Á flogvøllin at skjóta

– Serligar umstøður eru galdandi á Bermuda, tá talan er um skotvápn, so tí fáa vit ikki byrsurnar við okkum, men noyðast at fara ígjøgnum trygdarportrið á flogvøllinum, hvørja ferð vit skulu skjóta, sigur Johnhard Klettheyggj frá Skjótisambandi Føroya

 Tað eru skjúttar við góðum vónum, sum fara at kappast á Bermuda, og serliga í skeet síggja teir ein møguleika fyri at gera seg galdandi, samstundis sum tað ein góðan dag eisini kann koma okkurt burturúr í trap. Sporting er ikki við hesaferð, tí tey á Bermuda ikki hava neyðugu umstøðurnar.

– Á leikunum á Isle of Wight fyri tveimum árum síðani vóru tað bara vit, sum fingu tveir skjúttar í finaluna, men tó eydnaðist ikki at fáa heiðursmerki. Men bæði Marius Joensen og Sámal Debes hava skotið øgiliga væl í síðstuni, so vit hava vónir um bæði einstaklinga- og liðkappingina, sigur Johnhard Klettheyggj, formaður í Skjótisambandi Føroya, sum sjálvur er við sum eykaskjútti.

– Vit hava heilt avgjørt skjúttarnar til heiðursmerki, so vónirnar eru góðar. Nú hava vit eisini tveir heilar venjingardagar, áðrenn kappingarnar byrja, meðan vit á Isle of Wight skuldu skjóta longu dagin eftir, sum var heitasti dagurin og alt skjótøkið var sum í einum potti.

Hin skjótigreinin, trap, hevur ligið í dvala í Føroyum í eina tíð, og eingin kláraði krøvini, sum vóru sett til leikirnar seinast. Nú er tó aftur komin gongd á, so nógvir skjóta regluliga, og á leikunum eru Esmar Andreasen og Ragnar við Streym við í kappingini í trap.

– Ein góðan dag kann alt henda, men vónirnar ikki so góðar til trap, sum tær eru til skeet, sigur Johnhard.


Byrsurnar tiknar

Skjúttarnir koma at kappast undir heilt øðrum umstøðum enn onnur á oyggjaleikunum, tí tá teir koma til Bermuda, stendur politiið fyri teimum og tekur byrsurnar frá teimum.

– Serligar umstøður gera seg galdandi har, tá talan er um skotvápn, so tí fáa vit ikki byrsurnar við okkum, men noyðast at fara ígjøgnum trygdarportrið á flogvøllinum, hvørja ferð vit skulu skjóta, sigur Johnhard Klettheyggj.

– Tað er ikki loyvt at eiga skotvápn yvirhøvur á Bermuda, so tí er alt við vápnunum so øgiliga strangt. Tí mugu vit inn á flogvøllin hvørja ferð, og eitt nú áskoðarar og pressa verða koyrd í sokallaðum shuttle-bussum til eitt stað, sum er avstongt frá sjálvari flúgvibreytini, og har kappingin so er.




Skjóting


Skeet

Marius Joensen

Sámal Debes


Trap

Esmar Andreasen

Ragnar við Streym


Eykaskjútti

Johnhard Klettheyggj