Løgreglan tók í nátt ein bilførara fyri at koyra við kenning Í nátt varð løgreglan boðsend til eitt ferðsluóhapp á vegnum beint norðan fyri Kollafjarðartunnilin.
Ein maður hevði koyrt útav og hevði gjørt skaða á eitt stik. Men tað, sum verri var, er tað, at tá ið løgreglan kom á staðið, vísti tað seg, at hann hevði kenning, so seinasta orðið er ikki sagt í hesum máli enn.
Sjálvur slapp hann frá óhappinum við smærri snuddum.
Blurin varð liggjandi í bønum til langt út á dagin í dag og tað elvdi til órógv hjá løgreglnui, tí hon fekk fleiri fráboðanir frá vælmeinandi borgarum, sum boðaðufrá.
Annars hevur telefonin hjá løgregluni kimað dúgliga í nátt, men talan hevur bara verið um smáttarí. Onkur fór til hendurs í miðbýnum, men tað spældi væl av. Løgreglan mátti eisini rudda ymisk skelti burtur, sum onkur hevði tveitt út á vegin og fráboðanir vóru eisini um avdottin fólk, húsaófrið og annað av tí slagnum.









