Tað blívur við at draga út við Stórutjørn. Og leiðslan hvur nú tikið avleiðingarnar av hesum og sagt projektleiðaranum, Kára Dal-Christiansen, úr starvi.
- Eg tími ikki at blíva við at seta dato á, nær tað er klárt at seta spakan í. Alt er so ótrygt, og tað kemur í drag. Gongst eftir ætlan verður klárt um ársskiftið, men sum gongdin hevur verið, ber ikki til at siga, um tað verður tá ella seinni, sigur Bárður Nielsen.
Alt málið mátti leggjast fram av nýggjum, og tað hendi ikki fyrr enn í juli, og málið skal liggja frammi í tríggjar mánaðir.
- Fíggjarliga er støðan eisini broytt, og sjálvgt um vit ikki beinleiðis merkja sviðan av fíggjarkreppuni, so kennist at hon er har, sigur Bárður Nielsen.
Tað hava alla tíðina bert verið Bárður Nielsen og Kári Dal-Christiansen, sum hava starvast við málinum, men nú hevur alt ligið stilt í eina tíð.
Tað gevur heldur onga meining bara at sita og rulla fingrar, sigur Bárður Nielsen.
Teir vóru annars í holt við projektering og annað, tá málið mátti leggjast fram av nýggjum, og fyrr enn tann tíðin er úti, gerst einki.
Undirveitarar
Ætlanin hevur alla tíðina verið at havt eina lítla organisatión, og Kári Dal-Christiansen hevur skula staðið fyri arbeiðinum.
- Vit hava eina avtalu um, at Kári kemur aftur, tá arbeiðið byrjar, sigur Bárður Nielsen.
Hann sigur, at tað alla tíðina hevur veið ætlanin, at undirveitarar skulu gera arbeiðið.
Kári Dal-Christiansen sjálvur er fullgreiður um støðuna og sigur, at avgerðin er tikin í sátt og semju.
- Og fyri meg kemur tað ikki óvart á, og eg havi okkurt í kikaranum, sigur Kári Dal-Christiansen.
Men ikki bert eru tað tær drúgvu viðgerðirnar, ið órógva.
- Tað er ein óvissa í øllum, og tað er nakað, sum marknaðirnir laga seg til. Og tað merkist eisini hjá okkara kundum, sigur Bárður Nielsen.
Fyribils hevur hetta so ført til, at projektleiðarin er sagdur úr starvi.










