sárbarheitina við at vera menniskja, freistast vit jú so lætt til at siga, at skal tað verða sæla, so klára vit okkum fyriuttan. Og tó: Kanska er tað rætt, sum onkur hevur sagt, at í missinum fær lívið [...] okkara oyrum er tað nakað løgið við orðunum, tað er sum um Jesus sigur: Sæl eru tey ósælu... Sæl eru tey veiku... Tey fátæku, tey syrgjandi, tey spaklyntu... Tað er, sum vil hann siga, at sælan hoyrir [...] Og hetta friðsemi, sum her er talan um, er neyvan einstyðandi við tað, vit ikki fáa upp í lag, ikki tíma ella ikki orka. - Í veikum løtum viðganga vit kanska, at vit vildu gjarna verið alt hetta og vita
Tá val stendur fyri durum, er tað vanligt, at flokkar og politikkarar geva veljarum sínum gylt lyftir av ymiskum slag. Tað mest vanliga er, at flokkarnir í andstøðuni, royna at yvirbjóða flokkarnar í samgonguni [...] s.fr. Við hetta lag koma vit lættliga uppá ein 1 milliard í almennum íløgum um árið tey næstu fimm árini. Í síðsta enda er tað skattgjaldarin ella veljarin, sum er garantur fyri, at alt hetta verður goldið [...] flogvøll á Glyvursnesi. Eisini er tað lívið um at gera, at ein onnur verkætlan, ið eitur Tórsvøllur, verður framd so skjótt sum gjørligt. Umframt hetta hava vit allar tær vanligu almennu íløgurnar t.d. á
endamáls at gera Føroyar áhugaverdar at samstarva við, og ikki til eina byrðu, sum tað er ein lætti at sleppa undan at bera. Einvísi uppskotini hjá tjóðveldisflokkinum og fólkaflokkinum um bert at avreiða [...] landsstýri at taka stór lán, sum komandi ættarlið skulu betala aftur. Vit vita í dag, hvat tað vil siga, at knógva undir einari ótolandi stórari uttanlandsskuld. Somuleiðis eiga vit at samtykkja, at allar [...] boykottað av ES, og hetta er við vælsignilsi úr Danmark. Tí tað er Danmark sum vegna Føroyar rekur okkara uttanríkispolitikk. At røkka hesum máli krevur broytingar í Heimastýrislógini, soleiðis at Føroyar fáa
fyri at halda fram eftir, at oljan er uppi. Henrik Old helt tað vera ómetaliga týdningarmikið, at vit byrja at útbúgva okkara egna fólk til oljuvinnuna. -Her haldi eg, at tað er næstan neyðugt at byrja [...] dent á, at hetta fer at eydnast og at hetta verður landinum til stórt gagn. At okkara unga fólk ikki minst fær nakað burtur úr hesum, at okkara útbúgvingarskipan verður við frá byrjan og soleiðis at vit við [...] heldur roynir at halda fast um ein ávísan landsstýrismann, so verður ikki væl vorðið. Tingmaðurin helt fyri, at tað hevur sera nógv at siga, hvør kemur at umsita hetta málið í Tinganesi. Tað er tí umráðandi
vóru av sovornum slagi, at hetta er gott grundarlag at fyrireika aðalfundin hjá FSF, sum verður síðst í januar, uppá. Hetta segði Torleif Sigurðsson, formaður í FSF, eftir at fótbóltsfeløgini leygardagin [...] skjótast, og FSF formaðurin heldur, at tað fer at bera til at fáa eitt uppskot greitt til aðalfundin, sum verður síðst í januar. ? Menningin gongur so skjótt, at tað er neyðugt at fáa hesi viðurskiftini skipað [...] høvuðsstaðnum at eftirmeta farna kappingarárið og at tosa um framtíðina. Týdningarmiklasti spurningurin Tað er eingin loyna, at spurningurin um pengar og sáttmálar ímillum feløgini og spælararnar er vorðin
hesa útbúgving, at hann nú er til reiðar at taka við landsliðsvenjarastarinum í Føroyum. Skulu flyta mørk Hvat er títt fyrsta inntrykk av føroysku svimjarunum? ? Generelt vil seg siga, at føroyskir svimjarar [...] tað er avgjørt ein treyt fyri at vit kunnu luttaka. Tað kostar nógvar pengar at fara til altjóða kappingar, og tí avmarkar tað seg eitt sindur sjálvt. Men velja vit so at fara, er tað ein treyt, at vit [...] tað skal millum annað gerast við at krevja meiri av svimjarunum. Vit fara at gera meiri við kravtíðirnar, tí tað skal ikki vera lætt at koma á landsliðið. Hetta fer at gera tað truplari hjá svimjarunum
rættvíst, er høvuðsreglan at tú mást gjalda fyri tað, tú nýtir. Hetta kann gerast á fleiri mátar: 1.Gjalda vegskatt eftir koyrdum kilometrum. Hetta er óivað rættvísasta loysnin, men her er vansin, at tað er [...] fatan, at lítið skil var í tølunum, sum vórðu slongd út. Tí ynski eg at seta roknistykkið upp her. Vitandi at tøl eru turrislig, skal eg koma til tey seinni. Fyrst vil eg siga, at grundin til hetta roknistykkið [...] pr. ár kr. 231 mió. Hetta er um goldið verður fyri hvørja »binding«. Mítt uppskot er at gjaldast skal fyri fyrstu »bindingina«, og síðani koyra frítt restina av degnum. Her er tað at tað veruliga skal roknast
kundu hugsað sær at verið við í menningini av eini føroyskari oljuvinnu og somuleiðis at verði leverandørar til eitt nú norska oljuvinnu, um at venda sær til Føroya Oljuídnað. Ætlanin er so, at Saga skal senda [...] Virkini fáa tá at vita, hvørjum standi tey eru og og hvørjar íløgur ella broytingar tey eru noydd at gera fyri at kunna vera við sum leverandørur til eina oljuvinnu. Nú freistin at tekna seg er úti hava ikki [...] Hvat kunnu vit so brúka hetta til spurdu vit Terje Hagevang, sum kemur at standa á odda fyri kanningunum, tá Saga fer at bora eftir olju við Føroyar! -Vit hava fingið staðfest at tað eru løg við sandsteini
Pauli Poulsen, skipari á Grønanesi, sigur, at líkt er til, at væl av upsa er aftur á grunninum. Hvør orsøkin er, er ilt at meta um, men Pauli Poulsen ivast ikki í, at fiskurin hevur verið sunnan fyri markið [...] kann ikki siga hví, júst hasin árgangurin er á Munkagrunninum nú. At upsi er at fáa á Munkagrunninum nú, kemur ikki so ógvuliga óvart á fiskifrøðingarnar. Árni Nicolajsen sigur, at hetta er tíðin, tá upsin [...] vestanfyri. Tað eru vónir fyri, sigur Pauli Poulsen, at upsin fer at koma aftur. Hann sigur, at umframt at væl av smærri fiski er at síggja, er rættiliga nógv æti í sjónum sunnanfyri. »Tað var øgilig skrift á
fer at prædika, og ungfólk fara at luttaka við upplestri, sangi og tónleiki. Sverri Steinhólm, prestur, sigur, at hetta er fyrstu ferð, eitt tílíkt tiltak verður roynt í kirkjuni. Orsøkin til, at hann [...] , við í tiltakinum. Hetta eru ungfólk úr samkomuni í Hoyvík. Tað er soleiðis, at tey plaga at hava ungdómsmøti bæði í Meinigheitshúsinum og í Oasuni hóskvøld, men í báðum støðum er avlýst, orsakað av [...] ungum fólki úr luttakandi samkomunum. Sverri Steinhólm sigur, at endamálið við hesi guðstænastuni er at samstarva innan kirkjuna. Hetta er ikki ætlað sum nakað alternativ til tær samkomur, sum longu framman