var ein maður í fimtiárunum, sum í morgun breyt inn á Apotekið við SMS í R. C. Effersøesgøtu. Maðurin hevði brotið ein rút í kjallaranum og var komin inn í apotekið tann vegin. Hetta hendi aftan á, at fólk [...] var ávaringarskipanin sløkt. Tá starvsfólk varnaðust mannin, hevði hann longu forsýnað sær av vørunum á hillunum í kjallaranum og var tí illa fyri. Sambært Hildur Hentze, kanningarleiðara, var maðurin illa [...] fyri og hevði allarhelst tikið rúsevni longu áðrenn hann breyt inn í apotekið. Maðurin var koyrdur á Landssjúkrahúsið, men eingin vandi var fyri lívi mansins. Tó so, okkurt av heilivágnum, hann hevði tikið
nátt og tíverri, so hevur tað merkt, at løgreglan hevur havt úr at gera við at halda skil á fólki. Vakthavandi á løgreglustøðini upplýsir, at boð hevur verið eftir løgregluni fleiri ferðir í nátt. - Tað [...] hevur eisini verið koyrdur á sjúkrahúsið. Harímillum ein genta, ið bleiv illa fyri og byrjaði at ristast, eftir at hon hevði fingið ov nógv av onkrum. Mest álvarsama málið var tó á einum skeinkistaði í hø [...] høvuðsstaðnum í nátt. - Eitt harðskapsmál er skrásett í Glitnir, har ein maður varð koyrdur á dýr, tí hann roykti inni. Tá hann var komin útum, svaraði hann við at sparka ein av vaktunum, ið hevði koyrt
øðrum endanum á eini smalari gongd, og maðurin stóð í hinum endanum. Teir róptu á hann um at blaka knívin, men einki hjálpti. Eina ferð helt annar politisturin seg til at sláa knívin úr hondini á manninum við [...] fullur maður inn í eini hús í Havn, og av tí at maðurin var hóttandi, varð ringt eftir politinum. Tá ið politistarnir komu inn, royndu teir fyrst at tosa við mannin, men knappliga hevði hann knív á lofti [...] sendi hin piparspray móti monnunum. Tá hjálpti, og teir fingu avvápnað mannin. Hann var tikin við á politistøðina, og lækni metti tað bera til at seta tann fulla mannin í arrestina fyri náttina. Krim
og tá ið floksformaðurin Kári P. Højgaard var á veg á fundin og koyrdi út eftir Klaksvíksvegnum, var hann fyri nøkrum óvanligum. Á vegnum stóð ein maður við báðum ørmum yvir høvdinum, og Kári P. Højgaard [...] Højgaard valdi at steðga. Tá kom maðurin yvir til bil hansara, leyp upp á forskerminum og langaði báðar nevarnar inn í forrútin, sum brotnaði. - Eg bíðaði eina løtu, vildi ikki fara út bilinum, sigur Kári [...] mannin, sum er skuldsettur fyri herverk. Maðurin hevði neyvan nakað politiskt motiv fyri at leggja á bilin hjá løgtingsmanninum. Skuldsetti maðurin var ikki heilt edrúur, sigur politiið.
kom ein maður inn á Havstovuna við einum merktum upsa. Tað vísti, at hetta var ein stórur fiskur, ið hevði eitt sokallað Floy-merki, ið er eitt útvortis ryggmerki. Hesin upsin bleiv merktur á Suðureys [...] afturfingin 6. februar 2012 á Fugloyarbankanum og var tá 109 cm langur. - Merkið og nytrur saman við øðrum upplýsingum verða send Hafrannsoknastofnuninn í Reykjavík, vísir Havstovan á. Upsin er ivaleyst komin [...] komin higar at gýta í Holinum á Fugloyarbanka, nú upsagýtingin byrjar, og tað er tí væl hugsandi, at hann sjálvur er gýttur undir Føroyum eisini. Síðan er hann, sum stórseiður ella smáupsi, farin til stroks
valdið í landinum nú. Men teir vísa á, at Mubarak er ótrúliga ein treiskur maður, sum ikki letur onnur avgera, hvat hann skal gera. Nógv túsund mótmælisfólk eru framvegis á Tahrir-torginum, og roknað verður [...] Tey mótmælandi á Tahrir-torginum í Kairo vóru týðiliga misnøgd við røðuna, sum Hosni Mubarak, forseti, helt í tí almenna sjónvarpinum í kvøld. Tey høvdu væntað, at forsetin fór at kunngera, at hann fer [...] gjørdi hann greitt, at hann fer ogantíð av landinum. Meðan forsetin helt røðu, gjørdust mótmælisfólkini á Tahrir-torginum alt sjónligari misnøgd við orð hansara. Fleiri róptu, at hann skal frá nú, og mong veitraðu
Hinvegin er ein bilførari tikin rúsdrekkakoyring í øðrum sambandi og ein maður, sum var til ampa á einu hotelli í Havn, varð tikin á løgreglustøðina at sova rúsin av sær. Annars sigur Landsverk, at koyrilíkindini [...] eingin fólkaskaði hendi. Men í nátt fekk løgreglan eisini boð um, at nøkur ungfólk vóru á veg ígjøgnum Leirvíkartunnilin á veg ímóti Gøtu. Tey vilja helst ikki hava, at fólk fer til gongu ígjøgnum tunlar, tí [...] eftir teimum og koyrdu tey ígjøgnum tunnilin. Annars kannaði løgreglan ferðsluna í nátt ymsastaðni á meginøkinum. Har vórðu einir 30 bilar kannaðir, men har var einki at finnast at, men tveir bilførarar
fríggjadagin var 44.974. 43 eru innløgd á íslendskum sjúkrahúsum, harav átta fólk lógu á intensivari deild. Landið er í hægstu tilbúgving, hvat koronu viðvíkur. Síðan á nýggjárinum hava fýra deyðsføll verið [...] fjórðu smittubylgju, síðan koronu-farsóttin tók seg upp á vári í 2020. Seinastu 14 dagarnar hevur smittutrýstið fyri hvørjar 100.000 íbúgvar ligið á 3.926 um dagin. Fríggjadagin vórðu skrásettir 1.221 nýggir [...] verið í Íslandi í samband við koronu. Tríggir menn, sum vóru 90 ár og eldri og ein 20 ára gamal maður eru deyðir við ella av koronu. Leygardagin setti íslendska stjórnin skerpað tiltøk í verk í royndini at
eftir steðgin. Millum teir fyrstu ellivu hjá Vali vóru seks, sum ikki vóru á liðnum í fjør. Síðsta kappingarár var Jónas fastur maður á høgra vongverjanum, og í kvøld var hann aftur í hesi ódnini alla tíðina [...] bjargaði ein av Fylkirsmonnunum á strikuni. Tað gjørdi hann við hondini, og harvið bríkslaði dómarin fyri brotssparki og vísti reyða kortið. Teir ellivu hjá Vali fingu tak á spælinum, og ellivu minuttir undan [...] liðfelagar hansara í Vali í kvøld fóru undir landskappingina í bestu íslendsku fótbóltsdeildini. Valur var á útivølli ímóti Fylkir, og Valsmenn fóru til hús við 2-1 sigri. Í 1. hálvleiki var málleyst, og heimaliðið
eitt ferðsluóhapp á vegnum beint norðan fyri Kollafjarðartunnilin. Ein maður hevði koyrt útav og hevði gjørt skaða á eitt stik. Men tað, sum verri var, er tað, at tá ið løgreglan kom á staðið, vísti tað [...] enn. Sjálvur slapp hann frá óhappinum við smærri snuddum. Blurin varð liggjandi í bønum til langt út á dagin í dag og tað elvdi til órógv hjá løgreglnui, tí hon fekk fleiri fráboðanir frá vælmeinandi borgarum [...] men tað spældi væl av. Løgreglan mátti eisini rudda ymisk skelti burtur, sum onkur hevði tveitt út á vegin og fráboðanir vóru eisini um avdottin fólk, húsaófrið og annað av tí slagnum.