ES-boykott: Danmark fer at mótmæla tíðarfreistini

Uppskotið um at seta handilsforðingar íverk skuldi av røttum verið í fiski- og alivinnunevndini í hendi ígjár, um tað skal til atkvøðurgreiðslu tann 31 juli.

Men uppskotið er ikki latið nevndini fyrr enn ídag, og tí verður neyðugt at víkja frá tíðarfreistini.

-Danmark fer at mótmæla at víkja frá tíðarfreistini uppá tvær vikur. Tað sigur Morten Olsen, samskiftisfólk hjá Mette Gjerskov, matvøruráðharra.

Spurningurin er, um tað er undirtøka fyri tí. Sum skilst er stórur meiriluti fyri revsitiltøkunum ímóti Føroyum.

Morten Olsen upplýsir eisini, at tað er einki sum bendir á, at laksur verður raktur av banninum.