Vakra svenska Karin Park, sum eisini hevur starvast sum fotomodell, spælir pulsandi og bankandi retro-popp, sum flestu føroyingar helst ikki kenna nógv til. Tískil tyktust áhoyrararnir heldur smædnir í fyrstani og hildu seg burtur frá pallinum. Men tað gekk ikki leingi, so fangaði Karin Park áhoyrarafjøldina. Hon lokkaði tey fram við at lova at lata seg úr jakkanum, og so gav hon sítt besta, so fólk tiðnaðu og góvu seg yvir at enda.
Tónleikurin hjá Karin Park minnir ikki sørt um tónleikin hjá navnframa The Knife, og røddin hjá Karin Park kann samanberast við røddina hjá ein aðrari rættiliga kendari svenskari songkvinnu, nevniliga Robyn. Kanska er ein ferðil av íslendsku Bjørk at hoyra onkustaðni eisini.
Hetta var sera dansivinaligur tónleikur, og tað sást skjótt, at fólk ikki kundu lata vera við at dansa, so spæliplássið var mest at bera saman við eitt dansigólv til tíðir. Hóast ymisku løgini mintu nógv um hvørt annað, so kom eitt fangandi dansivinaligt lag og annað eftir, sum áhoyrarafjøldin tyktist taka væl ímóti.
So mikið nógv megnaði songkvinnan og trummuspælarin, sum var við henni á pallinum, at fanga fjøldina, at tey sluppu henni ikki, fyrr enn hon hevði givið teimum eitt eykalag.