Strondin var beint við hotellið og eg og Bárður avgjørdu at royna hana eftir óhepnu hendingina við svimjihylin, har ein flóðalda skolaði inn yvir okkum, tá eitt stórt og trivaligt konufólk leyp á bláman. Á strondini lógu turistarnir dagin á tamb. Tann tóma hvíta sandstrondin broyttist longu kl. 9.00 á morgni til eitt hav av turistum. Sum dagurin leið komu bara fleiri til. Hesin stóri hópur av sveittandi og meira ella minni naknum mannakroppum minnir meg mest um náttúrufilmar um yvirstórar kópahópar, sum savnast á klettum ella á onkrari strond. Yann Arthus-Bertrand, sum hevur myndað heimin frá luftini, hevur eina mynd av fleiri 1000 kópum, sum liggja og bóltast oman á hvørjum øðrum. Mannahóparnir lógu har á sama hátt og rullaðu og rembdust i hitanum. Eg og Bárður lógu sjálvandi eisini og sveittaðu, eg var um at kódna, men royndi at gloyma meg burtur í Camillu Läckberg. Bárður var nú í stak góðum lag og helt tað vera sera áhugavert at síggja alla ta útgerð, sum serliga barnafamiliur høvdu við sær. Har vóru kølitaskur, parasollir, ketjarar, beach wolley bóltar, fótbóltar, snorkil og svimjiføtur, luftmadrasssur, luftdelfinir, lufthávar, lufthvalir, luftringar, luftbóltar, luftsetur, luftsengur, luftgummibátar...tað var eingin endi á hugflognum. Alt kundi blásast upp til onkran spennandi luftform. Hesar familiur komu oman á strondina í stórum stíli við allari luftútgerðini undir armunum, sum skuldu tær í kríggj. Síðsta dagin áðrenn vit skuldu heim, var eg spurd av einum týskara, um eg vildi keypa alt hansara luftarsenal fyri bara 10 euro. Tey skuldu avstað næsta dag. Høvdu vit ikki eisini skula avstað, hevði eg óivað tikið av tilboðnum. Einki er meira avslappandi enn at liggja á einari luftmadrassu á havinum. Kenna lívið á aldunum skvatla undir sær og sólina hita kroppin....inntil onkur villur tannáringur sjálvandi sendir ein svimjibólt beint í høvdið á tær, ella onkur skjóttgangandi bátur fer drønandi framvið, so aldurnar verða í so lívligar og fáa teg at detta av madrassuni í stórum sjokki.
Ferðin niðan í fjøllini
Vit tímdu ikki bara at liggja og sveitta undir sólini í tvær vikur og avgjørdu at leiga ein bil og gera okkara egnu rannsóknarferð. Vit fingu ein fittan himmalbláan Fiat Panda, sum skuldi koyra eftir fjallalendinum á suðurvestursíðuni upp til norðursíðuna. Bárður skuldi sjálvandi koyra og eg var kortpassari. Hetta við bilinum vísti seg at vera eitt avbera gott hugskot. Vegirnir eru væluppmerktir so sjálvt ein miðalhampakortpassari sum eg kundi peika, nær vit skuldi til vinstru og høgru. Landslagið var bókstaviliga bergtakandi. Vit koyrdu niðan í fjøllini eftir smølum, knortlutum vegum, sum lættliga smoygdu sær um bratta fjallalendið. At koyra til Norðadals í kava ella mjørka tóktist bráddliga sera lætt. Niðanfyri vegin var steyrrætt. Hvítu mildu sandstrendurnar hvurvu og vóru avloystar av stórum køldum brimbardum klettum. Havið var ikki longur asurblátt, men hevði fingið ein kaldari myrkabláan lit. Tað vísti seg, at vit vóru avgjørt ikki tey einastu, sum vildu koyra eftir suðurvestursíðuni. Bæði aftanfyri og frammanfyri okkum koyrdu aðrir pandabilar. Í Mallorka er eingin blettur órørdur av turistum, helt Bárður speiskur. Vit koyrdu oman til eina lítla bygd Port de Valdemossa, sum av sonnum var ein avbjóðing fyri Bárð. Vegurin var smalur og brattur og snúi seg sogliga sum ein lang og kløn slanga oman eftir fjallinum. Hóast tað vissuliga bert kundi koyra ein bilur í senn á vegnum, var hann uppmerktur til tveir bilar og tað vóru bara vendipláss, har sum vegurin bráddliga snaraði. Við tunguni mitt í munninum og eini ferð á 20 km/t eydnaðist tað Bárði at skríða oman í bygdina.
Eitt kavaævintýr úr Mallorka
Eg hugsaði við mær sjálvum, hvussu í allari verðini tey klára at koma oman og niðan í kava, men hugsaði so aftur, at tað ikki kavar ofta á Mallorka. Hetta minti meg á eina sera rørandi søgu, eg fekk fortalda um ein Prins frá Mallorka, sum var forelskaður í eini sera vakrari bóndadóttir úr einum køldum landi lang burtur. Gentan flutti til Mallorka við prinsinum, men henni longdist illa eftir kavanum, sum um vetrarnar plagdi at prýða hugnaliga bóndagarðin og øll trøðini rundan um. Prinsurin lovaði henni gull og grønar skógir, men einki bagdi. Uttan kavan var gentan heilt fyri ongum. Óeydnusom avgørdi hon at flyta heim aftur til bóndagarðin. Nú er tað soleiðis, at Mallorka er kent fyri sín mandluútflutning. Tá ið mandlutrøðini eru búgvin, spretta vakrar snóhvítar blómur úr trøðunum og frá luftini sær tað út sum um, at oyggin er klødd við kava. Nógvir turistar koma til oynna um hesa tíð fyri at síggja hesa ævintýrakendu vøkru sjón. Sum eina seinastu loysn fann prinsurin uppá at planta mandlutrøð alla staðni rundan um slott teirra. Serliga uttan fyri sovikamarið hjá teimum plantaði hann fleiri 1000 mandlutrøð. Seint á vetri, tá ið gentan hugtung skuldi fara frá prinsinum, vaknaði hon og hugdi ovfarin út gjøgnum vindeyga. Uttan fyri sá hon tað vakrasta kavaklædda landslagið, hon nakrantíð hevði upplivað. Hvítu blómurnar vóru sprotnar og dansaðu sum kavaflykrur eftir øllum mandlutrøðunum. Gentan gjørdist so ovurfegin av hesi sjón, at hon var verandi hjá prinsinum.
Lumpibýir
Komin oman til Port de Valdemossa máttu vit ásanna, at bygdin liggur ógvuliga væl goymd frá høvuðsvegnum longri uppi. Bygdin er á stødd við Tjørnuvík, har sandgul hús við fløskugrønum vindeygum troka seg saman. Bert ein vegur fer gjøgnum bygdina og endar niðri á keiðini, har eini 10 smáir plastbátar liggja uppi á landi. Kortini hevur Port de Valdemossa bæði matstovu og barr. Eg og Bárður stuðlaðu matstovuni við at keypa okkum tann spanska rættin paella og eina kalda San Miguel øl afturvið. Nógv hús stóðu tóm og eg hugsaði við mær sjálvum, at tað eru ikki bara føroyingar, sum hava trupulleikar við at fáa fólk at støðast á avbyrgdum støðum. Aðrir turistar høvdu sjálvandi eisini funnið henda goymda blett. Onkur snorklaði í livandi bláa havinum og aðrir lógu og sólaðu sær. Upprunaliga er Port de Valdemossa ein gamal lumpibýur ella dupultbýur. Tann “rætti“ býurin er fjallabýurin Valdemossa. Við havsíðuna á Mallorka liggja hesir lumpibýir, sum byrja við Port t.d. Port de Valdemossa, Port de Sollér, Port d`Andrax og Port d´Alcudia. Røttu býirnir eita so Valdemossa, Sollér, Andrax og Alcudia. Teir liggja longri inni í landinum og betri goymdir. Hetta er ein leivd frá gamlari tíð, tá ið Mallorka í tíð og ótíð var álopin av sjórænarum. Vónin var, at sjórænararnir ikki funnu røttu býirnar, men bert hildu seg til at ræna lumpibýirnar. Eg fór at hugsa, um føroyingar í gamlari tíð hava vitað um hesa loysn. Føroyska landslagið er tó lítið og nakið. Tað hevði verið torført at havt goymdar bygdir í Føroyum.
Vit og Chopin
Restina av degnum vitjaðu vit aðrar hugnaligar býir, eitt nú romantiska fjallabýin Valdemossa, sum er vakrasti býur á oynni. Turisman í Mallorka byrjaði í hesum býi, tá ið kenda tónaskaldið Frédérik Chopin og hansara elskarinna rithøvundurin George Sand búðu har ein myrkan vetur í 1838-1839. Tey leigaðu nøkur kømur í einum gomlum klostri. Lokalu íbúgvarnir royndu at umganga tey og tey høvdu eina elendiga feriu, sum Sand skrivar í síni bók “Ein vetur á Mallorka”. Bókin hevur lítið gott at bera fólkinum á oynni, men lovprísar vøkru náttúruni. Bókin fæst í øllum handlum í Mallorka. Okkara feria var tó alt annað enn elendig. Mallorka er avgjørt verd at vitja, sjálvt um hon er sprenfull við turistum. Tveir sera vælnøgdir og nakað væl brúnari føroyingar sótu í Atlantic ávegis til Føroyar sunnukvøldið tann 20. juli. Bárður læs nú Camillu Läckberg og eg Lizu Marklund. Lagið á Bárði var avbera gott, hann hevði sett seg væl til rættis við kalvados, kaffi og eini cadbury sjokolátu. Eg mátti geva H.C. Andersen rætt í, at at ferðast er at liva, men tað er eisini gott at koma heim aftur. Vit komu til Føroyar, júst tá ið sólin var á veg niður. Tað var ikki eitt skíggj at hóma og himmalin brendi allur, sum hann var. Síðsta sólarljósið speglaði sær í havinum og á veingjunum á flogfarinum. Vit sóu allar oyggjarnar heilt frá Suðuroynni til Norðuroyggjar, tað var himmalskt. Dagin eftir legði mjørkin seg sum eitt lok yvir Havnina.