Kapping á heimamarknaðinum fyritreyt fyri kapping á altjóða marknaðinum

Í greinarøðini Frá veiðusamfelag til vitanarsamfelag, sigur stjórin í Samvit Elin Heinesen, m.a. “Heldur enn at brúka orku upp á óneyðuga dýra innanhýsis kapping, eiga vit at vera opin fyri jaligum og fordómsfríum samskifti innanhýsis í føroyskari vinnu, millum tað almenna og vinnuna, og millum føroyingar og áhugapartar uttanlands – og ganga saman um at náa málum, øll hava felags áhuga í.”

Til hetta skal eg viðmerkja, at kapping er ein av grundarsteinunum undir búskaparligum vøkstri í samfelagnum. Tað er í kappingini, at virkir vaksa og mennast, og at nýggjar og betri vørur síggja dagsins ljós.

Kendi amerikanski búskaparfrøðingurin, Micheal E. Porter, staðfestur í bókini “competitive strategy” týdningin av einari vælvirkandi kapping á heimamarknaðinum. Tað er við kappingini á heimamarknaðinum í skjáttuni, at virkir mennast og standa seg væl í kappingini á altjóða marknaðinum. Tí hevur tað alstóran týdning, at karmarnir rundan um kappingina eru góðir og samsvara við altjóða reglur á økinum.

Løgtingið samtykti í 2007 nýggja kappingarlóg, sum kom í gildi 1. januar 2008. Nýggja kappingarlógin hevur við sær, at munandi broytingar eru í teimum treytum, sum kappingarlógin setir føroyskum fyritøkum. Í høvuðsheitum er forboð ímóti kappingaravlagandi avtalum, ikki er loyvt at misnýta ráðandi støðu á einum marknaði, og somuleiðis er samanleggingareftirlit nú sett á stovn. Føroyska samfelagið hevur sostatt við nýggju kappingarlógini fingið eitt betri amboð til at tryggja, at kappingin á marknaðinum í Føroyum kann virka á besta hátt, til gagns fyri fyritøkur og brúkarar.

Kapping skapar búskaparligan vøkstur og er viðvirkandi til at hækka livistøðið hjá tí einstaka í Føroyum. Kapping er somuleiðis við til at brynja okkara virkir soleiðis, at tey kunnu standa seg í kappingini á altjóða marknaðinum, har kappingin oftast er nógv harðari enn á heimamarknaðinum.

Við nýggju kappingarlógini verður farið frá einari eftirlitslóg til eina forboðslóg, og hetta er sama skipan sum í grannalondunum. Hetta merkir, at føroysk virkir nú í høvuðsheitum virka eftir somu kappingartreytum, sum virkini í grannalondunum virka eftir, og hetta skuldi verið viðvirkandi til at brynja føroysku virkini til kappingina á altjóða marknaðinum.

Tað er tí tað hevur so stóran týdning, at vit hava kapping á heimamarknaðinum, hetta fyri at føroysk virkir kunnu menna seg og standa seg í altjóða kapping við onnur, sum longu hava hesar reglur og hava virkað eftir teimum í longri tíð.

Porter sigur eisini, at fyri at kunna hækka livistøðið hjá tí einstaka í samfelagnum er neyðugt við eini vælvirkandi vøru og tænastumarknað. Í vinnupolitikkinum, sum var gjørdur í samband við visjón 2015, verður dentur lagdur á týdningin av virknari kapping og staðfest verður, at vinnupolitiska uppgávan á vøru- og tænastumarknaðinum er at leggja karmar fyri einari virknari kapping. Har tað ikki ber til at fáa eina virknað kapping, er uppgávan at gera eitt virkið eftirlit. Samstundis sum atlit verða tikin til brúkaratrygd.

Í altjóða høpi er føroyski marknaðurin lítil, og tað, sum sermerkir ein lítlan marknað, er, at fáir útbjóðarar eru á hvørjum marknaði. Vit síggja eisini, at sjálvt í vælvirkandi og stórum marknaðarbúskapum, sum til dømis EU og USA standast trupulleikar av fáum ráðandi fyritøkum og sostatt avmarkaðari kapping. Tí eru kappingarlóg og kappingareftirlit eitt neyðugt amboð soleiðis, at monopolstøður ikki stinga seg upp við at tann stóri trokar tann lítla út av marknaðinum.

Í einum lítlum marknað sum tí føroyska kann vera trupult at fáa eina virknað kapping á øllum økjum, og júst av hesi orsøk hevur eitt virkið kappingareftirlit stóran týdning.

Porter sigur, ”at tann sum ikki klárar seg heima. Hann verður neyvan góður á útivølli heldur”. So kapping á heimamarknaðinum er eins neyðug millum vinnuvirkir, sum kapping heima eisini er neyðug í ítróttinum. Uttan góðar karmar hjá okkara vinnulívs- og ítrottarfólki her heima fara tey ongantíð at standa seg væl á útivølli.