Í annaðkvøld, hóskvøldið tann 27. november klokkan 20, verður ungdómsguðstænasta í Havnar Kirkju, har Sverri Steinhólm, prestur, fer at prædika, og ungfólk fara at luttaka við upplestri, sangi og tónleiki.
Sverri Steinhólm, prestur, sigur, at hetta er fyrstu ferð, eitt tílíkt tiltak verður roynt í kirkjuni. Orsøkin til, at hann fer undir hetta, eru áheitanir. Bæði frá kirkjuráðnum og aðrastani.
Hann sigur, at hann persónliga kundi hugsað sær hetta sum eitt afturvendani tiltak. Kanska einar tvær ferðir árliga.
Tað verða ungfólk úr samkomum í Havn, sum fara at standa fyri saman við presti.
Sverri Steinhólm sigur, at KFUM og KFUK verða við. Eisini verða tey ungu í Meinigheitshúsinum og í Oasuni, sum heldur til í bygninginum hjá Thomas Dam í Jónas Broncksgøtu, við í tiltakinum. Hetta eru ungfólk úr samkomuni í Hoyvík.
Tað er soleiðis, at tey plaga at hava ungdómsmøti bæði í Meinigheitshúsinum og í Oasuni hóskvøld, men í báðum støðum er avlýst, orsakað av guðstænastuni í Havnar Kirkju.
Sangluttøka verður úr samkomuni í Hoyvík. Magni Christiansen úr Kvívík fer at luttaka, eins og ungdómskór eisini fer at syngja.
Stórur dentur verður lagdur á sangin, sigur Sverri Steinhólm.
Fyrr hava tiltøk, sum líkjast hesum, verið í Vesturkirkjuni. Tað vóru tær sonevndu sangguðstænasturnar, sum vóru væl umtóktar.
Hóast nógv verður gjørt burtur úr sangi, verður guðstænastan skipað við so at siga vanligari liturgi.
Prestur fer at prædika, og einir tríggir sálmar úr Sálmabókini verða sungnir. Eisini verður annar felagssangur.
Men tekstirnir, umframt inn- og útgangsbøn, verða lisnir av ungum fólki úr luttakandi samkomunum.
Sverri Steinhólm sigur, at endamálið við hesi guðstænastuni er at samstarva innan kirkjuna.
Hetta er ikki ætlað sum nakað alternativ til tær samkomur, sum longu framman undan eru, men sum eitt tilboð um samstarv millum hesar.
Hóast guðstænastan serliga vendir sær til ungfólk, væntar prestur, at eisini tey tilkomnu fara at leita sær í kirkjuna í annaðkvøld.
Aftan á guðstænastuna, verður farið oman á Sjómansheimið, har ein drekkamunnur verður at fáa.