Á Akstovuni er tað soleiðs, at hvørt summar letur stovnurin fullkomiliga aftur fyri øllum koyriroyndum í tríggjar vikur, umframt at avgreiðslutíðin er skerd langt inn í august mánað. Hetta merkir, at eingin [...] fútan, hóast freistin varð útgingin. Hetta merkir, at í tveimum førum í sama máli er Akstovan farin útum heimild sína. Ov lítla játtan Tá Sosialurin spurdi leiðaran á koyrikortdeildini á Akstovuni, hví tey [...] aðra staðni, siga koyrilærararnir. Langar bíðitíðir At stovnurin letur aftur í hesum tíðarskeiðinum er sera óheppið, og merkir at øll tey, sum fylla í hesum tíðarskeiðinum ongan kjans hava at fáa koyrikortið
- Fyrimunurin hjá mær er í øllum førum hann, at um eg havi gloymt at keypa okkurt, so kann eg bara fara aftur til handils beinanvegin. - Tað er munur á at skula fara hetta lítla pettið í bygdini, enn at [...] fyrrenn ein sær, at her er talan um ein nútíðar handil. Hinvegin er Maria vitandi um, at skal hon gera okkurt serstakt til matna – kanska okkurt serligt slag av salati – so er ikki vist, at hon fær allar [...] kortini tær, at ein fær nærum alt til keyps her í handlinum. Ein spurningur, tá talan er um teir smærru bygdahandlarnar, er sjálvandi um teir eru kappingarførir í prísi við teir størru handlarnar og handilsketurnar
Andrassi Sólstein og eigur dreingirnar Páll, sum er føddur í 1990 og Ára, sum er føddur í 2001. Á seinasta løgtingsvali fekk Óluva Klettskarð 158 atkvøður, og hon er nummar 14 á listanum hjá Tjóðveldinum. Í hesum [...] skal byggjast í Marknagili. - Tað er ein av teimum heilt stóru verkætlanunum, sum tað hevur týdning at fullføra, sigur Óluva Klettskarð. Annars heldur hon, at tað er nakað tíðliga hjá henni at gera eina [...] framtíðini, er, at vit húsast innanfyri okkara egnu fíggjarligu karmar og menna føroyska samfelagið til sjálvbjargni og framburð út frá okkara egna, fíggjarliga tilfeingi. - Men mentan er nógv annað enn
- Tað er ein óvissa í øllum, og tað er nakað, sum marknaðirnir laga seg til. Og tað merkist eisini hjá okkara kundum, sigur Bárður Nielsen. Fyribils hevur hetta so ført til, at projektleiðarin er sagdur [...] Kára Dal-Christiansen, úr starvi. - Eg tími ikki at blíva við at seta dato á, nær tað er klárt at seta spakan í. Alt er so ótrygt, og tað kemur í drag. Gongst eftir ætlan verður klárt um ársskiftið, men sum [...] liggja frammi í tríggjar mánaðir. - Fíggjarliga er støðan eisini broytt, og sjálvgt um vit ikki beinleiðis merkja sviðan av fíggjarkreppuni, so kennist at hon er har, sigur Bárður Nielsen. Tað hava alla tíðina
eitt stig. Høvuðsstaðarliðið miðjaði høgt í Sarpugerði, og tað eydnaðist at vinna fulla úrtøku, og tað er ikki at undrast á, at gestirnir fóru ovurfegnir til hús: - Hetta var akkurát tað, sum okkum tørvaði [...] høvdu so vánalig minni frá fesku vitjanunum í Eysturoy. Og tað var um reppið, at Hanus Thorleifsson lítla løtu seinni økti um leiðsluna, men Víkingur gav hornaspark í høgru. Tá vóru níggju minuttir farnir [...] bóltinum, var setningurin at varðveita hann, meðan bíðað var eftir møguleikum fyri álopum. Álopsbroddurin er einki serligur, og síðstu løtuna var tað heimaliðið, sum royndi at leggja trýst á fyri at koma afturíaftur
setir føroyskum fyritøkum. Í høvuðsheitum er forboð ímóti kappingaravlagandi avtalum, ikki er loyvt at misnýta ráðandi støðu á einum marknaði, og somuleiðis er samanleggingareftirlit nú sett á stovn. Føroyska [...] Til hetta skal eg viðmerkja, at kapping er ein av grundarsteinunum undir búskaparligum vøkstri í samfelagnum. Tað er í kappingini, at virkir vaksa og mennast, og at nýggjar og betri vørur síggja dagsins [...] fyritøkur og brúkarar. Kapping skapar búskaparligan vøkstur og er viðvirkandi til at hækka livistøðið hjá tí einstaka í Føroyum. Kapping er somuleiðis við til at brynja okkara virkir soleiðis, at tey kunnu
skógir, men einki bagdi. Uttan kavan var gentan heilt fyri ongum. Óeydnusom avgørdi hon at flyta heim aftur til bóndagarðin. Nú er tað soleiðis, at Mallorka er kent fyri sín mandluútflutning. Tá ið ma [...] frammanfyri okkum koyrdu aðrir pandabilar. Í Mallorka er eingin blettur órørdur av turistum, helt Bárður speiskur. Vit koyrdu oman til eina lítla bygd Port de Valdemossa, sum av sonnum var ein avbjóðing [...] livandi bláa havinum og aðrir lógu og sólaðu sær. Upprunaliga er Port de Valdemossa ein gamal lumpibýur ella dupultbýur. Tann “rætti“ býurin er fjallabýurin Valdemossa. Við havsíðuna á Mallorka liggja hesir
fremstu røðina út. NSÍ er væl við í kappingini um heiðursmerkini, meðan tað í løtuni er ivasamt, um sandoyingar fara at vera partur av bestu deildini í 2009. Miðvikudystur á útivølli er einki serlig fyritreyt [...] Møguleikin at endurvinna FM heitið er rættuliga kámur, og í fyrstu syftu snýr tað seg um at savna seg um silvurmøguleikan, og lagið var gott, tí tann møguleikin vaks. Eitt er, at NSÍ vann sannførandi 3-0 sigur [...] sigur á sandoyingum. Hin parturin er, at tað fall í góða jørð, tá ið tað vísti seg, at bæði B36 og Víkingur, sum undan hesum umfarinum vóru frammanfyri NSÍ, einki fingu burturúr aðra staðni í oynni. Skipað
og heilt nýggir menn valdir í staðin, bæði til formann, næstformann, kassameistara o.s.fr. Men lítla atkvøðutalið bendir á, at her ruggar ikki heilt rætt og at fáir limir hava møtt á fundi. Kanska heldur [...] teimum, sum vórðu valdir. 29. desember noyðist felagið at hava eykaaðalfund, av tí at bæði hann, ið er valdur til formann, og næstformaðurin noktaðu at taka við vali. Á hesum fundi var sum ikki eina ferð [...] upp til býráðsval. Teir fáa ongan lim valdan hesa ferð, men tað gjørdu teir seinni. Komandi aðalfund er Jacob Nolsøe burtur úr nevndini aftur. Foreldrini Foreldrini hjá Jacob vóru Rakul (1836-1922) og Poul
hesum beistagerðum, er 18 ára gamli Absalon Absalonsen. - Tá eg kom inn í tunnilin varnaðist eg, at nógvur roykur var inni. Nú er tað einki óvanligt, at gass er inni í einum tunli, so eg hugsaði ikki so [...] út í fríska luft, sigur Absalon Absalonsen. Á sjúkrahús Tað er ikki bara at siga tað soleiðis at trilva seg fram í tjúkkum brandroyki. Tað er langtfrá vandaleyst at ganga í slíkum royki. - Eg hugsaði sjálvandi [...] elvur av sær. Hesin roykurin er samstundis vandamikil, so tað var væl, at Absalon Absalonsen slapp frá hendingini snikkaleysur. Hvør hevur sett eld á hesi dekkini gjáranáttina er ikki greitt enn, men løgreglan