Á Akstovuni er tað soleiðs, at hvørt summar letur stovnurin fullkomiliga aftur fyri øllum koyriroyndum í tríggjar vikur, umframt at avgreiðslutíðin er skerd langt inn í august mánað. Hetta merkir, at eingin kann fáa koyrikortið endaliga avgreitt í hesum tíðarskeiðnum, av tí at allir koyrikønir eru í summarferiu, og hetta meta nakrir koyrilærarar, sum Sosialurin hevur tosað við, verða sera óheppið.
- Hví ber tað ikki til hjá Akstovuni at skipa summarfrítíðina á ein slíkan hátt, at tað slepst undan at lata stovnin aftur? Tað ber til alla aðra staðni, siga koyrilærararnir.
Langar bíðitíðir
At stovnurin letur aftur í hesum tíðarskeiðinum er sera óheppið, og merkir at øll tey, sum fylla í hesum tíðarskeiðinum ongan kjans hava at fáa koyrikortið avgreitt í hesum tíðarskeiðinum.
At ongar koyriroyndir verða avgreiddar í hesum tíðarskeiðinum, tá tey flestu velja at taka koyrikortið til tess at tað skal órógva skúlagongdina sum minst, elvir til langar bíðitíðir til at sleppa upp í endaliga koyriroynd. Tað er ikki óvanligt at bíðitíðirnar strekkja seg bæði inn í september og oktober mánað. Hetta merkir so at tey verða noydd at avgreiða tað í skúlatíðini, og tað gongur ofta hart útyvir fráverustigini hjá teimum lesandi, sum í hesum aldrinum ganga í miðnámsskúla, har ov nógv frávera kann úrslita í at næmingar verða tveittir úr skúlanum.
Men tað eru ikki bert lesandi í Føroyum, sum verða rakt av hesum. Eisini fólk, ið skulu til útlandið at lesa, verða ávirkaði av hesum, og tey hava ongan kjans at fáa koyrikortið avgreitt, áðrenn tey skulu av landinum. Eisini sjómenn, sum ikki eru serliga nógv heima, verða hart raktir av hesum, og kunnu teir verða noyddur at útseta koyrikortið í fleiri mánaðir av tí sama.
Umsitingarligt svans
Koyrilærararnir, sum Sosialurin tosaði við, gjørdu vart við eitt ítøkiligt mál, sum kanska lýsur, hvussu skilið er á Akstovuni.
Í summar fóru teir koyrikønu hjá Akstovuni í summarfrítíð frá 21. juli til 11. august.
Ein ungur maður, sum fyrr í summar skuldi upp til eftiransandi koyriroynd í samband við treytaða frádøming, kom inn á Akstovuna tann 17. juli og avgreiddi teoretisku royndina. Tá tann royndin varð avgreidd, skuldi hann til diskin at biðja um eina koyriroynd, men tað kundi hann ikki fáa, av tí at tey fóru í summarfrítíð, og eingin tøk tíð varð áðrenn. Tá tú fært eina treytaða frádøming skal tú hava staðið bæði teoretiska og verkliga roynd innan tríggjar mánaðir, og av tí at hesir tríggir mánaðirnir vóru av tann 22.juli, og eingin tøk tíð varð áðrenn, varð hann biðin um at lata koyrikortið inn á staðnum, sjálvt um fimm dagar vóru eftir av tíðini hjá honum.
Ungi maðurin noktaði at lata tað inn tá, tí at hann hóast alt hevði fimm dagar eftir av freistini, og bað um at fáa eina skrivliga frágreiðing um hví hann ikki hevði staðið verkligu royndina áðrenn freistina. Hetta varð noktað honum, og hann fór avstað við kortinum í hondini. Dagin eftir kom hann aftur, til tess at vita um skilið var øðrvísi, men fekk sama svar.
Ístaðin fór tann, ið stóð innanfyri diskin inn á telduskipanina, og setti honum eina tíð av um miðjan august, og so fekk hann loyvi at koyra inntil tá, hóast freistin hjá honum gekk út áðrenn.
Koyrilærararnir, sum Sosialurin tosaði við, kalla hetta umsitingarligt svans og eitt prógv um, hvussu ógreiðar mannagongdirnar eru á Akstovuni.
Onga heimild
At Akstovan ætlaði at draga koyrikortið hjá unga manninum inn, áðrenn freistin hjá honum var úti, varð uttanfyri heimildina. Í skrivinum, sum verður sent teimum, ið skulu upp til eftiransandi koyriroynd stendur, at um freistin ikki verður hildin, verður málið latið fútanum aftur, til at draga koyrikortið inn. Tískil fór Akstovan útum heimildina, tá hon ætlaði at draga kortið inn áðrenn tíðina.
Harafturat góvu tey unga manninum eina nýggja tíð eftir at freistin varð útgingin, og lótu vera við at lata málið aftur til fútan, hóast freistin varð útgingin. Hetta merkir, at í tveimum førum í sama máli er Akstovan farin útum heimild sína.
Ov lítla játtan
Tá Sosialurin spurdi leiðaran á koyrikortdeildini á Akstovuni, hví tey niðurleggja virksemið á koyrikortdeildini í summarferiuni, varð svarið, at hetta var tí at tey skuldu avgreiða feriuna hjá teimum koyrikønu, sum er 6 vikur, og at hetta hevur verið mannagongdin í nógv ár.
Tá leiðarin so varð spurdur, hví tey ikki seta eyka fólk inn í summarferiuni, varð svarið, at tað ber als ikki til, av tí at Akstovan ikki hevur neyðugu játtanina til tað, og at henda mannagongdin er tann, ið tey halda hóskar seg best undir teimum umstøðum, sum tey hava.
Í viðmerking til málið, ið varð borið fram omanfyri, svaraði leiðarin, at hon einki kendi til málið, og at tað var ikki vanlig mannagongd at taka koyrikort inn áðrenn freistin var úti, men um teoretiski parturin ikki verður staðin, so hava tey heimild at taka kortið inn.