Fótbóltur
Alle gode gange tre, plagar at verða tikið til. Fyri triðju ferð í eina viku var B36 í gjár á vitjan í Eysturoy. Næstsíðsta sunnudag tapti árstalsfelagið á Toftum, og mikukvøldið tapti B36 í Fuglafirði.
Í gjár var setningurin at fáa stig við til hús úr Gøtu, og tað eydnaðist. Ivaleyst høvdu teir í B36 undan fráferðini úr Gundadali ikki verið heilt misnøgdir, um úrtøkan hevði verið eitt stig.
Høvuðsstaðarliðið miðjaði høgt í Sarpugerði, og tað eydnaðist at vinna fulla úrtøku, og tað er ikki at undrast á, at gestirnir fóru ovurfegnir til hús:
- Hetta var akkurát tað, sum okkum tørvaði. Vit vóru sera misnøgdir við avrikið og úrslitið, tá ið vit mikukvøldið vóru í Fuglafirði og taptu 1-0. Hesa ferð vístu vit fínan hugburð, og tað bar úrslit við sær, sum ger, at vit sjálvir kunnu gera av, um vit skulu vinna silvurkrónurnar, staðfesti Magnus Olsen hjá B36, tá ið Eiler Rasmussen, sum greiddi torføra setningin væl, hevði bríkslað fyri síðstu ferð.
Heðin Askham var ikki heilt nøgdur við uppstillingina, sum hann legði fyri við, og í 1. hálvleiki rokeraðu gestirnir í Gøtu eitt sindur. Magnus Olsen, sum fyrstu løtuna var vongverji í høgru, varð fluttur á sentrala miðvøllin. Dimitrij Jankovic hevði fyrstu løtuna sentralan miðvallarleiklut, men tað hilnaðist einki serligt, og so varð hann fluttur í miðverjuna, har hann man vera ein tann stinnasti í landinum. Herbert í Lon Jacobsen var fyrstu løtuna í miðverjuni, men so varð hann fluttur á høgra vongverja.
Meðan B36 leitaði eftir optimalu uppstillingini fyri at fáa bilbukt við víkingarnar, sum sær sjálvum líkir stríddust sum fyri lívinum, skoraðu teir tvey mál, og heimaliðið skoraði eitt.
Sekundvísarin hevði bara verið hálva aðru ferð runt, tá ið bólturin lá í meskunum aftanfyri Geza Turi. Miðvallarin Róaldur Jacobsen legði neyva frísparkssending úr vinstru og í brotsteigin, har Hanus Thorleifsson var nóg leysur til at seta krúllin undir bóltin, og so var fagnaður millum B36 spælararnar og viðhaldsfólkini, sum í viðførinum høvdu so vánalig minni frá fesku vitjanunum í Eysturoy.
Og tað var um reppið, at Hanus Thorleifsson lítla løtu seinni økti um leiðsluna, men Víkingur gav hornaspark í høgru.
Tá vóru níggju minuttir farnir, og í næsta álopinum javnaði heimaliðið. Miðvallarin Sølvi Vatnhamar varð feldur í brotsteiginum, og ein annar miðvallari, Sam Jacobsen, var púra tryggur, tá ið hann sendi brotssparkið í málið aftanfyri Meinhard Joensen.
Tað var futtur í og gott undirhald í 1. hálvleiki. Málið, sum vísti seg at verða avgerandi, skoraði Jákup á Borg, tá ið hálvur tími var farin. Alex dos Santos sendi frágera góða diagonala sending til landsliðsspælaran, sum tamdi væl, áðrenn hann snaraði um seg sjálvan og við vinstra beinið legði bóltin yvir í handara síðunetið.
Eftir steðgin dovnaði spælið. B36 var tilvitað um, at nú var tað heimaliðið, sum skuldi standa fyri undirhaldinum. Tá ið gestirnir fingu fatur á bóltinum, var setningurin at varðveita hann, meðan bíðað var eftir møguleikum fyri álopum. Álopsbroddurin er einki serligur, og síðstu løtuna var tað heimaliðið, sum royndi at leggja trýst á fyri at koma afturíaftur.
Símun Louis Jacobsen hevði góða roynd beinanvegin eftir steðgin, og Andreas Lava Olsen var støðug hóttan, men tað eydnaðist ongantíð at fáa bóltin í B36 málið, og harvið er árstalsfelagið væl meiri við í kappingini um krónurnar, enn víkingarnir eru tað.