Tamdu mannin við stavi og piparsprayi

Ein maður varð seint sunnukvøldið handitkin eftir at hava hótt politiið við knívi

Um tíggju tíðina sunnukvøldið fór inn fullur maður inn í eini hús í Havn, og av tí at maðurin var hóttandi, varð ringt eftir politinum.
Tá ið politistarnir komu inn, royndu teir fyrst at tosa við mannin, men knappliga hevði hann knív á lofti.
Politistarnir stóðu í øðrum endanum á eini smalari gongd, og maðurin stóð í hinum endanum. Teir róptu á hann um at blaka knívin, men einki hjálpti.
Eina ferð helt annar politisturin seg til at sláa knívin úr hondini á manninum við stavinum, og samstundist sendi hin piparspray móti monnunum.
Tá hjálpti, og teir fingu avvápnað mannin.
Hann var tikin við á politistøðina, og lækni metti tað bera til at seta tann fulla mannin í arrestina fyri náttina.
Kriminalpolitiið tók yvir í málinum mánamorgunin og ætlaði at fáa mannin varðhaldsfongslaðan, men tað mettu løgfrøðingarnir ikki grundarlag vera fyri, og maðurin varð tí latin lesysur.
Hann varð tó skuldsettur fyri at hava hótt politiið við knívi.