Føroytum og fiskar á djúpum vatni, og tað er ikki uttan orsøk.
? Hesum fiskiskapinum gera føroyingar alt ov lítið við, men har eru norðmenn nógv kringari.
? Tvs, at við at hava norðmenn við West Freezer í eini skiftistíð kunnu vit ogna okkum virðismikla vitan, sum vit ikki hava frammanundan um hendan fiskiskapin, sigur Tummas Jacob á Løgmansbø.
Sosialurin fer at ynska reiðara og manning tillukku og góða eydnu við skipinum, og vóna, at teir finna sína rók í føroysku fiskivinnuni í sátt og semju við allan annan reiðskap undir Føroyum.