- Føroyar er ein møguleiki

Skive, Roskilde og Føroyar. Tað eru í løtuni møguleikarnir hjá René Shaki Joensen, hvørs tíð sum spælari í Brøndby tykist verða komin at enda

Føroyski U21 landsliðsspælarin er í hesum døgum í Jyllandi og venur við Skive. Hann skal eisini venja við Roskilde, umframt at tað er stórur áhugi fyri at fáa René til Føroyar at spæla.
René Shaki Joensen hevur í seinastuni havt ringt við at fáa fótafestið í hópinum hjá Brøndby. Felagið, sum í longri tíð bæði hevur verið í fíggjarligari og ítróttarligari kreppu, er av álvara komið fyri seg hetta kappingarár. Hetta hevur millum annað gjørt, at René er dottin niður í millum. Manglandi royndir og skaðar hava eisini gjørt sítt til, at U21 landsliðsspælarin ikki er sloppin framat.
Fyri kortum bleiv kunngjørt, at René skal útleigast seinasta hálva árið av sáttmálanum. Hetta er komið fleiri føroyskum feløgum fyri oyra. Fyribils verður tó leitað í Danmark eftir einum felagið.

Skive og Roskilde – Føroyar ein møguleiki

René venur í løtuni við Skive, sum er oddalið í 2. deild Øst. Seinni í vikuni skal hann venja við Roskilde, sum er oddalið í 2.deild Vest.
- Hesa vikuna skal eg venja við Skive í dag, og so Roskilde mikudagin og hósdagin, sigur René Shaki Joensen.
Fleiri føroysk hava víst áhuga fyri René, sum kann leigast til fyrru hálvu. Víkingur hevur leitað eftir einum høgra bakki, so Bárður Hansen kann flytast fram á vongin. HB, sum barndómsfelagið hjá René, er nakað tunt í verjuni og kann helst eisini brúka unga bakkin. AB hevur meldað seg inn í stríðið saman við B36, meðan tað somuleiðis ljóðar, at EB/Streymur eisini hevur áhuga í U21 landsliðsspælaranum. Føroyski áhugin er heldur ikki nøkur loyna.
- Nei, tað er ongin loyna, at fleiri føroysk feløg hava vent sær til mín. Tað er stuttligt at vita, at er so stórur áhugi frá føroyskum feløgum, sigur René og leggur afturat.
- Nú fáa vit at síggja. Eg havi allar hurðar opnar. Føroyar er ein møguleiki, men eg kanni fyrst og fremst møguleikarnar at vinna eitt áhugavert felag í Danmark, sigur René Shaki Joensen.
Støðan hjá René hevur verið ógreið í eina tíð. Nú gleðir René seg bara til at fáa avgreiðu á viðurskiftini um framtíðina.
- Eg gleði meg bara at koma til eina niðurstøðu, og finna eitt felag har eg trívist og koma upp á pláss, sigur René Shaki Joensen at enda.

Ein út – ein á veg inn

Meðan framtíðin hjá René Shaki Joensen sum Brøndby spælara sær út til at verða komin at enda, so er møguligt, at ein annar føroyskur spælari verður Brøndby spælari í næstum.
Kristian Joensen, sum seinnu árini hevur vart málið hjá NSÍ, er í løtuni á venjingarlegu við Brøndby í Dubai. Brøndby hevur brúk fyri nýggjum eykamálverja og tí hava boð verið eftir Kristiani, sum eftir farna kappingarenda royndarvandi við danska 1.deildarliðnum, AB.
Brøndby tykist vera raðfest hægst, men Hans Jacob Á Líknargøtu, umboðsmaður hjá Kristiani, hevur sagt at endar málverjin ikki í Brøndby, so verður hann helst málverjin hjá AB.