Tórshavnar kommuna boðar frá á heimasíðu sínari torshavn.fo, at seinasta freist at fráboða tiltøk til ólavsøkuskránna er í dag: - Ætlar tú tær at skipa fyri onkrum á ólavsøku og ætlar tú at fáa tað í ólavsøkuskránna, so er dagurin í dag, mánadagur 8. juli, absolutt seinasta freist at lata inn upplýsingar um tiltøk, ið skulu umrøðast í ólavsøkuskránni.
Ætlar tú at skipa fyri onkrum, boða so Snarskivuni frá í dag ella send ein teldupost á torshavn@torshavn.fo, skrivar torshavn.fo










