Rúsaði seg við heilivági

Løgreglan vónar at fáa mannin, sum breyt inn í apotekið fyri rættin sum skjótast, tí maðurin hevur tørv á viðgerð, metir løgreglan.

Tað var ein maður í fimtiárunum, sum í morgun breyt inn á Apotekið við SMS í R. C. Effersøesgøtu.

 

Maðurin hevði brotið ein rút í kjallaranum og var komin inn í apotekið tann vegin. Hetta hendi aftan á, at fólk vóru møtt til arbeiðis, og tí var ávaringarskipanin sløkt.

 

Tá starvsfólk varnaðust mannin, hevði hann longu forsýnað sær av vørunum á hillunum í kjallaranum og var tí illa fyri.

 

Sambært Hildur Hentze, kanningarleiðara, var maðurin illa fyri og hevði allarhelst tikið rúsevni longu áðrenn hann breyt inn í apotekið.

 

Maðurin var koyrdur á Landssjúkrahúsið, men eingin vandi var fyri lívi mansins. Tó so, okkurt av heilivágnum, hann hevði tikið, kann vera rættiliga vandamikil í stórum nøgdum og ein eigur altíð at ansa sær við at blanda heilivág.

 

Maðurin verður innkallaður til avhoyr seinni. Løgreglan er liðug at kanna málið, og tá maðurin er avhoyrdur, verður málið latið ákæruvaldinum. Vónin er at fáa málið liðugt viðgjørt sum skjótast, tí maðurin eyðsæð hevur tørv á viðgerð, sigur Hildur Hentze.