ES-boykott: Einki við burðardygd at gera

Viðgerðin av handilstiltøkum mótvegis Føroyum, sum nú eftir øllum at døma skal fyri ES-nevndina áðrenn summarsteðgin tann 1.august, hevur einki við verju at fiskastovnum at gera. Sterkasta kortið hjá ES er spurningurin um “burðardygd”, men hetta kortið er láturligt, sigur fyrrverandi fiskivinnustjórin, Kjartan Hoydal.

-Boykotthóttanin er ein ógvuliga einføld roynd hjá ES at nýta sína marknaðarstøðu til at fáa betri sømdir enn hini strandarlondini. At skylda upp á burðardygd o.s.fr. er láturligt. ES, og fyri so vítt eisini Noregi, taka nógv mest av makrelinum, og fyri burðardygdina kann tað gera tað sama, hvat land veiðir makrel út um tað sum er ráðiligt, sigur Kjartan Hoydal við Portalin.

VALDSNÝTSLA

Kjartan Hoydal vísir á, at samráðingarstøðan millum ES og hinar partarnar í makrelstríðnum, sum ES hevur, ikki er í javnvág. ES brúkar sína makt til at banka hini upp á pláss, og soleiðis hevur tað altíð verið, sigur hann.

-ES hevur alt tað eg kann minnist roynt at nýta sítt vald sum ein stórur marknaður, til at fáa sín politiska vilja. Boykotthóttanin er ein partur av hesum. “Vit taka móti fiskinum hjá tykkum, so skulu tit gera sum vit siga”, tykist arbeiðshátturin at verða, sigur Kjartan Hoydal og vísir á, at slíkur atburður er ein hopleys samráðingarstøða, sum ikki kann góðtakast.

IKKI FYRSTU FERÐ

Stríðið millum ES og Føroyar er ikki tað fyrsta av sínum slagi. Í sambandi við handilssamráðingarnar við ES í 1991 og fram eftir, ynskti ES at tvinna handilsmál og fiskirættindi saman. Hetta var púra avvíst av landsstýrinum, tá undir Atla Dam, og danir vóru noyddir at taka undir við hesum, hóast tað var sera illa dámt í danska uttanríkisráðnum.

-Danir áttu ongantíð at góðtikið tað í ES. Føroyar áttu at havt fingið hini strandarlondini, Noreg, Ísland og Russland við í mótmælunum móti hesum, sigur Kjartan Hoydal.

Viðvíkjandi aktuellu støðu, so roknaði Kjartan Hoydal ongantíð við, at ES-nevndin fór at skunda málið ígjøgnum. Vanliga heldur lógardeildin tílíkum aftur, men nú bendir alt altso á, at eitt uppskot til handilsboykott mótvegis Føroyum kemur fyri longu 31.juli.

Mynd: Kjartan Hoydal