hummararúsunum. Tað vísti seg, at hann beinanvegin fekk nógvan hummara. Og tá hann roknaði eftir mánadagin hevði hann fingið eini 1300 kilo síðani. Tann fyrsta mánaðin fekk hann 600 kilo og góð 500 kilo tann [...] góður har norðuri. Hann hevur rúsurnar standandi norðanfyri Kaldbaksnes. Hann dregur tríggjar ferðir um vikuna, annanhvønn dag. Hann er altíð einsamallur í báti sínum. - Tí, sum hann sigur. Heilsan er enn [...] Petersen. Hann hevur enn einaferð verið á hummaraveiðu við báti sínum Másin. Rúsurnar hevur hann drigið á Tangafirði, og í einum kari við sjógvi standa kassarnir við hesi dýrabaru og livandi veiðuni. Hann leggur
Keldu. Eg helt, tað var ein góð røða, og mær dámdi væl tað, ið hon segði. Haldi hon fangaði týdningin av ólavsøkuni, tá hon segði, at hon savnar okkum sum tjóð, sigur Rói Sørensen. [...] ganga runt, tosa við vinir og kenningar, og læra nýggj fólk at kenna, klárar Filip at siga, áðrenn hann verður avbrotin av restini, ið eisini hava ætlanir. - Nøkur okkara ætla okkum ein túr út í fjørðin
Sverri og Arnold hava verið fastir gestir í svimjihøllini síðani hon lat upp 18. desember 1982, meðan Dánjal hevur verið har, síðani hann flutti til Havnar fyri fimtan árum síðani. - Eg byrjaði at svimja [...] at eg dreiv á alt fyri eitt. Eg bleiv bangin fyri meg sjálvan, segði Dánjal Norðberg, um løtuna tá hann vann gull. Nógv fólk vóru komin saman at heiðra teimum trimum monnunum, og millum teirra vóru fastu
at hann hevði nýtt eina fíldeilingstænastu til at leita eftir myndum, tó ikki av børnum. Hann greiddi frá, at tað fyrst og fremst vóru ungum gentum, um 16 ára aldur, sum hann var áhugaður í. Hann vardi [...] er treytaður, mundi vera nokk. Hann metti, at umframt at long tíð var liðin, síðani maðurin bleiv skuldsettur (í 2014), so var hann tá givin við slíkum, umframt at hann var givin at drekka og at taka rúsevni [...] børnum og tí mundi hann eisini vænta, at fáa líknandi filmar og myndir aftur frá eysturríkaranum. Minst tvær ferðir hevur føroyingurin sent myndir og filmar, og minst seks ferðir hevur hann fingið tilfar aftur
ondini og sá, at hann bløddi ógvuliga illa. Meðan hann lá har, hoyrdi eg hann siga, at hann sá einki. Men tíbetur var hetta tí, at eygnavippurnar vóru brendar. Lítla løtu seinni hoyrdi eg hann siga: ?Eg síggi [...] kosmetiskt arbeiði, leggur hon aftrat. Seinni fekk Kristian í boði at fáa eina nýggja skurðviðgerð fyri at gera sárið í kjálkanum enn vakrari. Men tá helt hann fyri, at hví skuldi hann hugsa nakað serligt um [...] um hetta, tá hann behelt høvdið, sum hann sjálvur tók til. Laura Olsen sigur, at júst hetta nýggjárið doyðu fleiri danir av sama fýrverki, sum sonur hennara skeyt. - Fýrverkið var lívsvandamikið, tí tað
andlitið á henni. - Hann lat meg sleppa fram at, eftir at hann hevði arbeitt ein heilan dag, og tí var hann kanska eitt sindur troyttur og óumhugsin. Tá hann so hugdi í pappírini hjá mær, tók hann kaldliga til [...] sjúkuna. Ein av teimum er Sunneva Dalsgaard. Hon veit, hvussu tað er at fara ígjøgnum eina slíka sjúkralegu. Hon kennir óttan fyri at missa lívið, men hon hevur eisini upplivað gleðina við at gerast frísk [...] Dalsgaard fyri góðum tveimum árum síðani kom fram á ein knykil í øðrum bróstinum hjá sær, gjørdi hon skjótt av. Hon vendi sær alt fyri eitt til læknan hjá sær fyri at fáa kanna hendan knykilin, og tað vísti
átta ár sat hon fangi í einum kjallararúmi heima hjá honum, til hon tann 23. august í fjør slapp til rýmingar. Stutt eftir tók Wolfgang Priklopil lívið av sær. Nú eitt ár seinni harmast hon tað, sum hendi [...] hendi burturflytara sínum. -Mær tykir synd í honu. Hann hevði tað ikki gott, tann neyðars fortapta sálin. Eg plagdi at siga við hann, at eina ferð skuldi eg dansa oman á grøv hansara, men eg meinti tað ikki [...] Wolfgang Priklopil til gravar, men hon hevði eina frágreiðing. - Eg segði honum farvæl, og hví skuldi eg ikki gera tað? Fyri meg var tað umráðandi, tí eg hevði ikki sæð hann á lívi, síðani eg rann burtur frá
fara at blíva til nakað, men hon fekk annað at síggja. So skjótt, Ingerð var liðug í fólkaskúlanum, bað hon sær kjans hjá Skipafelagnum, har hon sigldi í eitt ár, til hon fór á HF-skúla. Tá Ingerð hevði [...] Longu sum blaðung genta fekk hon hug til sjógvin og fór eftir loknan fólkaskúla at sigla við føroyskum farmaskipum. - Eg vil verða skipari, segði hon við mammu sína, tá hon sum 14 ára gomul arbeiddi í kioskini [...] liggja og tvætla í Norðsjónum longur, sigur hon og flennir. Tá ið Ingerð var troytt av farmasiglingini, søkti hon sær kjans hjá enska reiðarínum, Cunard Line. Hon hevði ikki meiri enn søkt, tá ið boð vóru
sigast skal danskari pressu til rós, at hon veruliga er før fyri at ásanna tað, tá hon mistekur seg. - Hetta hevði ikki hent við føroysku fjølmiðlunum, er hann sannførdur um. Fyri framman - Eingin ivi [...] rættarmál. Hóast støðan ikki er so ring, sum hon hevur verið, ber framvegis illa til at fáa beinleiðis skeivleikar í reglum, sum viðvíkja fiskimonnum, rættaðar. Hann helt, at umsitingarliga og politiska skipanini [...] sovorðið mál aftur ? uttan so, at hon veruliga er komin í trongstøðu. - Tað, at hetta varð gjørt, váttar, at einki grundarlag var fyri hesum "hetsi" móti fiskimonnum, sum hann tók til. Óli legði aftrat, at
Selatrað sum hevur átt bátin síðani 1997. Hann er bygdur fyri 65 árum síðani – í 1942 – og er í roynd og veru helst elsti línubáturin í landinum. Hóast hetta er hann í góðum standi, sær væl út – ja, og fiskar [...] eitt annað prísurin. Eitt heilt triðja er, hvussu hýsan er fyri. Sambært Asbjørn er hon væl fyri, - so væl, sum hann sjáldan hevur sæð áður. Fyrr var ofta tosað um hýsu 3. Í dag er alt eftir vekt, so støddin [...] at líta aftur um bak. Tað hevur Asbjørn eisini gjørt, tá talan er um veiðu og úrslit hjá Norðsøka. Hann kann bara staðfesta, at árið í fjør royndist avbera væl. Teir hava fiskað fyri nærum 6 mió. kr. og