Tað er nýggjársaftan, og tað stóra brakið er mest sum liðugt. Kokkan er farin væl av midnátt og nærkast nú 00.30. Fólk, sum búgva á Heimasta Horni í Havn og hava verið úti og skotið fýrverk, eru so smátt farin innaftur.
Men, ikki øll.
16 ára gamla, Anna Petra Petersen, er saman við mammu síni Mary og systkjum á Heimasta Horni og vitjar ommu og abba, og her halda tey nýggjár. Familjan býr annars á Sandi, men nú pápin er burtur, hava tey valt at halda nýggjár í Havn.
- Mamma mín og eg eru framvegis úti, og tað eru nøkur onnur eisini. Eg sigi við mammu, at eg fari inn nú. Men, júst tá rópa nøkur ung á meg og biðja meg koma at hyggja eftir einum fýrverki, sum tey fara at skjóta.
Anna Petra Petersen sigur, at hóast hetta fýrverkið var úr einum barnapakka, flutti hon seg rímiliga langt burtur. Júst hetta fýrverkið hevur bara eitt skot, og tá tað er farið væl upp í luftina, brestir tað sum ein rakett.
- Eg hevði hundin hjá okkum hjá mær. Hann verður garrvillur og fer at goyggja, tá fýrverk verður skotið, og hann rennur aftan á fýrverki. Tí helt eg meg einar 10 metrar burtur, setti meg niður at húka og kela hundin, so hann skuldi gerast róligur.
Og tá var tað, at Anna Petra Petersen var so óheppin at verða rakt beint í munnin av fýrverki við miklari ferð.
- Eg sá, at viðkomandi, sum setti eld í fýrverkið, kom rennandi móti mær, og so hendi tað, sigur hon.
Uttan at hin 16 ára gamla gentan varnaðist tað, stakk sjálv brestperlan seg við miklari ferð út ígjøgnum síðuna á fýrverkinum og rakti hana beint í munnin.
Lukkutíð brast perlan ikki, fyrr enn hon fyrst hevði skrætt tvær tenn út úr munninum á ungu gentuni, hevði gjørt stóran skaða inni í munninum og hevði skrætt yvirvørrina nakrar sentimetrar upp ímóti nøsini vinstrumegin.
Fýrverkið helt leiðina fram og brast millum nakrar bilar longur burtur.
Men, hesa løtu ánaði Anna Petra Petersen ikki, hvønn skaða hon hevði fingið, og hon visti heldur ikki, at henni vantaði tvær frammtenn í munninum.
- Eg fór púrasta í sjokk, tó at eg í fyrstu syfti ikki visti, hvussu álvarsligur skaðin var. Tað fyrsta, eg føldi, var ein óbehagiligan hita undir nøsini. Eg sá eisini álvarsliga andlitsbráið á gentu, sum var mær nærmast í hesi løtu.
Í myrkrinum lýsti gentan upp í andlitið á Onnu Petru Petersen, og hin 16 ára gamla sá, at hon vendi sær burtur aftur. Nú kom róp í, at Anna Petra bløðir, og onkur rópti: “Ring 112...”
Og nú fossaði blóðið úr andlitinum á gentuni.
Mamman, sum hevði staðið nakrar metrar burturi, tók nú sítt turriklæði, so dóttirin kundi halda tað undir bløðandi andlitinum, og hin 16 ára gamla sigur, at hon føldi, at turriklæðið gjørdist tyngri og tyngri av blóði.
- Tilsamans kostaði fýrverksskaðin hesa feigdarnátt dóttir míni 24 pentur, 20 inni í munninum og fýra uppi á ytru síðu á vørruni, sigur mamman, Mary Petersen og vísir á, at fólk, sum vóru á Heimasta Horni, funnu frammtenninar aftur við at fylgja blóðslóðini í kavanum.
Sjálv ásannar Anna Petra Petersen, at hetta gjørdist henni ein ordiligur umgangur, men í óhappinum var hon kortini ómetaliga heppin.
- Hvat hevði hent, um fýrverkið rakti eyguni - ella, um fýrverkið hevði brostið, tá tað rakti meg í munnin? spyr hin 16 ára gamla, sum Sosialurin hevði stóra samrøðu við í blaðnum farna mánadag.