Hon er bert eitt samráðingaruppskot, og tey fakfeløg, sum ikki vilja hava eina høvuðsavtalu, tey fáa onga, segði Karsten Hansen við útvarpið á middegi í gjár. Løgnar og mótsigandi upplýsingar má sigast, men [...] er so orsøkin til at tað ikki er samsvar millum tað, sum Fíggjarmálaráðharrin sigur og tað sum annars er komið fram um høvuðsavtaluna? - Eg veit ikki rættiliga, men eg kundi hugsað nær, at tað eru fól [...] var uppi at venda í fjør, og tá lá hon eisini í buktini, sigur hann. Men nær fara tit sjálvir at samráðast? - Tað verður um ikki alt ov langa tíð. Sáttmálin er júst uppsagdur og tað skal kallast til fundar
samgongan og Sjálvstýri løgdu fram pensjónsnýskipanina á tíðindafundi í Almannamálaráðnum í morgun. Formaðurin í Landsfelag Pensjónista leggur dent á, at hann hevur ikki sæð endaliga lógaruppskotið, og kann [...] lagt fram á fundinum í morgun. - Mær dámar illa, at pensjónistarnir verða býttir í fleiri bólkar, og mær dámar øgiliga illa, at fólkapensjónin í mínum eygum verður avtikin. Tí fólkapensjónin, í og við, [...] Arne Thorsteinsson, og leggur afturat. - Í staðin fáa pensjónistar bjóðað okkurt annað í staðin, men tey, sum alt sítt lív hava rindað skatt í tí vitan, at tey fáa fólkapensjón, og eisini hava rindað
Heðin Mortensen er tungan á vágskálini í uppskotinum um at loyva samkyndum av giftast borgarliga. Og júst nú segði Heðin Mortensen av tingsins røðarapalli, at hann kennir seg hóttan av samgonguni. - Men [...] lati meg ikki hótta, legði tingmaðurin aftrat. Í morgun legði Heðin Mortensen eitt broytingaruppskot fram, har hann vildi hava uppskotið til fólkaatkvøðu. Tað sær tó út til, at Heðin Mortensen er kroystur [...] uppskotinum. Sum skilst hevur Heðin Mortensen verið á fundi við samgonguleiðararnar seinastu tímarnar. Og tá Heðin Mortensen tók orðið fyri løtu síðani segði hann, at hann vildi ikki risikera samgonguna uppá
verið í fíggjarligari og ítróttarligari kreppu, er av álvara komið fyri seg hetta kappingarár. Hetta hevur millum annað gjørt, at René er dottin niður í millum. Manglandi royndir og skaðar hava eisini gjørt [...] Roskilde, sum er oddalið í 2.deild Vest. - Hesa vikuna skal eg venja við Skive í dag, og so Roskilde mikudagin og hósdagin, sigur René Shaki Joensen. Fleiri føroysk hava víst áhuga fyri René, sum kann [...] leitað eftir einum høgra bakki, so Bárður Hansen kann flytast fram á vongin. HB, sum barndómsfelagið hjá René, er nakað tunt í verjuni og kann helst eisini brúka unga bakkin. AB hevur meldað seg inn í
hann helt at føroyingar og grønlendingar vóru plágaðir av. Hetta hugtakið kom fyrstu fram undir eini gíslatøku í Stokkhólmi, har gíslarnir fingur samhuga við gíslarænarunum, og hetta helt grønlendski [...] fyri. Yvirskriftin fyri kvøldið var Nær loysa føroyingar og grønlendingar? Við pallborðið sótu Høgni Hoydal, Torbjørn Jacobsen, Kuubik Kleist og Lars Emil Johansen. Høgni Hoydal segði seg vænta, at Føroyar [...] um tað ikki hevði havt Føroyar og Grønland við í ríkinum. - Nær hava vit sæð fúrstan í Luksemburg til morgundrekka hjá George Bush, spurdi Torbjørn Jacobsen retoriskt, og sipaði til støddina hjá Danmark
ið hon er úti hjá teimum gomlu, og sambært skemainum skal hon til dømis vaska baðirúmið tvær ferðir um vikuna, og kamarið og stovan skulu dustsúgvast annanhvønn dag, og alt er lagt til rættis uttan møguleika [...] fólki, ið var til stevnuna, og tey vóru veruliga áhugað í tí, sum fór fram. Ofta er tað so til slíkar stevnur, at har sita nógv eldri fólk, og tá ið stevnan fer at líða, sita tey og hálvsova, men so var ikki [...] gina og fara ein túr á kirkjugarðin ístaðin. Hetta ber ikki til í Danmark, tí danir,og serliga tað yngra ættarliðið, ið er ógvuliga sannført um síni rættindi, ganga ógvuliga høgt upp í reglur og tey rættindi
ðu". Meðan røðurnar hjá drotningini og forsætisráðharranum skulu verða formligar og yvirskipaðar, so kann hendan alternativa røðan verða meira persónlig, "skeiv" og provokerandi. At Sjúrður Skaale er biðin [...] í kvøld. Tú kanst síggja Sjúrð Skaale bera sína røðu fram í sendingini Deadline her, har hann tekur støði í søgu um ævintýraran Sigert Patursson og vaksandi áhugan fyri Føroyum: Tað er siðvenja á DR2 at [...] biðin um at halda røðuna í ár kemst mest av, at hann á markantan og stundum originalan hátt hevur hevur sett fokus á tær avbjóðingar, sum vaksandi altjóða áhugin fyri Arktis hevur fyri ríkisfelagsskapin
sermerktur, og sum hann sjálvur sigur, bæði krevjandi at skriva og at lurta eftir. - Hann er í tí tyngra endanum og krevur, at tú hevur stundir at lurta. Hann hevur so nógvar fasettir í sær, og jú oftari [...] pengarnir, sum verða latnir mentanini og listini, veruliga geva nakað. Embætisfólkini hava møguleikan fyri at orða ein politikk, ið hongur saman og heldur fram, og sum gevur landsstýrismanninum í mentamálum [...] betran av góðsku og dygd innan fyri øll lið og allar sjangrur. Fært tú ró og umstøður at virka, fært tú betur ment tað, tú ert í holt við. Onkuntíð verður tú sum listafólk noytt at framleiða og skapa, tí tað
Torbjørg Gregersen og Ritva Bárðardóttir úr Gøtu, Annika Williamsdóttir úr Kollafirði og Mona Østerø av Velbastað. Tær komu aftur til Føroya 26. juli, og tær hava sjálvar rindað fyri egna ferð og uppihald. - [...] Men eisini hevði hon tosað við systir sína í Havn og tvær systrar av Sandi og sagt frá um bundnu klæðini. Hesar eru allar eisini líka óførar at binda, og áðrenn eg visti av, hevði eg fult kuffert av bundnum [...] Foldbo, sum nú hevur verið í Moldova og gjørt hjálparaarbeiði fimm ferðir. - Mær hevur altíð dámt væl at ferðast og at uppliva ymiskar mentanir. Mær dámar sera væl legur og túrar, har eg komi at kenna nógv
2012 til 2013. Tað sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna við Almannamálum, sum týsdagin fer at leggja fram frágreiðing til aðalorðaskifti um ST barnarættindasáttmálan. Í 2010 kannaði ST viðurskiftini hjá Føroyum [...] síðani hava verið tiknar til eftirtektar. Millum annað varð funnist at vantandi óheftum barnaumboðið og kunning um fráboðanarskyldur til starvsfólk innan barnaøki, sum eisini merkti, at nærum eingin verulig [...] í okkara grannalondum, sigur hon. Serliga viðurskiftini um fráboðan hava verið bøtt seinastu árini, og er hetta nakað, sum Annika Olsen ætlar sær at arbeiða víðari við. Arbeiði mótvegis einum altjóða b