POLITIKKUR
Í gjárkvøldið varð kvøldseta á Rex í Havn, har Norðuratlantsbólkurin á Fólkatingi skipaði fyri. Yvirskriftin fyri kvøldið var Nær loysa føroyingar og grønlendingar?
Við pallborðið sótu Høgni Hoydal, Torbjørn Jacobsen, Kuubik Kleist og Lars Emil Johansen. Høgni Hoydal segði seg vænta, at Føroyar høvdu skipað seg sum fullveldi í seinasta lagi í 2012 ella longu í næsta valskeiði. Hann segði, at allar frælsisrørslur upplivdu, at mótrák komu, og tað helt hann, at núverandi samgonga hevði víst seg at vera. Hann helt ikki, at búskaparligar forðingar vóru fyri at loysa Føroyar frá Danmark.
Tey bæði grønlendsku umboðini nýttu ein part av tíðini at greiða frá arbeiðnum at samráðast við danir um ráevnini í grønlendsku undirgrundini, og himpraðust ikki við at siga, at talan kann vera um oljunøgdir, ið minna um tær hjá Saudiarabia. Eisini tosaði Lars Emil Johansen um tað sokallaða Stockholm-syndromið, ið hann helt at føroyingar og grønlendingar vóru plágaðir av. Hetta hugtakið kom fyrstu fram undir eini gíslatøku í Stokkhólmi, har gíslarnir fingur samhuga við gíslarænarunum, og hetta helt grønlendski fólkatingsmaðurin kundi samanberast við tey, ið halda at blokkstuðul og aðrar veitingar verða givnar av filantropiskum orsøkum, sum tey grønlendsku umboðini tóku til.
Framførdu á grønlendskum
Ta mest undirhaldandi røðuna borgaðai Torbjørn Jacobsen fyri. Av tí at hann ikki er valdur í Fólkatingið, segði hann seg vera komin ístaðin fyri Anfinn Kallsberg, sum hann kallaði tann fyrrverandi fullveldisleiðaran, ið nú hevði sett fullveldisgongdina í bakkgear, sum hann tók til.
Hann helt heldur ikki, at Danmark hevði verið eins høgt í metum uttanlands, um tað ikki hevði havt Føroyar og Grønland við í ríkinum.
- Nær hava vit sæð fúrstan í Luksemburg til morgundrekka hjá George Bush, spurdi Torbjørn Jacobsen retoriskt, og sipaði til støddina hjá Danmark uttan ríkispartarnar í Norðuratlantshavi.
Torbjørn Jacobsen endaði sína framløgu við, at hann heitti á teir báðar grønlendingar koma at syngja eina grønlendska vísu við sær. Saman verða teir kallaðir húsorkestrið á Kristiansborg, varð sagt, og Uni Reinert Debess, ið annars undirhelt hetta kvøldið, hevði eftir øllum at døma einki ímóti at læna teimum guitaran.
MYNDATEKSTUR
Tobbi treiv í eina grønlendska vísu saman við Kuubik Kleist og Lars Emil Johansen