- Talið av fráboðanum um kynsligu misnýtslu tvífaldaðist frá 2012 til 2013.
Tað sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna við Almannamálum, sum týsdagin fer at leggja fram frágreiðing til aðalorðaskifti um ST barnarættindasáttmálan.
Í 2010 kannaði ST viðurskiftini hjá Føroyum viðvíkjandi barnarættindum í tráð við barnarættinda sáttmálan. Tá kom ST við fleiri ábreiðslum, sum síðani hava verið tiknar til eftirtektar.
Millum annað varð funnist at vantandi óheftum barnaumboðið og kunning um fráboðanarskyldur til starvsfólk innan barnaøki, sum eisini merkti, at nærum eingin verulig hagtøl vóru.
- Vit hava ikki havt nøkur verulig hagtøl at arbeiða við, fyrr enn nú fyri kortum. Hesi tølini vísa, at misnýtsla av børnum í Føroyum er lutfalsliga hægri enn í okkara grannalondum, sigur hon.
Serliga viðurskiftini um fráboðan hava verið bøtt seinastu árini, og er hetta nakað, sum Annika Olsen ætlar sær at arbeiða víðari við.
Arbeiði mótvegis einum altjóða barnarættindasáttmála byrjaði í 1989, tá ið lond kring allan heim vildu tryggjað nøkur ófrávíkilig rættindi til børn. Millum rættindini er rætturin til mat, heilsuviðgerð, útbúgving og tryggan barndóm.
Til ber at hoyra samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini