Tað gekk orduliga væl, tá ið Jóna þór Næs og liðfelagar hansara í Vali í kvøld fóru undir landskappingina í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.
Valur var á útivølli ímóti Fylkir, og Valsmenn fóru til hús við 2-1 sigri. Í 1. hálvleiki var málleyst, og heimaliðið legði seg framum bara nakrar minuttir eftir steðgin.
Millum teir fyrstu ellivu hjá Vali vóru seks, sum ikki vóru á liðnum í fjør. Síðsta kappingarár var Jónas fastur maður á høgra vongverjanum, og í kvøld var hann aftur í hesi ódnini alla tíðina.
Eitt stórt korter eftir steðgin javnaði Valur, og tað var í sambandi við hetta málið, at dystargongdin vendi Vali til fyrimunar. Eftir hornaspark og stútara móti málinum bjargaði ein av Fylkirsmonnunum á strikuni. Tað gjørdi hann við hondini, og harvið bríkslaði dómarin fyri brotssparki og vísti reyða kortið.
Teir ellivu hjá Vali fingu tak á spælinum, og ellivu minuttir undan leikloki eydnaðist teimum at skora sigursmálið.