Misnøgd og vreiði í Egyptalandi

Tey mótmælandi á Tahrir-torginum í Kairo vóru týðiliga misnøgd við røðuna, sum Hosni Mubarak, forseti, helt í tí almenna sjónvarpinum í kvøld. Tey høvdu væntað, at forsetin fór at kunngera, at hann fer frá, men ístaðin fyri boðaði hann frá, at hann letur varaforsetanum nakrar heimildir. Hann segði einki um, at hann frá, men endurtók, at hann stillar ikki uppaftur. Samstundis gjørdi hann greitt, at hann fer ogantíð av landinum.

Meðan forsetin helt røðu, gjørdust mótmælisfólkini á Tahrir-torginum alt sjónligari misnøgd við orð hansara. Fleiri róptu, at hann skal frá nú, og mong veitraðu við skónum, sum er ein arabiskur siður, tá fólk vísa andstygd.

Eygleiðarar í Kairo halda, at í veruleikanum hevur herurin valdið í landinum nú. Men teir vísa á, at Mubarak er ótrúliga ein treiskur maður, sum ikki letur onnur avgera, hvat hann skal gera.

Nógv túsund mótmælisfólk eru framvegis á Tahrir-torginum, og roknað verður við uppaftur nógv meiri fólki aftan á fríggjadagsbønina í morgin.