Nógv fólk var í býnum í nátt og tíverri, so hevur tað merkt, at løgreglan hevur havt úr at gera við at halda skil á fólki.
Vakthavandi á løgreglustøðini upplýsir, at boð hevur verið eftir løgregluni fleiri ferðir í nátt.
- Tað hava verið øgiliga nógv drukkin fólk í býnum í nátt, og boð hevur verið eftir løgregluni fleiri ferðir. Okkara uppgáva hevur verið mest at sløkkja eldar og fyribyrgt, at ikki meira hendir. Tað eru fleiri, ið eru koyrd heim í nátt, men onkur hevur eisini verið koyrdur á sjúkrahúsið. Harímillum ein genta, ið bleiv illa fyri og byrjaði at ristast, eftir at hon hevði fingið ov nógv av onkrum.
Mest álvarsama málið var tó á einum skeinkistaði í høvuðsstaðnum í nátt.
- Eitt harðskapsmál er skrásett í Glitnir, har ein maður varð koyrdur á dýr, tí hann roykti inni. Tá hann var komin útum, svaraði hann við at sparka ein av vaktunum, ið hevði koyrt hann út.