- Føroyingar kunnu læra nógv av fólkunum í Moldova

- Tað var hugvekjandi at síggja takksemið og gleðina um nakað, sum vit í Føroyum síggja sum eina sjálvfylgju, sigur 22 ára gamla Kristina Foldbo, sum júst er afturkomin frá einari missiónsferð í Moldova saman við fýra øðrum ungum kvinnum

14. juli fóru fimm ungar kvinnur úr Føroyum til eysturevropeiska landið, Moldova, fyri at gera hjálpararbeiði fyri fátækar barnafamiljur.

Áðrenn tær fóru avstað, fyltu tær kuffertið við bundnum klæðum, sum tær vildu geva børnunum í Moldova. Hugskotið fekk Kristina Foldbo, leiðari, eitt annað ár, tá hon fór til Moldova. Hon spurdi sína nú 87 ára gomlu langommu, um hon ikki hevði onkur ullint klæði, hon kundi kundi taka við.

- Áðrenn hálvtalað var orð, hevði hon bundi mær ymiskt at taka við. Men eisini hevði hon tosað við systir sína í Havn og tvær systrar av Sandi og sagt frá um bundnu klæðini. Hesar eru allar eisini líka óførar at binda, og áðrenn eg visti av, hevði eg fult kuffert av bundnum klæðum, greiðir Kristina Foldbo frá.

Og soleiðis var eisini í ár.

- Hesar systrarnar hava allar aftur hesaferð bundið uppí eitt fult kuffert av troyggjum, hosum, húgvum og øðrum til børnini í Moldova. Hetta hava tær gjørt við gleði, og eg eri eisini glað um at bera børnunum hesi heimabundnu klæðini. Onkur av hinum luttakarunum hevði eisini bundin klæði við.

TiM 2019

Ferðin var partur av árligu toymisferðunum “TiM” (Tannáringar í Missión), sum trúboðarafelgsskapurin OM Føroyar skipar fyri. 

Við á ferðini til Moldova vóru Kristina Foldbo úr Leirvík, Torbjørg Gregersen og Ritva Bárðardóttir úr Gøtu, Annika Williamsdóttir úr Kollafirði og Mona Østerø av Velbastað. Tær komu aftur til Føroya 26. juli, og tær hava sjálvar rindað fyri egna ferð og uppihald.

- Eg brenni fyri hesum

Leiðarin á ársins ferð var 22 ára gamla leirvíkingurin, Kristina Foldbo, sum nú hevur verið í Moldova og gjørt hjálparaarbeiði fimm ferðir.

- Mær hevur altíð dámt væl at ferðast og at uppliva ymiskar mentanir. Mær dámar sera væl legur og túrar, har eg komi at kenna nógv nýggj fólk úr øðrum londum. Tað er spennandi at uppliva eina nýggja mentan og læra eitt nýtt mál, sigur Kristina Foldbo

Men høvuðsendamálið við ferðunum, sum OM Føroyar skipar fyri, er kritsiligi boðskapurin og at røkka út til menniskju, sum kanska enn ikki hava hoyrt boðskapin.

- Eg vildi gjarna sleppa við í ár sum leiðari, tí eg brenni fyri missiónsarbeiði og ynski, at onnur ung í Føroyum fáa eyguni upp fyri, hvør tørvurin í heiminum er at hoyra um Jesus, sigur Kristina Foldbo.

##med2##

Takksemi og gleðin var rørandi

Ungu føroysku kvinnurnar hava hesar dagarnar bítt nógv av klæðunum út til fátækar familjur út í bygdunum.

- Tað var hugvekjandi at síggja takksemið og gleðina um hetta, sum vit síggja sum eina sjálvfylgju, men kann hava sera stóran týdning fyri heilsu og lívsgóðsku ein kaldan vetur, sigur Kristina Foldbo og vísir á týdningin av góðum klæðum har.

- Um veturin kann gerast sera kalt, og í flestu førum eru húsini ikki útgjørd til kuldan. Vit kunnu hugsa, hvussu kalt tað er at sova í einum illa bjálvaðum húsum uttan hitaskipan, tá ið tað eru minus 10 stig úti. Tá koma ullint klæði sera væl við.

At geva og fáa bundnu klæðini var mikið rørandi fyri báðar partar.

- Í fleiri førum hava tey verið ordiliga rørd, tá vit hava givið teimum klæðini. Ein dagin sóu vit ein lítlan drong í einari troyggju, vit høvdu givið honum dagin áðrenn. Hetta var sera rørandi fyri okkum, sigur Kristina Foldbo.

##med3##

Alt byrjaði á TeenStreet

Unga leirvíkskvinnan hoyrdi um trúboðarafelagsskapin OM Føroyar í 2012, tá hon fyrstu ferð fór á altjóðu kristnu tannáringaleguna, TeenStreet. 

- Hetta var ein sera spennandi og gevandi lega. Tá hon var liðug, setti eg mær beinanvegin fyri, at eg skuldi aftur árið eftir, fortelur Kritina Foldbo. 

Og málið rakk hon, tí í 2013 fór hon aftur á TeenStreet.

- Tá eg ein dagin sat og hugdi á Facebook, kom eg fram á eitt uppslag hjá OM um, at tey manglaðu tannáringar at melda seg til "TiM Moldova". Uttan at vita nakað um landið og túrin, var eg beinanvegin avgjørd, at eg vildi luttaka.

Ein lívsbroytandi túrur

Sama árið fór Kristina til Moldova við hinum tannáringunum í TiM.

- Tað var ein lívsbroytandi túrur, sigur hon og greiðir víðari frá:

- Vit hjálptu til á eini barnalegu við yvir 200 børnum og vitjaðu fleiri fátækar familjur. Tað var syrgiligt at síggja, at fleiri einans høvdu moldgólv í húsunum. Nógv børn gingu uttan skógvar, og fleiri børn búðu hjá ommum ella púra einsamøll, tí foreldrini arbeiddu uttanlands.

- Kenni meg heima í Moldova

Eftir TiM túrin í 2013, var Kristina Foldbo sannførd um, at hon vildi avstað aftur árið eftir.

- Mítt hjarta lá eftir í Moldova, og tað hevur tað gjørt síðani. Hvørja ferð eg komi til Moldova, kenni eg meg heima, sigur Kristina Foldbo. 

- Í 2014 komu vit til somu bygdina, sum vit vóru í árið fyri, og nógv av børnunum kendu meg aftur. Hetta var ein góð uppliving, og aftur ein fantastiska gevandi túrur. Í 2017 fór eg aftur til “Love Moldova”, sum er nøkunlunda tað sama sum TiM. Munurin er tó, at aldursmarkið er 18 ár, og at tað tá eru fólk úr ymiskum londum, greiðir Kristina frá.

Í fjør var hon til eitt missións- og lærusveinaprogramm í 5 mánaðir, har luttakararnir skiftu ímillum at vera í Moldova og Rumenia. Og í ár var hon so við sum leiðari fyri fyrstu ferð.

Fátøk foreldur rýma frá børnunum

Kristina Foldbo vísir á, at í Moldova er arbeiðsloysi í bygdunum heilt uppi á umleið 80 prosentum.

- Nógv foreldur rýma av landinum at arbeiða, og ommur, abbar ella onnur í familjuni taka sær av børnunum. Foreldrini senda pengar heim til familjurnar, men av tí tey ikki eru til staðar, mugu børnini ofta ansa eftir djórunum tey eiga, so sum hønur, kýr og annað. Í summum førum mugu tey taka sær av ommunum og abbunum eisini. Børnini hava stóra ábyrgd, og viðhvørt eru hetta børn undir skúlaaldur, fortelur Kristina Foldbo.

##med4##

- Tey eru gávumild og takksom

Leirvíkskvinnan hevur lært nógv frá fólkunum í Moldova. 

- Tey eru sera gávumild. Hvørja ferð vit koma til eina bygd, syrgja tey fyri, at tú fært tað besta staðið at sova, tann besta matin tey eiga, og tey syrgja fyri, at tú altíð hevur tað gott, greiðir Kristina Foldbo frá.

Eitt annað, sum hevur sitið eftir hjá henni er, hvussu takksom tey eru.

- Børnini uppliva ikki til dagligt, at onnur tíma at spæla við tey og vera saman við teimum. Tey gomlu fáa sjáldan vitjan av øðrum. Ofta hevur familjan gloymt tey eldru, tí tey arbeiða aðrastaðni, ella tí tey ikki hava tíð at taka sær av teimum. Tá vit koma og spæla við børnini ella vitja familjur, eru tey so ótrúliga takksom.

- Føroyingar kundu lært nógv

Kristina Foldbo sigur, at Moldova als ikki er eitt fátækt land fyri hana.

- Materielt eru tey sera fátæk, men tey eru rík uppá fleiri aðrar mátar. Eg havi lært so nógv av fólkunum her um takksemi, gávumildni og andaliga, at eg síggi als ikki Moldova sum eitt fátækt land, sigur hon og samanber við Føroyar.

- Eg haldi, at føroyingar kundu lært nógv av mentanini her. Tey eru so sera gestablíð, gávumild og takksom, og her hava vit nógv at læra.