- Fólkaflokkurin vil hava høvuðsavtaluna

Karl Johansen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag, heldur, at tað liggur meira í tosinum um eina høvuðsavtalu enn at tað bara verður tosað um tað. Hann heldur, at tað eru fólkafloksmenninir, sum vilja hava høvuðsavtluna

Tá sáttmálasamráðingarnar millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálastýrið byrjaðu, varð mest tosað um lønarkravið, sum var uppgjørt til 60 prosent, men tað er púra dottið burtur ímillum seinastu dagarnar. Nú hevur tað snúð seg um høvuðsavtalu ella ikki høvuðsavtalu.

Eftir øllum at døma, vóru samráðingarnar millum partarnar slitnaðar orsakað av hesum kravinum frá Fíggjarmálastýrinum, men í blaðnum í gjár og í hinum fjølmiðlunum visti Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri, at siga, at tað var ein stór misskiljing, at høvuðsavtalan var eitt ófrávíkiligt krav.

- Hon er bert eitt samráðingaruppskot, og tey fakfeløg, sum ikki vilja hava eina høvuðsavtalu, tey fáa onga, segði Karsten Hansen við útvarpið á middegi í gjár.

Løgnar og mótsigandi upplýsingar má sigast, men hvat siga hini fakfeløgini til ?kravið? um eina høvuåsavtalu. Vit hava sett formanninum í Havnar Arbeiðsmannafelag, Karl Johansen, henda spurning.

- Eg haldi at kravið um eina høvuðsavtalu er púra óneyðugt. Eg haldi at føroyingar royna at blása samfelagið upp til nakað, sum tað ikki er. Vit eru ikki Danmark ella London, og hava ikki somu trupulleikar, sum teir hava at takast við. Tí er ein høvuðsavtala púra óneyðug í mínari verð. Alt okkara virksemi svarar til arbeiðaradeildina á Vesturbrúgv, sigur Karl Johansen.

Hann leggur afturat at Gerðarætturin, eftir hansara meting, hevur virkið væl, og at hann kann útbyggjast um so er, at tað er neyðugt.

- Trupulleikin er, at taka vit eina høvuðsavtalu, so avmarka vit okkara verkfalsrætt. Tað er jú uppleggið, at ein tá skal boða frá verkfalli nógvar dagar frammanundan, og tað avmarkar okkara møguleikar.

- Hugsa tær, um ein arbeiðsgevari ikki klárar at gjalda løn til starvsfólkið. Tá mugu vit hava rætt til at fara í verkfall, sum vit gera tað í dag. Tað kunnu vit ikki, um vit taka høvuðsavtaluna við, sigur Karl Johansen.

Hann vísir á, at støðan var ein heilt onnur, um so var, at fakfeløgini misnýttu verkfalsrættin, so var støðan ein heilt onnur.

- Tað gera vit ikki, og tí haldi eg at tað er óneyðugt við eini høvuðsavtalu, samstundis sum tað avmarkar okkara arbeiðsmøguleikar, sigur formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag.

Men hvør er so orsøkin til at tað ikki er samsvar millum tað, sum Fíggjarmálaráðharrin sigur og tað sum annars er komið fram um høvuðsavtaluna?

- Eg veit ikki rættiliga, men eg kundi hugsað nær, at tað eru fólkafloksmenninir, sum ynskja at fáa eina høvuðsavtalu ígjøgnum á arbeiðsmarknaðinum, og at fíggjarmálaráðharrin bara ikki er samdur við teimum.

- Eg kann í hvussu er siga so mikið, at tá eg samráddist við teir í fjør, tá fekk eg at vita, at eg fekk nógv fleiri krøv ígjøgnum, um eg tók høvuðsavtaluna. Tað gjørdi eg ikki og tí fingu vit bert tað vanliga. Nøkur fá oyru afturat um tíman, sigur Karl Johansen.

Tí heldur hann, at tað kortini liggur meir aftanfyri kravið um eina høvuðsavtalu, enn at tað bara er ein ballón, sum verður send upp við millumbilum.

- Hon var uppi at venda í fjør, og tá lá hon eisini í buktini, sigur hann.


Men nær fara tit sjálvir at samráðast?

- Tað verður um ikki alt ov langa tíð. Sáttmálin er júst uppsagdur og tað skal kallast til fundar innan eina viku eftir at sáttmálin er uppsagdur.

Hvørji eru so krøvini hjá tykkum?

- Nei, so langt fari eg ikki at úttala meg. Eg haldi at vit eiga at fara í gongd við samráðingarnar áðrenn vit fara at úttala okkum um krøvini, sigur Karl Johansen at enda.