ferðil av íslendsku Bjørk at hoyra onkustaðni eisini. Hetta var sera dansivinaligur tónleikur, og tað sást skjótt, at fólk ikki kundu lata vera við at dansa, so spæliplássið var mest at bera saman við eitt dansigólv [...] Karin Park áhoyrarafjøldina. Hon lokkaði tey fram við at lova at lata seg úr jakkanum, og so gav hon sítt besta, so fólk tiðnaðu og góvu seg yvir at enda. Tónleikurin hjá Karin Park minnir ikki sørt um [...] ímóti. So mikið nógv megnaði songkvinnan og trummuspælarin, sum var við henni á pallinum, at fanga fjøldina, at tey sluppu henni ikki, fyrr enn hon hevði givið teimum eitt eykalag.
enn ídag, og tí verður neyðugt at víkja frá tíðarfreistini. -Danmark fer at mótmæla at víkja frá tíðarfreistini uppá tvær vikur. Tað sigur Morten Olsen, samskiftisfólk hjá Mette Gjerskov, matvøruráðharra [...] er stórur meiriluti fyri revsitiltøkunum ímóti Føroyum. Morten Olsen upplýsir eisini, at tað er einki sum bendir á, at laksur verður raktur av banninum. [...] Uppskotið um at seta handilsforðingar íverk skuldi av røttum verið í fiski- og alivinnunevndini í hendi ígjár, um tað skal til atkvøðurgreiðslu tann 31 juli. Men uppskotið er ikki latið nevndini fyrr enn
handilstiltøkum mótvegis Føroyum, sum nú eftir øllum at døma skal fyri ES-nevndina áðrenn summarsteðgin tann 1.august, hevur einki við verju at fiskastovnum at gera. Sterkasta kortið hjá ES er spurningurin um [...] Hoydal. -Boykotthóttanin er ein ógvuliga einføld roynd hjá ES at nýta sína marknaðarstøðu til at fáa betri sømdir enn hini strandarlondini. At skylda upp á burðardygd o.s.fr. er láturligt. ES, og fyri so [...] støðu, so roknaði Kjartan Hoydal ongantíð við, at ES-nevndin fór at skunda málið ígjøgnum. Vanliga heldur lógardeildin tílíkum aftur, men nú bendir alt altso á, at eitt uppskot til handilsboykott mótvegis Føroyum
konjunkturkanning. Tey flestu svara, at tey vænta mestsum óbroytta fíggjarstøðu og búskapargongd næsta árið, og at tey spara nakað upp í løtuni. Hetta merkir altso at føroysk húsarhald ikki hava fingið betri [...] síðani, og at tey ikki vænta, at støðan batnar komandi árið. Her eru nøkur av úrslitunum í nýggju konjunkturkanningini: Byggivinnan hevur merkt framgongd síðsta árið, og vinnan væntar at seta fleiri [...] søluprísir frameftir. Húsarhald vænta sum heild, at fíggjarstøða og gongdin í búskapinum vera at kalla óbroytt næsta árið. Úrslitini í konjunkturkanningini eru at finna á heimasíðuni hjá Fíggjarmálaráðnum.
tað seinast var neyðugt at flyta kappróðurin frá leygardegi og til sunnudag. Síðsta ferðin undan varmakeldustevnuni í 2013 í Fuglafirði, at hetta varð gjørt, var á jóansøku í Vági í 1992.
okkara avrik. At tað hevur roynst so mikið væl kennist hugaligt, og tað økir sjálvandi hugin at venja. Her á leið verður tosað um, at nú er ikki so langt eftir, inntil tað aftur fer at bera til at manna Eysturoying [...] verið í aldudali. At fleiri manningar luttaka boðar frá, at tað nú aftur gongur rætta vegin. Men tá ið bátar og rógvarar hava vunnið nógv, so er tað ikki nóg mikið at taka lut. Málið er at røkka tindin aftur [...] ólavsøku. Tá hildu vit, at tað gekk so mikið frægt, at vit gjørdu av at royna aftur í ár. Síðani stutt eftir nýggjár hava vit vant rættuliga nógv, og tað kennist sera hugaligt, at úrtøkan hevur verið so
frá á heimasíðu sínari torshavn.fo, at seinasta freist at fráboða tiltøk til ólavsøkuskránna er í dag: - Ætlar tú tær at skipa fyri onkrum á ólavsøku og ætlar tú at fáa tað í ólavsøkuskránna, so er dagurin [...] dagurin í dag, mánadagur 8. juli, absolutt seinasta freist at lata inn upplýsingar um tiltøk, ið skulu umrøðast í ólavsøkuskránni. Ætlar tú at skipa fyri onkrum, boða so Snarskivuni frá í dag ella send ein
Tað eru skjúttar við góðum vónum, sum fara at kappast á Bermuda, og serliga í skeet síggja teir ein møguleika fyri at gera seg galdandi, samstundis sum tað ein góðan dag eisini kann koma okkurt burturúr [...] ikki byrsurnar við okkum, men noyðast at fara ígjøgnum trygdarportrið á flogvøllinum, hvørja ferð vit skulu skjóta, sigur Johnhard Klettheyggj. – Tað er ikki loyvt at eiga skotvápn yvirhøvur á Bermuda, so [...] fyri tveimum árum síðani vóru tað bara vit, sum fingu tveir skjúttar í finaluna, men tó eydnaðist ikki at fáa heiðursmerki. Men bæði Marius Joensen og Sámal Debes hava skotið øgiliga væl í síðstuni, so vit