Upsin aftur á Munkagrunninum

Væl av upsa hevur verið at fingið á Munkagrunninum. Vestmannatrolararnir fingu 100.000 pund ein dag

Vestmannatrolararnir, Grønanaes og Vestmenningur, fingu 50 tons ein dag á Munkagrunninum. Meginparturin, eini 40 tons, var upsi. Restin var toskur og hýsa.

Pauli Poulsen, skipari á Grønanesi, sigur, at líkt er til, at væl av upsa er aftur á grunninum.

Hvør orsøkin er, er ilt at meta um, men Pauli Poulsen ivast ikki í, at fiskurin hevur verið sunnan fyri markið og nú eltir ætið norður yvir aftur.

Pauli Poulsen sigur, at upsin, teir fingu, var hampuligur til støddar. Meginparturin lá um 55 cm, meðan nakað var oman fyri 70 cm.

Hann sigur, at tað er væl av smærri upsa, undirmálarum, at síggja vestanfyri.

Tað eru vónir fyri, sigur Pauli Poulsen, at upsin fer at koma aftur. Hann sigur, at umframt at væl av smærri fiski er at síggja, er rættiliga nógv æti í sjónum sunnanfyri.

»Tað var øgilig skrift á Munkagrunninum í myrkrinum,« sigur hann.

Pauli Poulsen ivast ikki í, at upsin, nú hann hevur verið burtur, hevur verið suðuri í Hetlandskantinum. Tað er rættiliga stutt. Haðani, teir royna, á Munkagrunninum, eru bara einir 40 fjórðingar suður at markinum.

»Og tá vit vita, at upsi kann flyta seg eina hálvtannaðhundrað fjórðingar norðureftir, er ikki ringt at ímynda sær, at hann eisini fer suðureftir, tá ætið ferðast tann vegin,« sigur Pauli Poulsen, skipari á Grønanesi.

Pauli Poulsen letur eisini hampuliga væl at prísinum. Hann liggur í løtuni um hálvasættu til seks krónur, sigur hann.

Men tað er ikki bara upsin, sum tykist koma fyri seg í hesum døgum.

Hýsustovnurin er rættiliga væl fyri, sigur Pauli Poulsen.

Hýsan er heldur innari á sjónum, har, sum trolararnir ikki sleppa at royna. Men línubátarnir fáa væl av hýsu. Eisini útróðrarbátarnir hava havt hampuligan fiskiskap, frættist.

Grønanes og Vestmenningur vóru inni og landaðu í gjár. Teir noyddust at bróta túrin av, tí kassarnir rósaðu í lastini í sjaskinum, og nakrar stúttur brotnaðu.

Tá Sosialurin tosaði við Paula Poulsen í gjár, væntaði hann, at teir sluppu út aftur í gjárkvøldið.

Eisini aðrir trolaramenn, Sosialurin tosaði við í gjár, siga, at tað tykist, sum upsin er við at koma aftur á vanligu leiðirnar, har toskurin hevur verið seinastu tíðina.

Árni Nicolajsen á Fiskirannsóknarstovuni, sigur, at tað er gleðiligt, at upsin nú vísir seg aftur, men hann kann ikki siga hví, júst hasin árgangurin er á Munkagrunninum nú.

At upsi er at fáa á Munkagrunninum nú, kemur ikki so ógvuliga óvart á fiskifrøðingarnar. Árni Nicolajsen sigur, at hetta er tíðin, tá upsin samlast og ger klárt at gýta.

Sjálv gýtingin er ikki fyrr enn í februar, men longu nú fer hann at samlast á grunnunum.

Vanligt hevur verið, sigur Árni Nicolajsen, at upsin kemur fyrst inn á grunnarnar sunnanfyri, og flytir seg so norðureftir, har hann gýtir. Árni Nicolajsen sigur, at tað er sjálvdan at síggja upsa við rogni sunnan fyri 62°.

Men tað er hugaligt, at nøgdin nú knappliga er so stór, sigur hann.

At upsi ferðast, hava fiskifrøðingarnir vitað leingi . Ein vanlig ruta er úr norskum, yvir føroyskan og í íslendskan sjógv. Eisini er upsi hiðani fingin aftur vestan fyri bretsku oyggjarnar. Tað hava merkingar víst.

Men fiskifrøðingarnir viðganga, at teir vita ikki, hvussu nógv av einum stovni, ella um allur stovnurin, ferðast.

Tað, sum kemur aftur av merktum fiski, velst alt um, hvussu stórur merkti árgangurin er, eins og tað hevur nógv at siga, hvussu nógv royndin er, har fiskurin verður tikin aftur.

Fiskifrøðingarnir hava ikki somu møguleikar fyri at fylgja við árgangunum av upsa, sum øðrum fiski, vit vanliga veiða undir Føroyum.

Yngulkanningar av toski og hýsu verða vanliga gjørdar við troli á grunnunum, men upsayngulin, seiðurin, heldur seg sum kunnugt inni við land, og har hava teir enn ikki gjørt tær stóru uppteljingarnar.

Men teir hava yvirlit yvir, hvussu gamal ein upsi við ávísari stødd er. Og út frá fiskiskapinum ber so til at siga, hvørjir árgangirnir eru, sum fiskaðir verða.